týsdagur 29. oktober 2019síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 30. oktober 2019 · Nr. 125
Guðjón Þórðarson váttar fyri in.fo, at
samstarvið við NSÍ er enda. Felagið
hevur longu kunngjørt svenska
Glen Stål sum nýggjan venjara
Tróndur Arge
Tað eru bara tríggir dagar síðan,
at KÍ blivu føroyameistarar.
Men longu nú standa aðrar
avbjóðingar fyri framman hjá
tveimum av lyklaleikarunum
hjá KÍ.
Teir báðir Jóannes Bjartalíð
og Jákup B. Andreasen eru farnir
til Noregs at royna seg, skrivar
Norðlýsið í dag. Teir eru farnir
at venja hjá Raufoss, sum spælir
í næstbestu norsku deildini,
og sum Norðlýsið skilir, skulu
klaksvíkingarnir báðir venja við
í nakrar dagar hesa vikuna.
Í HB er nú greitt, at felagið skal
hava nýggjan miðverja. Lasse T.
Andersen sigur við bold.dk, at
hann ikki heldur fram í HB.
-Felagið vildi gjarna leingja,
men eg eri komin hartil, at eg
vil royna okkurt nýtt, sigur
danski miðverjin.
HB skal eisini hava nýggjan
venjara.
Tróndur Arge/Hallur av Rana
Íslendska innrásin í við Løkin
er komin at enda. Tað váttar
Guðjón Þórðarson, ið hevur
staðið á odda fyri NSÍ hetta
farna kappingarárið, fyri in.fo.
- Eg havi havt eitt gott við
samstarv venjaratoymið og
spælararnar í Runavík, men
nú eitt-ára sáttmálin er liðug,
havi eg valt at fara heimaftur
til
Íslands,
sigur
Guðjón
Þórðarson, ið ikki ynskir at
nágreina hví hann hevur valt
steðga í Runavík, men upplýsir,
at hann ikki hevur tikið við
nøkrum øðrum starvi.
NSÍ endaði nummar trý
í Betri-deildini, og tað er ein
venjari, ið er væl nøgdur við
egna avrik, ið nú fer aftur til
Íslands.
- Eg eri væl nøgdur við, at eg
havi tryggjað NSÍ eitt pláss í
Evropa næsta ár, sigur venjarin
við in.fo.
Tað er ikki samsvar millum
tað, sum Guðjón Þórðarson
sigur, og tað sum formaðurin
í NSÍ, Dánjal Hansen, sigur.
Í
formansumfarinum
eftir
FM-brakið í Gundadali bleiv
Dánjal Hansen spurdur um
støðuna hjá Guðjón Þórðarson.
ÍtróttarSosialurin hevði fingið
at vita, at íslendski venjarin
hevði pakkað kuffertið, men
formaðurin segði seg einki vita
um tað.
-Hann hevur sáttmála fyri
komandi ár, segði Dánjal Han
sen.
Sum skilst, so hevur Guðjón
Þórðarson eina átekning, har
sáttmálin
kann
uppsigast
eftir einum ári. Men hvørjar
treytirnar eru, er ikki vist.
Glenn nýggjur venjari
Tíðindini vóru ikki meiri enn
váttaði fyri In.fo, tá NSÍ kundi
kunngera
níggjan
venjara.
Tað er ein gamal kenningur í
føroyskum fótbólti.
-NSÍ og Glenn Ståhl hava
gjørt sáttmála. Glenn Ståhl
verður venjari hjá NSÍ komandi
tvey árini. Glenn Ståhl er
48 ára gamal, og er kendur í
føroyskum fótbólti, har hann
var venjari í samanlagda lið
num í suðri, skrivar heimasíðan
hjá NSÍ.
VENJARASKIFTI Í NSÍ
KÍ ara til Noregs – Lasse
heldur ikki fram í HB
Jóannes Bjartalíð og Jákup B.
Andreasen skulu royndarvenja við
Raufoss, meðan Lasse T. Andersen
boðar frá at ikki heldur fram í HB