Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 126 10 SAMRØÐA Høgni Mohr er komin við yrkingasavni við heitinum ”mær dámar ikki høgna hoydal”. Við sjey útgávum í skjáttuni, er vágbingurin í Havn ein rithøvundur, ið er samfelagskritiskur og sum dámar at seta spurnartekin við autoritetar. Her fara vit í dýpdina við rithøvundinum, ið endiliga aftur fekk starvsløn, og sum ikki hevur bil, fartelefon ella facebook FRANTS JENSEN FRANTS@SOSIALURIN.FO A t ringja ella skriva á facebook nyttar ikki. At enda finni eg eina teldupostaddressu. Tá kemur svarið skjótt. Vit avtala at hittast á Býarbókasavninum í Havn. Høgni, tú er komin við nýggjum yrkingasavni við heitinum ”mær dámar ikki høgna hoydal”. Dámar tær ikki Høgna Hoydal? – Tað kemur sum so ikki mál­ inum við. Hetta eru yrkingar. Man hevði nokk ikki spurt tann, sum sigur, at áin lær, um hann meinar tað, at áin flennir, tá ið hon rennur omaneftir. Tað hevur ikki nakað beinleiðis við Høgna Hoydal at gera, at heitið er soleiðis, sigur hann. Hví er heitið á bókini, sum tað er? – Tað er tematiskt nakað, ið renn­ur gjøgnum allar yrkingarnar, at tað eru sera nógv ting, ið mær ikki dámar. Tað er tó ikki í øllum førum hatur, ið sipað verður til. Altso ikki nakrir ávísar persónar, men eg valdi at nevna bókina soleiðis, sigur Høgni Mohr. Hóast tað er komið út á heystið, og tað hvítnar í tindunum, so er Høgni í stuttum buksum. Súkklan stendur uttanfyri. Í morgun hevur hann verið ein túr uppi á Kongavarða. Vil vera formleysur Hetta er fyrsta yrkingasavnið, ið Høgni Mohr gevur út. Hann heldur seg kortini ikki til tann klassiska háttin at yrkja við rími og rytmum. – Tað er formleyst. Mítt per­ spekt­iv inn á ta tíðina, vit líva í, er, at tað er formur og ikki so nógv innihald. Okkara lív og okk­ ara samfelag er sera nógv form­ur. Eg vil eitt sindur burtur frá tí, og royni heldur at hava meir inni­ haldi. Tað formleysa ímyndi eg mær sum træðrir, sum fara út og enda onkustaðni og vaksa seg til eitt ella annað, sigur hann. Egnir tankar um deyðssyndirnar Hvat er innihaldið í hesum yrk­ inga­savninum? – Onkur vil helst kalla tað ”Stream of consciousness”, tað við siga ”tankastreymar”. Tankar, ið streyma gjøgnum mítt høvd. Tí er tað mítt sjónarhorn. Fyri at tað ikki skal flóta út í einki, so havi eg loyvt mær at vera eitt sindur form­leysur, og tó, eg havi sett mínar tankastreymar í kassar, ið eg kalli ’deyðssyndir’. Talan er um tær klassisku deyðssyndirnar, sigur Høgni Mohr. Yrk­inga­ savnið er 156 blað­síður. Tal­an er bæði um føroysk og altjóða við­ur­skifti. – Yrkingasavnið er sam­felags­ kritiskt. Í útgangsstøðinum eri eg nógv ímóti nógvum tingum. Tað er eisini ein roynd at pilka autoritetir niður. Nógv, haldi eg, taka sær rættindi til at definera nógv ym­ iskt. Við tíðini verður hetta rætt, bara tí hesir persónarnir siga tað, sigur rithøvundurin. Roynir tú at seta spurnartekin við autoritetar? – Ja. Tá ið øll hugsa tað sama, so er tað tað sama, sum at eingin hugsar, sigur Høgni Mohr. Rýma úr egnum eksistensi Er bókin politisk? – Hon hev­ur nakað við sam­felagið at gera, og politikkur er part­ur av samfelagnum. Tað er trupult at siga, hvat yrkingarnar eru, men lættari er at siga, hvar tær koma frá. Tær koma frá ekist­ensinum hjá menniskjanum, skilt á tann hátt, at út frá mínum sjón­arhorni, er tíðin merkt av eksistensiellum vegamóti. Eg kenni, at menniskjan er einsamøll. – Eg trúgvi, at nakað av tí, sum nakrir franskir filosoffar skriva um, og sum onnur eru dugnalig at endurgeva, at alt okkara grund­ ar­lag er roynt. Tær politisku ideo­logiirnar eru royndar, Gud er royndur, og tað er sum um vit hava vrakað alt hetta. Nú eru vit eitt sindur einsamøll við okkum HØGNA dámar ikki HØGNA Nýggjasta bókin í røðini hjá Høgna Mohr er eitt yrkingasavn