týsdagur 29. oktober 2019síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. oktober 2019 · Nr. 125
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Hósdagin 31. oktober verð
ur Fótbóltsgalla 2019, sum
Miðlahúsið
og
FM1
skipa
fyri í samstarvi við Fótbólts
samband Føroya. Talan er
um eitt tiltak, har tey bestu í
farna kapingarárinum verða
heiðraði fyri síni avrik. Aftur
meldingarnar
hava
verið
góðar, tí fleiri framstig eru
gjørd seinnu árini. Millum
annað verða allar atkvøðurnar
– uttan tær um ársins dómara
– kunngjørdar í Sosialinum
mánadagin. Í nógvar mátar
verður
fylgt
mannagongd
unum, sum FIFA Ballon d’Or
brúkti, áðrenn FIFA og France
Football aftur fóru hvør til sítt.
Tað hevur til tíðir víst seg
at verið torført, at fáa øll tey
tilnevndu at møta upp, meðan
tað í øðrum førum ikki hevur
verið pláss fyri øllum. Aftur í ár
er vónin, at fáa øll tey tilnevndu
at møta og samstundis tryggja,
at talan verður um eitt stórt
kvøld fyri øll.
Í ár verður sjálvt tiltakið,
sum eisini er ein sending á FM1,
á Parnassinum á Hotel Hafnia.
Heiðarnir til felagsfótbólt
er tað sama
Eins og hini árini, so verður
talan um 20 heiðurslønir, har
tíggju eru til menninar, og
tíggju til kvinnurnar. Fyrst
og fremst, so skulu ársins
spælarar finnast. Umframt
tað, so verður ársins málverji,
ársins verjuspælari, ársins mið
vallari, ársins áleypari, ársins
ungi spælari, ársins dómari
og eisini ársins venjari kosin.
Afturat hesum, so skal ársins
lið eisini setast.
Í
bólkinum
ársins
ungi
spælari er ein broyting. Hjá
kvinnunum verður ársins ungi
spælari ein spælari, sum hevur
U19-aldur.
Í ár skal eisini veljast árins
landsliðsspælari hjá monnum.
Tað verður valt annaðhvørt
ár til menn og kvinnur, tí tað
passar við undankappingarnar.
Í hesum førinum skal veljast
ársins landsliðsspælari fyri
Nations
League
og
EM-
undankappingina.
Ársins lið í 4-4-2 uppstilling
Tað er mangan torført at greiða
allar fløkjurnar í samband
við ársins lið. Atkvøðurnar,
sum verða lætnar til ársins
spælarar, eru eisini við til at
mynda ársins lið. Tað verða
ítróttarskrivararnir hjá Miðla
húsinum, sum seta liðið. Hetta
verður gjørt við stórum atliti
til, hvussu atkvøtt hevur verið
um ársins spælarar.
Í 2013 varð liðið stillað upp í
433 uppstilling. Her vístu fleiri
fótbóltsáhugað á, at rættari
og lættari hevði verið at sett
liðið upp í 442. Hetta gevur
millum annað greiðan skilna
millum miðvallarar, vengir og
áleyparar. Hesum leistinum
halda vit fram við.
Áleypari ella miðvallari?
Ein avbjóðing er at skilja mill
um hvør er miðvallari og hvør
er áleypari. Hetta gjørdi seg
millum annað galdandi fyri
Lukasz Cieslewicz í 2014. Tá
spurdu vit táverandi venjaran
hjá honum, fyri at fáa greiðu á
tí.
Kemur hetta fyri tá atkvøtt
verður, verður tað loyst so
hvørt ein spælari fær atkvøður
í tveimum bólkum.
Sum útgangsstøðið, so telja
vengir sum miðvallarar. Tað vil
siga, at spælarar sum Jóannes
Bjartalíð, Adrian Justinussen,
Árni
Frederiksberg,
Simen
Sandmæl, Stefan Radosavljevic
og Petur Knudsen allir verða
bólkaðir sum miðvallarar.
Hinvegin eru spælarar sum
Patrik Johannesen og Michal
Przybylski bólkaðir sum áleyp
arar, sjálvt um teir hava spælt
nakrar dystir á miðjuni og á
vonginum.
Kunngera atkvøðurnar
Fyri at skapa mest møguligt
gjøgnumskygni, so tók Miðla
húsið stig til, at allar at
kvøðurnar
blivu
almanna
kunngjørdar mánadagin eftir
tiltakið. Hetta bleiv gjørt fyri at
skapa mest møguligt gjøgnum
skygni. Hetta er púra vanligt,
tá FIFA Best Player og Ballon
d’Or verður handað til besta
spælara í heiminum.
Tó verða atkvøðurnar til
ársins
dómara
ikki
kunn
gjørdar. Hetta er eftir ynski
frá spælarum og venjarum,
fyri ikki at skapa óneyðugt
kjak um dómarar, sum til tíðir
kann blíva býttisligt og primi
tivt. Atkvøðurnar verða kunn
gjørdar í Sosialinum, sum
kemur út mánadagin 4. nov
ember.
Velja 1, 2 og 3
Eins og í fjør, verða stig givin
fyri hvørja atkvøðu. Nummar
eitt fær 5 stig, nummar tvey
fær 3, meðan nummar trý fær
1 stig. Síðani verða stigini tald
saman. Venjarar og spælarar
kunnu ikki at kvøða fyri teirra
egna liði.
Finnast skal:
Ársins spælari
Ársins ungi spælari
Ársins málverji
Ársins verjuspælari
Ársins miðvallari
Ársins áleypari
Ársins
landsliðsspælari
hjá
monnum
Ársins venjari
Ársins dómari
Ársins lið
Fótbóltsgalla 2019:
Landskappingini er um at koma at enda, og nú skulu ársins spælarar veljast. Hetta verður gjørt á Fótbóltsgalla,
sum í ár verður á Parnassinum á Hotel Hafni í Havn. Tiltakið verður hósdagin 31. oktober klokkan 19.30
ÁRSINS SPÆLARAR
SKULU VELJAST