Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 126 11 sjálvum. Vit eru innanhokin eksistentielt, og alt er upp til okkum sjálv, og so síggi eg, at fólk royna at finna útvegir, ella rýmingarleiðir úr sínum egna eksistensi. Tað liggur til okkum menniskju, tí vit eru deyðilig og eru tilvitað um tað. Vit síggja tað millum annað í psykiatriskum diagonosum. Eg havi einki ímóti tílíkum diagonosum. Tað er bara vorðið ein sera natúrligur vegur at fara í okkara tíð, at um eg feili okkurt, so kann eg fáa frið ella eg finni ein útveg úr hesum, sigur Høgni Mohr. Ikki fangaður í skeivum kroppi, men í skeivum eksistensi Hvat meinar tú við? – Vit síggja tað millum annað í kjakinum um kyn. Ikki júst seksualitetinum, men í kyn­skjak­ in­um. Til dømis um ein persónur vil skifta kyn. Tað er legitimt at kenna tað soleiðis, men eg haldi, at í nógvum førum er tað ikki nakað við kynið at gera. Tað, sum útspælir seg, er menniskja sjálvt, sum ikki tolir ella hevur trupul­ leikar við sínum egna eksistensi. Onkursvegna royna vit at finna okkurt narrativ um okkara lív, sum er at yvirskoða, og av tí at vit altíð uppliva eksistensin úr egnum sjón­arhorni, so kunnu vit í hesum døminum hugsa: Eg vil finna ein veg úr mínum egna eksistensi, og tað kann eg gera við at skifta kyn. Tað ber til sum maður at ganga í konufólkaklæðum ella øvugt, ella at lata seg skurðviðgera fyri at orðna hetta. Sum eg síggi tað, er ein ikki fangaður í skeivum kroppi, men ein er fangaður í sín­ um egna eksistensi. Hetta gerst ein rýmingarleið hjá summum. Men tá ið ein kemur út, so hevur við­komandi framvegis sín egna eks­istens, sigur Høgni Mohr. – At fólk gera hetta ella líkn­ andi, havi eg stóra virðing fyri. Men eg trúgvi ikki altíð upp á narr­ativið, sum tey siga. Vit kunnu ikki heingja okkara eksistens upp á eina psykiatriska diagnosu ella eina fatan av, hvar vit eru kynsliga. Eg virði hesi fólkini, tí tey gera eina roynd at vera í hesum deyðiliga eks­istensinum. Tað er natúrligt, tá ið alt annað er koyrt til síðis, og ein ikki trýr upp á ideologiir ella nakra guddóm. Tað er ikki neyðugt at siga, at tað passar. Eg haldi, at tað er menniskja, ið út­spælir seg í einum nógv størri konteksti enn tað, at tað snýr seg um kyn, enn at tað snýr seg um, at ein er bipolarur ella hvat ein nú er kynsliga, sigur Høgni Mohr. Allir møguleikar fyri nøkrum størri eru úttømdir Er talan um at hylja tað veruliga, ið liggur aftanfyri? – Nei, tað er menniskja, sum merkir, at tað er trupult at vera menniskja. Tað hevur altíð verið trupult at vera eitt vesin, ið er deyðstilvitað. Tað er ikki nógv nýtt í hesum. Eg trúgvi, at tá ið allir hesir møguleikarnir fyri nøkrum størri eru úttømdir, at Gud ikki riggar, at nasisman ikki riggar, at kommunisman ikki riggar, og kapitalisman riggar so als ikki, so er brádliga alt upp til ein sjálvan, sigur rithøvundurin. Innanhokið – eisini fittness Er talan um individualismu? – Alt er innanhokið. Fólk halda, at tey kunnu finna sína æru í einum fittnessrúmi. Tað er sera syrgiligt at síggja. Úrslitið er ein ekstremur tómleiki. Tey finna út av, at kroppurin skal síggja út upp á onkran ávísan hátt, og so møtir ein teimum seinni, tá ið tey hava fingið henda stramma búkin og minna afturpartin, men so eru tey nógv minni fitt tá, í mun til tað, tey vóru áðrenn. Tað er keðiligt. Hetta er eisini ein leitan, ið endar í tí sama eksistensinum, sum ein var í áðrenn. – Ein kendur danskur gud­frøð­ ingur, Peter Kemp, hann er stut­t­ síð­ani deyður, segði, at fyrr trúðu fólk upp á tað, sum tey ikki vistu, nú trúgva fólk ikki upp á tað, sum tey vita. Tað er har, vit eru fangað. Vit agera út frá nøkrum, sum vit í grundini ikki trúgva, men kortini, so gera vit tað. Hansara niðurstøða er, at vit trúgva ikki upp á tað, at menniskjan er ein Sum eg síggi tað, er ein ikki fangaður í skeivum kroppi, men ein er fangaður í sínum egna eksistensi. Hetta gerst ein rýmingarleið hjá summum Eg skrivi ikki fyri at fólk skulu dáma meg ella tað, sum eg gevi út. Eg vil hvørki vera vælumtóktur ella standa væl í eygunum á nøkrum Høgni Mohr, rithøvundur Mynd: Álvur Haraldsen Framhald á síðu 12