Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 126 6 HALLUR AV RANA F rá stovuvindeyganum heima við hús á Nesi fylg­ir Torleif Johanne­ sen við stórum áhuga allari skipaferðsluni inn og úr Skálafjørðinum, norður gjøgnum Streymin og inn og úr høvuðsstaðnum, ið einans tykist at liggja eitt steinkast fyri vestan. Tað er sum so ikki nakað óvan­ligt at hava áhuga fyri skipa­ferðsluni, tá fiskiskapur hevur stóran áhuga millum ein stóran part av føroyska fólkinum. Kortini hevur hann ein størri áhuga enn fólk flest, har hann stendur og eygleiðir tað stóra virksemið fyri sínar føtur. Meginpartin av lívinum hevur Torleif Johannesen nevni­liga havt sítt dagliga virki millum teirra, ið føra fisk­in til lands. Millum teirra, ið ferð eftir ferð mugu vinka far­væl til familju og vinir fyri at fáa ríkidømið úr dýpinum í heimsins høvum til høldar. Men hóast hann er millum teirra, er hann ikki ein teirra. Hann er fiskimaðurin millum sjó­menn. Menniskjafiskimaðurin Sum í so nógvum øðrum før­ oysk­um heimum fylti sjó­ lív­ið rættiliga nógv í barn­ dóms­heiminum hjá Torleif Johannesen á Nesi. Pápin var sjómaður og ikki óvæntað fylgdu synirnir í fótasporinum hjá pápanum, tá yrkisleiðin bleiv vald. Men hóast Torleif Johanne­ sen var onkrar túrar við skipi, var tað ein annar fiskiskapur, ið so líðandi byrjaði at fylla meira í hjartanum hjá unga manninum av Nesi, tá hann eitt skifti búði í Havn í samband við lestur. - Tá ið eg var troyttur av at gera skúlating, stakk eg eitt blað undir armin og fór umborð á okkurt av skipunum, ið lá við bryggju í Havn. Eg havi verið 26 ára gamal tá, men longu tá var eg upptikin av Guds ríki. So eg fór av mínum eintingum ein túr á Bacalao, vitjaði umborð á skip, heilsaði upp á manningarnar og gav teimum okkurt at lesa, minnist Torleif Johannesen aftur á. Hetta frítíðarítrivi við síðuna av lestrinum vísti seg at vera byrjanin til tað, ið seinni gjørdist hansara yrkisleið. Tí í staðin fyri at gerast sjómaður sum restin av familjuni, fekk hann somu lagnu sum tann hjá fiskimonnunum Pætur og Andrias, ið fóru frá gørn­unum, tá Jesus bað teir blíva menniskjufiskimenn. Fyrstu árini í sjómansheimum í Runavík, Havn og Nexø á Born­ holm, men síðan 1993 sum full­ tíðar sjómanstrúboðari hjá Heima­missiónini. 350 skip um árið Tað er ein virkin maður, ið stendur á odda fyri Sjó­mans­ missión­ini í Føroyum. Sambært hag­tøl­um yvir vitjanir síðan Tor­leif Johannesen tók við sum sjómanstrúboðari, hevur hann vitjað umborð á umleið 350 skipum á hvørjum ári. Í bókini Lívgað sjófólk í eina øld, ið bleiv givin út í fjør í samband við at Sjó­mans­miss­ ión­in hevur virkað í 100 ár, verður mett, at Torleif Johanne­ sen hevur havt samband við um­leið 88.000 sjómenn tey fyrstu 25 árini, ið hann var sjó­ manstrúboðari. Og hóast talan er um nógv fólk og nógv skip, so hevur hann so gott sum bara góð minnir frá tænastuni. - Eg havi verið rættiliga væl mót­tikin allastaðni. Tað er ikki altíð at manningin hevur so góða tíð at práta, men liggur tað fyri, so fáa vit altíð eitt lítið prát. Men eg havi tað altíð í huga, at tað eri eg, ið komi inn í teirra arbeiðs­stað og heim, so um teir ikki vilja ella ikki hava stundir til eitt prát, so virði eg tað. Men eg havi aldrin uppliva, at nakar er rýmdur, tí eg havi havt eina bøn ella spurt um eg kann hava eitt orð, sigur Torleif Johannesen. Áhugin ein fortreyt 26 ár er øgiliga leingi at virka sum trúboðari í fulla tíð, og væl longri enn tað nógv onnur megna í líknandi størvum. Og tað hevði heldur ikki gingið, um áhug­in ikki frammanundan var so stórur fyri sjólívinum. - Eg havi sjálvur siglt í fimm ár og havi stóran áhuga fyri skip­um, sjólívi og sjófólki. Eg trúgvi tað er ein fortreyt fyri, at man kann trívist í einum slíkum arbeiði. Tað hevði verið ræðuligt, um man skuldi umborð á eitt skip, um man als ongan áhuga hevði í sjólívi. Tí trúgvi eg, at Gud hevur lagt tað soleiðis til rættis, at eg havi áhuga fyri lívinum hjá teim­um, ið Hann hevur lagt mær á hjarta at virka ímillum, sigur Torleif Johannesen, og leggur afturat. - Men umframt tann natúrliga áhugan í sjólívi, so er har ein andaligur áhugi, neyð, kærleiki og umsorgan fyri sjófólki, ið Krist­us hevur lagt í meg. Tað er tað, ið er orsøkin til, at eg havi verið so mong ár í hesum verki. Umsorgan í einum pakka Eitt sum fyllir nógv í arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini og sjó­ mans­kvinnuringunum eru jóla­pakkarnir, ið verða latnir sjó­monnum á jólum. Talan er um eina tænastu, ið sá dagsins ljós í 1948 og sum einans er voksin í vavi síðan. Flest allir sjómenn fáa í dag fáa eina gávu og eina heilsan frá Sjó­mansmissiónini og sjó­mans­ kvinnu­ringunum, tá tað stundar til jólar. - Vit vilja geva øllum sjó­ fólkum eina gávu, men vit rað­ festa tey skip og manningar, ið eru burtur á jólum. Men síðstu ára­tíggjundini hava øll skip yvir 100 tons fingið eina gávu á jólum, umframt at vit royna at geva teimum niður til 50 tons, sigur Torleif Johannesen. Tað eru ikki heilt fáar gávur, ið verða latnar á jólum. Í fjør - Tá ið eg var troyttur av at gera skúlating, stakk eg eitt blað undir armin og fór umborð á okkurt av skipunum, ið lá við bryggju í Havn. Eg havi verið 26 ára gamal tá, men longu tá var eg upptikin av Guds ríki. So eg fór av mínum eintingum ein túr á Bacalao, vitjaði umborð á skip, heilsaði upp á manningarnar og gav teimum okkurt at lesa, minnist Torleif Johannesen aftur á, ið seinastu 26 árini hevur virkað sum sjómanstrúboðari FISKIMAÐURIN MILLUM SJÓMENN - Eg havi tað altíð í huga, at tað eri eg, ið komi inn í teirra arbeiðsstað og heim, so um teir ikki vilja ella ikki hava stundir til eitt prát, so virði eg tað. Men eg havi aldrin uppliva, at nakar er rýmdur, tí eg havi havt eina bøn ella spurt um eg kann hava eitt orð