hósdagur 31. oktober 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 126
12
SAMRØÐA
partur av framtíðini í heiminum,
sigur Høgni.
Mín trúgv
Tað eru onnur, ið hava aðrar
áskoðanir og siga, at trúgvin ella
ideologiirnar bera, og at vit kunnu
halda fast í teimum. Hvat sigur tú
til hesi?
– Eg eri ikki trúboðari ella
prædikantur. Eg havi einki ynski
um, at onnur skulu lurta ella gera
sum eg, eg havi einki ynski um
at bestemma nakrastaðni. Men
eg havi ynski um at vísa, hvat eg
hugsi.
– Eg haldi, at vit hava øll brúk
fyri eksistensiellari uppdrift av
onkrum slagi. Okkum tørvar tað
fyri at tíma upp um morgunin held
ur enn at søkka niður í tað svarta
holið, sum flestu okkara kaga
niðurí viðhvørt. So vit noyðast
nokk at velja eitt narrativ til okk
ara tilveru. Tað frelsandi flotið
í hesum narrativinum kann til
dømis vera Jesus, meditatión, AA,
sólin, vistfrøði, Petur Mohr Dam,
Allah ella okkurt heilt annað. Tað
kann eisini vera onkur blandingur
av hesum, sum er treytaður av
tilveruliga dagsforminum. Inn
ast inni vita vit tó, at hetta er
okkara subjektivi sannleiki. Her
kyknar so tað tilveruliga para
doksið: Intellektuelt ella í dul
vitinum eru vit greið yvir, at vit
hava valt onkran hissini knaka
at heingja okkara tilveru uppá:
Vit trúgva fyri at kunna vera til.
Vit velja at trúgva. Tað vil siga,
at vit bæði trúgva og trúgva ikki.
Klára vit at liva við hesi dualist
isku sannføring, kunnu vit heysta
eyðmýkt. Tá viðganga vit nevni
liga, hvussu avmarkað vit eru. Tað
er kanska mín trúgv, sigur rithøv
undurin.
Hugskot frá fjalltúri
Høgni Mohr hevur arbeitt við
ætlanunum um eitt yrkingasavn
í nógv ár. Hann hevur í fleiri ár
skrivað ymiskt, ið hann hevur
hugsað um, niður. Tað er tó ikki
fyrr enn hetta seinasta árið, tá
ið hann hevur sett seg at arbeiða
burturav við hesum, at teir leysu
tankarnir eru vorðnar yrkingar.
Hann var millum annað í Reykja
vík og í Funningi, har hann hevur
sitið burturav og arbeitt við hes
um.
– Eg havi onga telefon, og eg
gangi heldur ikki við blokki upp á
mær. Men um eg á einum fjalltúri
til dømis fái nakrar tankar, so
royni eg at halda fast í teimum,
og tá ið eg komi heim, og um eg
framvegis minnist teir, so haldi
eg tað kanska vera vert at skriva
niður. Hetta er mín arbeiðsháttur.
Um eg ikki klári at halda fast við
ein setning ella eitt orð, so taki eg
tað soleiðis, at so er tað ikki vert at
hava við, sigur Høgni Mohr.
Tónleikur í orðunum
Í skrivingini dámar Høgna Mohr
væl at spæla sær við orðum.
– Mær dámar væl orðaspæl.
Eg arbeiði nógv við orðum, ljóð
um og eisini tí ljóðfrøðiliga. Mær
dámar væl setningar, at ein skal
glíða ígjøgnum teir. Tað skal vera
tónleikur í orðunum og í setning
unum.
- Eg skrivi ikki fyri at fólk skulu
dáma meg ella tað, sum eg gevi út.
Eg vil hvørki vera vælumtóktur
ella standa væl í eygunum á nøkr
um, sigur Høgni Mohr.
Journalistikkur er
bara formur
Høgni Mohr hevur í nógv ár ar
beitt sum journalistur. Men hann
hevur ikki bara góð orð at bera
teimum, ið arbeiða innan fakið.
– Eg haldi, at journalistikkur
er symptomatistur fyri tað, at vit
eru vilst sum samfelag og eksist
entielt, og tað vísir seg á tann hátt,
at journalistikkur er bara formur
og hevur so gott sum einki inni
hald, sigur Høgni Mohr.
Er tað tín niðurstøða?
– Ja. Tað er ikki tí at tað er
nakað galið við journalistikkinum
sjálvum, men hann er bara sum alt
er. Formurin kemur kanska upp á
bekostning av innihaldinum.
Vilt tú bróta burturúr hesum?
– Eg veit ikki, um eg nakrantíð
havi verið partur av hesum. Jú,
partvís havi eg, tí at eg eri eisini
eitt sosialt menniskja, so havi eg
eisini lyndi at gera, sum tað verður
væntað av einum. Møguliga er tað
tað – men tað er ikki tilvitað, sigur
Høgni Mohr.
Atfinningarsamur móti
KVF-journalastikkinum
Í bókini Fractura naci er tú sera
atfinningarsamur móti journal
istikkinum, sum serliga Kring
varpið borðreiðir við. Er tað ikki
eitt sindur sjálvmótsigandi, at
vera so atfinningarsamur til tað,
sum eisini hevur verið títt egna
livibreyð?
– Tá ið tú fyrst leggur til merkis,
hvussu tað gongur fyri seg, tá ið
sjónvarp verður gjørt, so havi eg
ikki hug at hyggja longur. Soleiðis
havi eg tað. Áðrenn mín fyrsta ar
beiðsdag í útvarpnum, sá útvarpið
heit øðrvísi út. Men tá ið eg so
legði til merkis, hvussu tíðindi
vera til, eg sá tilgongdirnar og sá,
hvussu alt hongur saman sosialt,
broyttist støðan. Á redaktiónini
eru fólk og fraktiónir, ymisk
áhugamál og virðisgrundarløg,
sosial hirakiir, og øll tilgongdin er
tengd at so nógvum subjektivum
tingum. Tað eru eisini nógv frával.
Hyggjarin og lurtarin vita ikki um
tað. Tá eg upplivi tað, so hoyri eg
alt á ein annan hátt. Eisini har
eru tað bara menniskju, og tingini
fara ikki altíð gjøgnum professi
onellar tilgongdir, men sosialar
konstruktiónir, og tað, ið kemur
út, er eitt úrslit av hesum. Tað er
einki guddómiligt yvir hesum, sig
ur Høgni Mohr.
– Journalistikkur er sera makt
fullur. Tað er hann eisini merktur
av. Men so kemur menniskja eisini
í spæl. Maktsjúka er útbreidd mill
um journalistar, og tað er hon eis
ini millum politikkarar. Alt hetta
tilsamans ger, at tað verður ong
antíð tað sama aftur. Hetta er mín
tilgongd til journalistikk, sigur rit
høvundurin.
Ongan bil, fartelefon
ella facebook
Seinastu trý árini hevur Høgni
Mohr arbeitt meir ella minni
burturav sum rithøvundur. Hann
hevur tó gjørt ymiskt annað ar
beiði inn í millum.
– Sjálvt um eg ikki seti stór
krøv – eg havi til dømis ongan
bil, onga fartelefon, eg royki ikki
og eg drekki ikki – so eri eg eisini
eitt kjøtligt menniskja, ið eisini
havi tørv á eitt sindur av peningi,
men ikki so nógvum. Av fíggjar
ligum orsøkum havi eg tí tikið
nakrar vaktir í útvarpinum ella
í sjónvarpinum. Eg havi eisini
arbeitt fyri nakrar útlendskar
sjónvarpsrásir. Mítt ynski er tó at
skriva burturav, sigur vágbingurin
í Havn.
Draga lut um starvslønir
Høgni Mohr hevur fleiri ferðir
alment átalað Mentanargrunn
Landsins, at grunnurin bara stuðl
ar nøkrum fáum persónum. Um
átalurnar hava gjørt mun, skal
ikki sigast her, men seinast, Ment
anargrunnurin játtaði starvslønir,
fekk Høgni Mohr tillutað seks
mánaðir starvsløn. Tey 18 árini
frammanundan, tá ið starvslønir
hava verið latnar, hevur hann bara
fingið seks mánaðir starvsløn til
samans.
– Nú havi eg ikki fingið so stóran
bita av køkuni. Men nú gerist eg ein
partur av trupulleikanum, og tað
er eitt sindur paradoksalt. Eg havi
funnist at tí subjektiva valinum
hjá Mentanargrunninum. Mær
dámar ikki, at tað eru menniskju,
ið skulu taka støðu til, hvør skal
hava og hvør ikki skal hava. Mær
dámar ikki formin. Betri hevði
verið at havt ein posa við øllum
nøvnunum í, og so skuldi onkur
kontórmús í Mentamálaráðnum
drigið nøvn upp, sum fingu starvs
løn. So kundi eingin siga, at við
komandi fær, bara tí at eitt ella
annað. Carl Jóhan Jensen er ein
góður rithøvundur, og eg unni
honum alt tað, ið hann hevur
fingið. Men alt tað sosiala í Før
oyum er ræðuligt. Bæði tí at tað
er subjektivt, men eisini tí at tað
verður yvirkompenserað, soleiðis
at onkur ikki fær, tí at viðkomandi
kennir onkran í nevndini ov væl,
sigur Høgni Mohr.
Ber til at liva av starvsløn burt
urav?
– Tá ið eg ikki havi dýrar vanar,
so skal ikki so nógv til. Eg havi
ikki facebook, og eg brúki bara
teldupost til samskifti. Eg eri
nógv, nógv meira effektivari við
telduposti, enn øll, ið ganga runt
við fartelefonum og facebook. Um
eg fái eina nóg góða grund til at
fáa mær fartelefon og facebook,
so hevði eg kanska fingið mær tað,
men eg havi ikki fingið grundina
enn, sigur Høgni Mohr.
Fleiri bøkur fyri framman
Høgni hevur skrivað fleiri bøkur. Í
Fractura nasi skrivar hann um ein
súkklutúr til allar bygdir og býir í
Føroyum, men eisini um hansara
egna uppvøkstur og upplivingar.
Bókin kemur í næstum út í
danskari týðing.
Hann er longu í gongd við at
skriva aðra bók, nevniliga eina
eksistentiella lívssøga, sum hann
hevur arbeitt við síðani 2012. Hann
hevur skrivað umleið 1000 síð
ur, men bókin verður væntandi
umleið 300 síður, og nú er hann
í gongd við at barbera 700 síður
burtur. Hann vónar, at tann bókin
kemur út komandi ár.
Í vetur fer hann til Tjørnuvíkar
at arbeiða við hesi bókini í fýra
mánaðir.
– Eg arbeiði best á tann hátt at
fara burtur heimanífrá og bara
hava skrivingina at hugsa um.
Eg var eisini fýra vikur í Álandi
í summar, og tá fekk eg nógv
burturúr. Eg fór við súkkluni við
Norrønu til Hirtshals og súkklaði
allanvegin til Áland, og fýra vikur
seinni súkklaði eg heimaftur. Til
samans 1600 kilometrar, sigur
Høgni Mohr.
Svikin og bukaður
Í bókini Fractura nasi er Høgni
Mohr rættiliga persónligur og
opinskáraður, har hann millum
annað kemur inn á, at hann sum
smádrongur varð svikin og buk
aður av stjúkpápanum.
Tín bakgrund, merkir hon tína
skriving?
– Eg haldi, at mín uppvøkstur
og tað DNA, ið eg havi í mær,
hevur kanska gjørt, at eg havi
leitað meira. Eg veit ikki, um tað
hevði gjørt nakran mun, um upp
vøksturin hevði verið ein annar.
Tá ið eg var barn og ungur, lá nógv
innibyrgt í mær. Tann drongurin,
ið eg var einaferð, er ikki til long
ur. Eg eri ikki tann drongurin.
Mín høvuðsuppgáva við mín
um lívi er at vera góður við tann
dreingin. Hetta gevur ikki rætti
liga meining, men eg haldi, at
hetta er svarið upp á nakað sera
eksistentielt, um ein manglar
kensluna av móðurkærleika, sum
eisini er eitt hugtak, ið fevnir um
annað enn bara mammuna hjá
einum. Tú mást onkursvegna ger
ast tín egna mamma. Hetta ljóðar
sera egoistiskt, men tað er sera
eksistenstielt at hava ein mammu
figur. Hann definerar tína kenslu
av, at tú ert verdur at elska. Um
hetta hevur manglað í uppvøkstr
inum, so merkir hetta teg, sigur
Høgni Mohr.
Fractura nasi til film
Ætlanin er, at Fractura nasi skal
gerast til film. Torfinnur Jákups
son hevur fingið rættindini, og
hann arbeiðir í løtuni við at gera
handritið til filmin. Høgni Mohr
sigur, at hetta er hansara verkætl
an, og tí blandar hann seg ikki upp
í. Enn dugir Høgni ikki at siga, nær
ella um filmurin kemur út.
Vit eru lidnir at práta. Høgni fer
á hjólhestin. Ætlanin eru tó ikki at
súkkla teir nógvu kilometrarnar í
dag. Men hvør veit – kanska onkrir
nýggir tankastreymar koma, sum
ein dag koma út í bók.
BØKUR FRÁ HØGNI MOHR
mær dámar ikki høgna hoydal, 2019
Slepp tær til heiti fani, 2018
Fractura nasi, 2017
Sannleikin um ástarævintýrið, 2013
Tá deyðin verður avdúkaður, 2010
Ali babba og 49 aðrar blaðgreinir, 2006
Askur & Embla, 2006 (týðing)
Betri hevði verið at havt ein posa við
øllum nøvnunum í, og so skuldi onkur
kontórmús í Mentamálaráðnum
drigið nøvn upp, sum fingu starvsløn
Framhald frá síðu 11