hósdagur 31. oktober 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 126
7
vórðu yvir 1.200 gávur latnar sjó
monnum, og Torleif Johannesen
væntar at neyðugt er við áleið tí
sama í ár, um allir sjómenn skulu
fáa eina.
Tað eru tær 40 sjómans
kvinnuringarnir kring landið,
ið saman við sjómanstrúboðar
anum, ið eru drívmegin handan
jólapakkarnar til sjómenn.
- Tað eru mest eldri kvinnur í
ringunum nú, men tað hendir, at
onkrar nýggjar og yngri kreftir
leggjast aftrat. Men veruleikin
er tann, at orkan minkar so
hvørt sum miðalaldurin veksur
í bólkunum kring landið, vísir
Torleif Johannesen á.
Sosialt og humant
Sjómanstrúboðarin vísir á, at
júst gávurnar eru nógv meira
enn bara kristilig trúboðan, men
snýr seg um at vísa umsorgan
fyri okkara siglandi fólki.
- Vit gera eitt andaligt boðandi
og kunnandi arbeiði, men við
pakkunum er tað eisini eitt
sosialt ella humant arbeiði. Tað
er ein reint fysisk human gáva,
ið botnar í Kristi kærleika. Tí er
tað bæði ein andalig og tímilig
gáva, sigur hann.
Sambært honum eru skipini
og sjómenninir eisini sera fegnir
um gávurnar, ið koma á hvørjum
ári. Tað merkist serliga, tá tað
nærkast jólum.
- Um tað nærkast jólum og
eingin gáva er komin, plaga mann
ingarnar at ringja fyri at vita, um
ikki gávurnar koma í ár. Tað vísir,
at hetta hevur týdning. Og tað
hevur einki við inntøku at gera.
Teir við lágari og høgari inntøku
eru eins glað fyri gávurnar. Tað
stóra er at uppliva, at onkur
kvinna, ið eg ikki kenni, hugsar
um meg og hevur givið mær eina
gávu, sigur Torleif Johannesen.
Serligur dagur
Eitt annað tiltak, ið hevur serligan
týdning í Sjómansmissiónini
er Allahalgannadagur. Tað er
Sjómansmissiónin, ið á sinni
tók stig til almenna minningar
haldið í Havn, har løgmaður
luttekur og leggur ein krans við
minnisvarðan í Viðarlundini í
høvuðsstaðnum vegna Føroya
fólk.
- Fyrstu árini varð skipað fyri
almenna minningarhaldinum
á Sjómansheiminum, men tað
bleiv skjótt ov trongt og tá
bygningurin bleiv seldur, bjóð
aði Hans Jóhannus á Brúgv
okkum at koma niðan í Vinnu
háskúlan. Tað riggar væl, tí
har er rúmligt og skúlin liggur
beint í hjartanum í maritima
umhvørvinum í Føroyum, sigur
Torleif Johannesen.
Fyri Torleif Johannesen er
dagurin rættiliga persónligur, tí
tá man hevur arbeitt millum sjó
menn í 26 ár kemur man nær inn
á lívið hjá mongum av teimum,
ið hava mist síni kæru á sjónum.
- Minnini eru sterk hendan
dagin. Eg havi kent onkrar av
monnunum, ið eru farnir, og
familjurnar hjá teimum. Tær
kenslurnar kunnu koma fram
aftur, um ikki líka sterkar, Alla
halgannadag. Tað er ein serligur
dagur, har tað verður flaggað í
hálvari stong runt alt landið.
Tað er ein álvarsdagur og ein
minningardagur, sigur sjómans
trúboðarin.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Skip eru ein andaliga
undantaksstøða
Facebook givið nýtt
lív til tænastuna
Sjómansmissiónin
Eingin deyður í
sínum yrki á sjónum
Hóast tað ikki er ókent, at eitt
sindur av klandri kann vera
millum samkomur og kirkjur
her á landi, tá prátið fer inn
á trúarspurningar, er støðan
ein heilt onnur umborð á
einum skipi.
- Skip eru ein andalig
undantaksstøða, tí hetta
er ikki ein samkoma ella
kirkja, men eitt skip og
arbeiðspláss. Tí fari eg ikki
umborð og sigi, at eg umboði
Heimamissiónina, brøðurnar
ella onnur. Nei, eg komi
umborð sum eitt Jesu vitni at
hava eitt orð. Og øll sum vilja
vera við ella luta eitt orð eru
vælkomin til tað. Umborð eru
eingin samkomumørk, sigur
Torleif Johannesen.
Seinnu árini er Sjómans
missiónin vorðin alsamt
meira sjónlig á sosiala mið
linum Facebook, har Torleif
Johannesen skrivar um sítt
dagliga virki sum trúboðari. Á
vangamyndini hjá Sjómans
missiónini ber mangan til at
lesa um nýggj skip, andaktir
umborð ella hvussu ein túrur
hevur hilnast. Og tað hevur
víst seg, at ovurhondsstórur
áhugi er fyri tí, ið verður lagt
út.
- Tað hevur veruliga vakt
meira ans fyri arbeiðinum
hjá okkum. Síðan vit komu
á Facebook hevur Sjómans
missiónin aldrin verið so
nógv í fokus og frammi. Tá
eg leggi myndir og tekst út
frá andaktum umborð, er tað
viðhvørt onkur, ið spyr, um
vit ikki eisini kunnu koma
umborð hjá teimum, sigur
Torleif Johannesen.
Føroyska Sjómansmissión
inin varð stovnað í 1918 og
er partur av arbeiðinum hjá
Kirkjuligu Heimamissiónini.
Sjómanstrúboðarin Torleif
Johannesen er einasta
starvsfólk í starvi.
Umleið 40 sjómanskvinnu
ringar eru knýttir at Sjó
mansmissiónini.
Sjómansmissiónin sam
starvar eisini við sjómans
heimini Hotel Klaksvík og
Hotel Ørkin í Reykjavík.
Tá føroyingar í dag, Allahalg
annadag, savnast við minnis
varðar kring landið fyri at
minnast tey, ið ikki bóru boð
í bý, verður samstundis takka
fyri, at eingin føroyingur
doyði í sínum yrki á sjónum í
ár. Tað staðfestir Fólkakirkj
an, ið vanliga kunngerð listan
yvir sjólátin farna árið.
- Havið gevur og tekur. Á
hesum sinni takka vit fyri, at
eingin føroyingur er deyður í
yrki sínum á sjónum farandi
allahalganna ár, skrivar
Fólkakirkjan á heimasíðu
síni.
At minnast tey, ið fóru á
sjónum Allahalgannadag er
ein føroysk siðvenja, ið er
staðfest við eini løgtingssam
tykt frá 1943, har tað verður
ásett, at flaggað verður fyri
sjólátnum føroyingum Alla
halgannadag.
Sum vanligt verður tað
almenna minningarhaldið
á Vinnuháskúlanum í Tórs
havn, og er tað Sjómans
missiónin, ið skipar fyri
haldinum. Aftaná haldið fer
løgmaður at leggja ein krans
við minnisvarðan fyri tey sjó
látnu í Viðarlundini í Tórs
havn.
Umframt tað almenna
minningarhaldið í høvuðs
staðnum verður eisini skip
að fyri staðbundnum minn
ingarhaldum kring landið.
- Minnini eru sterk
hendan dagin. Eg
havi kent onkrar
av monnunum,
ið eru farnir,
og familjurnar
hjá teimum.
Tær kenslurnar
kunnu koma
framaftur, um
ikki líka sterkar,
Allahalgannadag