hósdagur 31. oktober 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 126
8
FO-ráðið strikar
økisnavn hjá heimasíðu
FO-ráðið góðtekur ikki virksemið inni á archive.
fo, sum er ein heimasíða, ið goymir løtumyndir av
øðrum heimasíðum. Eigarin av umtalaðu síðuni
skilir ikki grundgevingina hjá FO-ráðnum
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
F
O-ráðið (nic.fo) hevur
ábyrgdina av umsiting og
nýtslu av .fo landøkinum
á internetinum, og tað
skal nógv til, áðrenn FO-ráðið
velur at strika eitt økisnavn til
eina heimasíðu.
Men seinastu vikuna hevur
tógvið stríð verið millum FO-
ráðið og eina heimasíðu, sum
kallar seg Archive.today, sum
hevur brúkt føroyska økisnavnið
- altso archive.fo. FO-ráðið hevur
nevniliga hótt eigaran á síðuni
við at strika økisnavnið, soleiðis
at viðkomandi missir rættin til
archive.fo.
Goymir myndir av
heimasíðum
Men hvat er hetta Archive yvir
høvur fyri nakað? Archive.today
er í stuttum eitt talgilt skjalasavn,
sum goymir løtumyndir av heima
síðum. Hetta er hent at brúka, um
man vil hava eitt minni um onkra
síðu ella heldur, at onkur kann
finna upp á broyta innihaldið. Øll
kunnu biðja archive.today taka
eina mynd av eini síðu, og archive.
today tekur onga ábyrgd av, hvat
brúkararnir taka myndir av.
Hendan síðan hevur so brúkt
føroyska økisnavnið .fo - altso
archive.fo sum eitt stað at halda
síðuna í lívi. Altso ein útgáva av
upprunaligu síðuni hevur ligið
á føroysku síðuni - hetta kallast
eisini "mirror".
Ólógligt virksemi
Men FO-ráðið hevur funnið útav,
at okkurt ólógligt og ópassandi
innihald er á hesari síðuni, sum
hevur brúkt føroyska økisnavnið.
Tí gav FO-ráðið eina skrivliga
fráboðan í telduposti til eigaran
av Archive.today, har sagt varð, at
FO-ráðið hevur gjørt av at strika
økisnavnið archive.fo.
Grundgevingin er: “a high level
of abuse activity reported related
to content found under the
domain” - altso nógv misnýtslu
innihald er funnið á síðuni.
Í teldupostinum heitti FO-ráðið
á eigaran um at lesa treytirnar fyri
at brúka føroyska økisnavnið.
FO-ráðið ger at enda greitt, at um
ein nóg góð grundgeving um, hví
archive.fo skal sleppa at halda
fram, ikki verður latin ráðnum
áðrenn 1. november, verður arch
ive.fo síðan strikað.
Hetta vita vit, tí Archive.today
legði eina dagføring út á sosiala
miðilin Twitter, har skermmyndir
av samskiftinum við FO-ráðið
vóru viðheftar.
- Onkur hevur
lumpað tykkum
Men grundgevingina um ólógligt
virksemi keypir eigarin av Arch
ive.today ikki. Viðkomandi sigur í
svari til FO-ráðið, at hann roknar
við, at FO-ráðið er blivið lumpað
av einum internettrølli, sum vil
archive.today ilt.
Eigarin sigur, at tað slepst ikki
undan, at okkurt ólógligt innihald
møguliga er á síðuni, nettupp tí at
ein og hvør kann leggja innihald
inn á síðuna. Hann samanber
við aðrar síður við brúkara-akt
iviteti sum Twitter, har ein og
hvør eisini kann leggja ólógligt
innihald út. Eigarin leggur dent
á, at um okkurt ólógligt verður
fráboðað, so verður tað strikað, og
archive.today hevur samband við
løgfrøðiligar myndugleikar.
Mystiskur atburður
frá FO-ráðnum
Í galdandi reglugerð hjá FO-ráðn
um stendur einki um, at FO-ráðið
hevur heimild at strika eitt økis
navn vegna ólógligt virksemi.
Har stendur bara skrivað um
ávaringar í sambandi við gjalds
viðurskifti og tøkniliga misrøkt.
aftrat stendur, at "FO-ráðið
ábyrgdast ikki fyri nýtsluni hjá
brúkaranum av økisnavninum ella
fyri innihaldið á eini møguligari
heimasíðu. Tað er brúkarin, sum
hevur ábyrgdina av at tryggja sær,
at skráseting av økisnavni ikki er
í stríð við føroyska lóggávu og
rættin hjá triðja manni."
Tí eru tað fleiri, ið hava skriðað
sær í nakkanum um framferina
hjá FO-ráðnum í hesum málinum
við archive.fo.
Sosialurin hevur roynt at sett
seg í samband við FO-ráðið fyri at
fáa greiðu á, hvat vendir upp og
niður í hesum málinum.
- FO Ráðið gevur ikki innilit í
einstøk mál hjá kundum okkara.
Eitt økisnavn verður bert strikað,
tá ið - ella um ein rættaravgerð
fyriliggur, sigur umsitingin hjá
FO-ráðnum.
Screenshot: Soleiðis sær archive.today heimasíðan út