Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-29, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. oktober 2019síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 30. oktober 2019 · Nr. 125 Síðani sálarliga viðgerðin gjørdist meir ambulant í 1990 ár­unum, er talið av seingjar­ pláss­um á deildini minkað niður í ein brotpart. Á intensivu deild, ið eisini verður nevnd lukkaða deild, eru í dag bert 7 pláss av teimum tilsamans 19 seingjar­plássunum á psykiatr­ iska deplinum. Fyrr vóru allar deildir á deplinum innleggingardeildir, so tað er hend ein stór broyting á hesum økinum, greiðir Kári Niclasen frá. Hann hevur arbeitt á deildini seinastu 25 árini. Framman­ undan starvaðist hann í 5 ár á afturlatnari deild í Danmark. Hann er útbúgvin pleygari, sum er ein tvey ára long psykiatrisk røktarútbúgving og hevur síðani tikið útbúgving sum heilsurøktari. Arbeiðið inni­ber í samstarvi við læknar og sjúkrarøktarfrøðingar at veita røkt av sjúklingum, sum eru sálarliga illa fyri. At veita psykiatriska sjúkrarøkt, inni­ ber nakað fyri seg, tá vit tosa um sjúkrarøkt á intensivu deild. Tað er ikki vandaleyst arbeiði. Teir allarflestu av okk­ ara sjúklingum eru psykotisk­ir, tá teir koma her. Á intensivu deild hava læknarnir tvey sløg av inn­ legging­arpappírum: Reyð pappír og gul pappír. Reyð pappír merkir, at ein er psykotiskur og til vanda fyri seg sjálvan og onnur og má tí inn­leggjast. Gul pappír merkir, at støðan er minni akutt og støð­an er tengd at ítøkiligu støðu­ni, sum persónur er í. Um hann ikki fær viðgerð alt fyri eitt, kann støðan versna, men hann nýtist ikki innleggjan her og nú. Tó koma nøkur sjálvboðið, tí tey trongja til intensiva røkt. Sjúklingurin betri fyri Kári er eitt av starvsfólkunum, ið hevur starvast á lukkaðu deild øll árini, og hevur hann tí­skil eygleitt broytingina frá at vera ein stór innleggingardeild til eina minni deild við eini opnari og eini lukkaðari deild. Hvør er munurin á einum gerandisdegi á eini lukkaðari í dag og fyri 25 árum síðani? Sum heild vil eg siga, at sjúklingar fyrr vóru verri fyri. Tað var ikki tikið hond um tey, fyrr enn tað var alneyðugt, og av tí sama var arbeiðið inni á deildini nógv størri. Tey vóru ikki útgreinað, áðrenn tey komu higar, og vit vistu lítið um sjúk­lingin, sum kanska hevði livað í einsemi í langa tíð. Í so máta ger tann ambulanta við­gerðin og økispsykiatriin stóran mun, við tað at hon fyri­ byrg­ir væl. Og so er tað sjálvur hug­burðurin til sálarsjúku, sum er broyttur. Sálarsjúka verður meir góðtikin í dag. Hann greiðir frá, at tá ein sjúklingur kemur á deildina, vera ymsar royndir tiknar av sjúklinginum, so sum blóðtrýst, blóðroynd, urinroynd, ilting av blóðinum umframt ein meting av hansara sinnisstøðu. Hetta verður gjørt fyri at útiloka, at talan kann vera um somatiska sjúku, altso at sjúklinginum einki bagir kropsliga. Symptomini kunnu vera psykisk, meðan sjúkan er somat­isk. Hevur sjúklingurin ein byrjandi heilatumor, kann at­ferðin minna um psykotiska at­ferð. Tí verður sjúklingurin ofta sendur til CT-skanning eisini. Fleiri orsøkir kunnu vera til psykosuna. Hon kann koma av eini diagnosu sum skitsofreni til dømis ella av rúsevnum. Men tað er ikki altíð psykosa, sum er orsøkin til innlegging á intens­ivu deild. Tað kann eisini vera etingar­ ólag, sum krevur serligt eftirlit. Tað sama við cutting. Tað er ikki fyri øll At vera innlagdur á intensivu deild merkir, at sjúklingurin í mest møguligan mun verður avbyrgdur frá stimuli frá umhvørvinum. Sjúklingurin hevur egið kamar og atgongd til matarsal og vitjanarstovu. Summi eru tó so illa fyri, at tey ikki orka at eta saman við ella at vera saman við øðrum. Vitjanarstovan kann vera góð fyri sjúklingin, men tað má eisini metast um, hvørt vitjanir eru gagnligar fyri sjúklingin. Tá ein arbeiðir við sjúk­ling­ um, ið eru so illa fyri, lærir ein at ansa sær. Hvørja ferð eg komi til arbeiðis, skanni eg økið uttan fyri í gjøgnum, um nakar løg­reglu­bilur er at síggja til dømis. Løgreglan verður al­ oftast fráboðað, tá talan er um tvangsinnleggjan. Tað er týdningarmikið at hava kon­ troll fyri at kenna seg tryggan, og tí havi eg ein tørv á líka at hyggja meg um, áðrenn eg fari inn. Vit starvsfólk eru von við, at støðan er spent inni á deild­ ini, so tað er helst ein partur av arbeiðinum. Hann greiðir frá, at tað hesi árini er hend ein broyting í starvsfólkahópinum, og at tað serliga sæst ein munur á kyns­ býtinum. Fyrr vóru fleiri mans til arbeiðis, og hóast eingin munur er á arbeiðinum hjá monnum og kvinnum, so er einki yvir at dylja, at støðan kann gerast hættislig, tá ein sjúk­lingur gerst ógvisligur. Sum starvsfólk kann ein koma út fyri syrgiligum støðum, har eitt nú fiksering er neyðug. Tíverri er tað so, men í løtuni er ikki annað alternativ. Men tí­betur fella tey ofta til til­ trongda ró av tí. Fyrr vóru vit fleiri mans og altíð tveir á hvørjari vakt. Í dag eru nógv flest kvinnur til arbeiðis, og eg má siga, at kvinn­ ur­nar eru djarvar og tola væl støðurnar. Í summum førum eru sjúklingarnir so ógvisligir, men ein má skilja, at tað er teirra bleyta ego, sjúklingurin stríðist ímóti, sum so kemur út við kropsligum handlingum. Tað kann tykjast ógvisligt, og tað rørir okkum øll, og tað er ikki fyri øll. Ein annar munur er, at ógvisligu støðurnar í dag verða nýttar til læring. Ein greiður munur frá fyrr er, at vit gjørdu nógv við hetta at seta mørk inni á deildini. Nú brúka vit hesar spentu støðurnar til supervisjón og lær­ing, har vit gjøgnumganga eina tílíka støðu og hyggja eftir, hvussu vit loysa eina tílíka støðu best. Eingin dettur niður í millum Í Danmark verður arbeitt fyri at lækka um tilburðirnar av sjálvmorði millum sjúklingar, ið verða útskrivaðir av psykiatr­isk­ um deildum. Hjá okkum er tað somuleiðis ein støða, sum eitt neyvt eygað verður hildið við. Vit skulu tora at fara inn í samrøðuna við tey um sjálv­ morð, tí tað ein álvarsom støða at vera í. Tað vísir seg eisini ofta at vera ein lætti fyri tey at sleppa at tosa um tað, tí hetta er ikki nakað, tey kunnu tosa so lætt um heima við hús til dømis. Og so er tað stórur munur frá tank­um til ætlanir og síðani til handl­ing. Eisini her síggja vit ein stóran mun í arbeiðinum, sum verður gjørt, áðrenn tey koma inn á deildin. Tey verða screenað av læknanum, sum observatiónin inni á deildini síðani verður innstillað eftir. Tað verður eisini gjørt, tá tey vera útskrivað, soleiðis at tey ikki vera slept upp á fjall. Eing­in verður útskrivaður hið­ani uttan eitt ambulant viðgerðartilboð. Tað er ymiskt, hvussu leingi ein sjúklingur er innlagdur á lukkaðu deild. Tað kann vera alt frá einum seinnaparti til tríggjar mánaðir. Summir sjúk­l­ingar eru afturvendandi, meðan aðrir bert koma ta einu ferð­ina. Hóast ambulanta við­ gerðin avgjørt hevur verið eitt stig rætta vegin, er framvegis tørvur á eini innleggingardeild, og hon kundi eisini verið størri, tí tað kemur fyri, at deildin hevur plásstrot. Kortini er tað eingin, ið dettur niður ímillum. Eg vil siga, at deildin er væl útgjørd til at taka sær av sjúklingunum, sum helst eru teir, ið eru ringast fyri í samfelagnum. Okkara starvs­ fólk eru væl brynjað til upp­ gávu­na, og vit hava eina leiðslu, sum ger nógv fyri at starvs­ fólkini skulu kenna seg trygg við at skipa fyri sjálv­verju­ skeiðum og at bjóða sálar­frøði­ ligari viðgerð, tá tað krevst. LUKKAÐA DEILD ER IKKI FYRI ØLL PSYKIATRIIN 50 ÁR Ein gerandisdagur á lukkaðu deild er broyttur til tað betra í tann mun, at sjúklingarnir ikki eru líka illa fyri, sum teir vóru fyrr. Tó er makt og beltifiksering ein partur av gerandisdegnum, og arbeiðið er ikki heilt vandaleyst, sigur Kári Nicla­sen, ið hevur verið røktari á deildini seinastu 25 árini