Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-29, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. oktober 2019síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. oktober 2019 · Nr. 125 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 PSYKIATRIIN 50 ÁR Psykiatriska viðgerðin í Føroyum er ung við einans 50 árum á baki, og hartil hevur hon verið í gjøgnum umfatandi broytingar, síðani hon byrjaði. Í dag vera allarflestu sjúklingar viðgjørdir ambulant. Ambulant viðgerð fevnir um nógv og ymisk tilboð, og hugtakið ambulant tilskilar einamest, at ein ikki er innlagdur. Tvs, at sjúklingar koma inn á psykiatriska ambulatoriið til sam­røður av ymsum slag. Vit bjóða kognitivar við­ gerðir fyri bólkar og ein­ stak­lingar, og vit royna sum útgangsstøði at skipa við­ gerðina fyri bólkar, eitt nú innan tunglyndi og ótta. Men eru fólk ikki klár at luttaka í bólki, kunnu vit eisini taka sam­røðurnar einsæris, greiðir leiðari, Birgit Andersen, frá. Vaksin við ADHD er eitt av teimum økjunum, sum ambulanta viðgerðin tekur sær av, og tekur hon sær av út­greining, viðgerð og upp­ fylging. Tíverri eru tað fleiri vaksin sum ongantíð hava fingið hjálp til hesar avbjóðingar, tá tey vóru børn ella ung, og enn bíða eftir at fáa hjálp. Tað eru ikki so nógv ár síðan, at vit byrjaðu at útgreina vaksin við hesum avbjóðingum. Hildið var, at tað var nakað, sum bara børn høvdu. Men øll hava jú eina ferð verið børn, og vit síggja fleiri vaksin, sum ongantíð hava fingið staðfest sjúkuna og harvið heldur onga hjálp. Eisini hoyrir oligofreni til deild­ina, sum snýr seg um fólk, sum hava menningartarn og sálarligar avbjóðingar. Psykiatriski depilin hevur sam­ starv við konsulent, sum er serlækni innan økið, og hesin hevur samrøður við sjúklingin, familjuna og bústaðin hjá sjúk­ lingi­num. Birgit greiðir frá, at tað er av stórum týdningi, at tey avvarðandi eru við í við­ gerðini av sjúklinginum. Tað hevur týdning, at tey av­varðandi eru við, fyri at við­ gerðin kann lukkast, tí familjan er sum oftast partur av umhvørvinum hjá tí einstaka, og tað eru tey, sum kenna við­ komandi best. ‘Hjá Árna’ Birgit er sjúkrarøktarfrøðingur, og hon hevur starvast í Psykiatri­ini í 31 ár. Hóast starvið er eyðkent av sjúku og sálarkvøli, er hon fegin um, at hon fyri 31 árum síðani valdi at geva psykiatriini eina roynd. Ætlan­in var, at hon bert skuldi vera eitt ár fyri at royna okkurt nýtt. Men eg fór ongantíð avstað aftur. Mær hevur dámt ógvu­ liga væl í psykiatriini, og tað geri eg framvegis. Tað er eitt gevandi arbeiði, har ein má arbeiða við sær sjálvum sum persóni og í mun til arbeiðið sum heild. Tað hendir nógv innan hetta økið, og tað at vera við til at gera ein mun fyri tey fólkini eg møti, tað er moti­ verandi í sær sjálvum - og eftir 31 ár haldi eg tað framvegis vera eina spennandi uppgávu. Fyri 31 árum síðani hevði depilin fleiri enn 70 seingjar­ pláss, og tað var vanligt, at sjúk­lingar búðu á Psykiatriska depl­inum, sum eisini varð róptur ‘Statshospitalið’ ella ‘hjá Árna’. Navnið kom av, at fólk við sálarligum avbjóðingum fyrr vóru send til Danmarkar, og tá psykiatarin Árni Olsen síðani fekk í lag avtalu um at taka sjúklingarnar heim aftur úr Danmark, varð deildin á manna­munni rópt ‘Stats­hospi­ talið’ ella ‘hjá Árna’. Tá eg byrjaði at arbeiða her í 1988, vóru tað framvegis fólk, sum búðu á deildunum. Tey búðu fýra til seks fólk á nøkrum stov­um, annars vóru tey tvey og tvey á hvørjari stovu. Tað vóru bert tvær einastovur á hvørjari deild. Inni á deildini royndi man at skipa ein gerandis­dag fyri sjúklingarnar, við at tey luttóku í ymsum slagi av arbeiði og ítrivum, sum at velta eplir o.a. Fleiri av teimum, sum fluttu heim og inn á deildina her, eru ikki til longur, meðan onnur eru komin seg so mikið væl, at tey eru flutt á sambýli í dag. Í dag telur inn­legg­ingar­ deildin 19 pláss, og hon er býtt í tvær viðgerðardeildir, eina inten­siva lukkaða deild og eina opna deild. Hjálp í nærumhvørvinum Seinast í 1980 árunum og fyrst í 1990 árunum varð byrjað at veita viðtalur uttan fyri depilin. Psykiatarar fóru út um landið at vitja læknaviðtalurnar hjá kommunulæknunum fyri at hava viðtalur við teir borgarar, sum høvdu psykiatriskar av­ bjóð­ingar. Hetta var ein liður í at veita borgarum tænastuna í nær­umhvørvinum, men átakið datt niður fyri, tá kreppan kom. Um ein skuldi hava hjálp og við­gerð, so noyddist ein til Havnar og lata seg innleggja. Birgit greiðir frá, hvussu kognitiva viðgerðin vaks fram mið­skeiðis í 1990 árunum. Tá varð ein innlagdur fyri at fáa kognitiva viðgerð. Ofta í ein heilan mánað, sum merkti, at ein varð tikin frá sínari familju, starvi og sínum gerandisdegi sum heild. Í dag er nógv tann størsti parturin av viðgerðini á psykiatriska deplinum ambu­ lant, og tað er úrslit av einari tilgongd, sum er bygd upp yvir nógv ár. M.a. byrjaði man aftur í 2007 við at bjóða økis­ psykiatriina í nøkrum pørtum av landinum, við tí fyri eyga at veita viðgerð og røkt í nær­um­ hvørvinum hjá borgara­num. 10 ár seinni dekk­ar tænastan alt landið. Í dag verður dentur lagdur á týdningin av at hjálpa sjúklinginum, har hann er. Tó so, viðhvørt er tað neyðugt at inn­leggja, og tí skal tað vera møgu­leiki fyri, eisini framyvir. Í ambulantu viðgerðini koma koma fólk til viðtalur, reguler­ing av heilivágsviðgerð, Í DAG BER TIL AT LIVA VIÐ SÁLARLIGUM AVBJÓÐINGUM Tilgongdin frá innleggjan til ambulantu viðgerðina hevur havt við sær, at fólk í dag hava tað betri, og tey megna eitt vanligt lív hóast sálarligar av­bjóð­ ingar. Eingin er ein diag­nosa. Men okkum tørvar opin­ leika og tolsemi fyri at koma á mál