Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 126 9 Føroyar eru nú partur av arktiska økinum Við undirskrivaða sáttmálanum millum Noreg, Ísland, Føroyar og Danmark eru Føroyar nú ein veruligur partur av Arktis ÁRNI GREGERSEN L andsstýrismaðurin við utt­anríkismálum, Jenis av Rana, skrivaði undir fyri Føroyar, tá ið Noreg, Ís­land, Føroyar og Danmark skriv­ aðu undir marknaðsemjuna norð­ an­fyri. - Nú eru Føroyar ein partur av Arkt­is, tí okkara sjóleið røkkur norð­ur um Polarsirkulin. Nú hava vit tað svart uppá hvítt, segði lands­stýrismaðurin, tá ið semjan var und­irskrivað í Stockholm fyrr í vik­uni. Semjan, sum er gjørd, hevur við sær, at føroyska sjóøkið er vaksið við 27.000 ferkilometrum. Tilsamans vóru 111.000 kilo­ metr­ar av sjóøki at býta millum lond­ini. Noreg fór við umleið helvt­ini, meðan Ísland og Føroyar fingu á leið ein fjóðring hvør. Semjan er ikki nýggj. Hon var gjørd í 2006, men fortreytin fyri, at hon kundi undirskrivast var, at landgrunnnevndin hjá ST góð­ kendi semjuna. Tað er nú gjørt, so tí kundu lond­ini undirskriva semjuna, sum nú er galdandi. Talan er ikki um fiskimark, men sundurbýting av undirgrundini og møguligum virðum, sum finnast í undidrgrundini. Hoyvíks-sáttmálin Landsstýrismaðurin við uttan­ ríkis­málum skuldi eftir ætlan eis­ini skriva undir ein nýggjan handils­sáttmála við Ísland, nú Norð­urlandaráðsfundur hevur verið í Svøríki. Mestsum alt var klárt til und­ ir­skrivingina, tá ið tað vísti seg, at kuril var á tráðnum og tí mátti und­irskrivingin útsetast. - Eg haldi tað er ein misskiljing, sum gjørdi tað, men mín vón er, at vit fáa skriva undir sáttmálan undan jólum, sigurt Jenis av Rana, lands­stýrismaður við uttan­ríkis­ mál­um. Føroyar og Ísland hava havt ein sínamillum sáttmála um ym­ isk viðurskifti. Hann er vanliga nevnd­ur Hoyvíks-sáttmálin. Í end­an­um av desember í fjør søgdu Før­oyar sáttmálan upp at fara úr gildi nú á nýggjárinum. Samáðingar hava verið í ár um ein nýggjan sáttmála og í heyst sá út til, at til fór at bera til at koma á mál, men hetta er so ikki hent enn. - Vit hava góða tíð enn, so lat okk­um brúka tær vikur eyka, sum skulu til, men vit taka ikki upp­ søgnina av Hoyvíks-sátt­mál­an­um aftur, fyrr en vit hava skrivað und­ ir nýggjan sáttmála, segði Jenis av Rana. Við í formansskapinum Tá ið Danmark tekur við for­mans­ skap­inum, so fáa bæði Føroyyar og Grønland ein leiklut. Hetta er ikki heilt nýtt, tí bæði í 2005 og 2010 vóru Før­oy­ar eisini partur av danska for­mans­skap­ in­um. Sjálvt um leik­lut­urin var minni tá, so vóru úrslitini góð. - Tað er heilt í tráð við tað sum hendi tá, at vit halda fram við ar­ beiðn­um, sigur árður á Steig Niel­ sen, løgmaður. - Tað er eisini tí at vit kunnu átaka okkum eina enn størri ábyrgd, so vit á politiskum støði kunnu standa fremst, tá ið tað snýr seg um fiskivinnu, aling, land­búnaða og matvørur. Á hend­ an hátt kunnu vit vísa, at vit bæði duga og vilja sleppa at taka lut í norð­urlendska samstarvinum á jøvn­um føti við grannar okk­ ara,leggur løgmaður afturat. At Føroyar eru við, er eisini ein part­ur av høvuðsmálinum, sum sig­ur, at Norðurlond finna saman loysn­ir fyri framtíðina. Norðurlandaráðið sigur, at styrk­in er felags virðir sum álit, folkaræði og javnstøða. Avbjóð­ ing­arnar til hetta koma frá global­ is­er­ingini og einum alheimi, sum alla tíðina kemur nærri at okkum her í Norðurlondum. Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen sigur: - Meðan vit hava formans­skap­ in fara vit at kasta ljós at sam­ starva um nýggjar loysnir, sum fara at gera okkum til fyri­gangs­ lond, tá ið tað snýr seg um veð­ ur­lags­broytinganar. Sam­stundis skulu vit kunnu kapp­ast við onnur og sosialt vera burðardygd. Tað er nýggja visjónin hjá Norrøna Ráð­ harra­ráðnum og tað ætla vit okk­ um at liva upp til. Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum, skrivaði undir avtaluna, sum ger Føroyar 27.000 ferkilometrart størri. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, gleðir seg til at taka lut í formansskapinum, sum Danmark hevur. Mette Frederiksen, danskur forsætisráðharri, sigur, at vit skuylu finna felags loysnir. POLITIKKUR