hósdagur 31. oktober 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 126
13
VILMUND JACOBSEN
H
øvuðsmotorurin á
Vesturbúgvanum
skal høvuðsklassast,
og tað merkir, at allur
motorurin skal skúvast sundur
og setast saman aftur. Men,
hetta er ikki tað einasta, sum
skal gerast við skipið.
Dánjal í Skálum, reiðari, sigur,
at køliskipanin umborð skal
eisini skiftast. Eysturbúgvin
hevur skift skipanina fyri fáum
árum síðan.
Eysturbúgvin liggur eisini
við bedingsbryggjuna í Havn,
har ymiskt viðlíkahald verður
gjørt, nú Vesturbúgvin kortini
liggur og helst kemur at verða
úr vinnu tað mesta av tveimum
mánaðum.
Skiftu motor
Eysturbúgvin og Vesturbúgvin
eru systirskip, og tað eru eini
15 ár síðan, at Vesturbúgvin
skifti motor. Fyri nøkrum árum
síðan brotnaði eisini motorurin
á Eysturbúgvanum, og hann er
soleiðis lutfalsliga nýggjur.
Tað eru eisini bert fá ár
síðan, at køliskipanin umborð á
Eysturbúgvanum varð skift.
Dánjal í Skálum, sum sjálvur
gavst at sigla fyri eini 4-5 árum
síðan, sigur, at eigararnir stóðu
eitt sindur spyrjandi, tá mot
orurin á Vesturbúgvanum
mátti skiftast – og nøkur ár
seinni eisini motorurin á Eystur
búgvanum.
- Eg haldi, vit høvdu vænta, at
motorarnir fóru at koyra nøkur
ár longri, viðgongur reiðarin í
Vestmanna.
Seks tangar
Í mun til flestu aðrar ísfiska
trolarar, vórðu bæði Eystur
búgvin og Vesturbúgvin upp
runaliga bygdir við tangum og
einari minni ísfiskalast til kør.
Tangarnir taka eini 115-120 tons
av fiski, og vanliga ísfiskalastin
tekur eini 40 tons í kørum, tá
hon er á tremur.
- Tað eru tvær køliskipanir til
teir seks tangarnar, og nú skipið
liggur, verða báðar skipaninar
skiftar, sigur reiðarin.
Dánjal í Skálum vísir á, at tá
teir lótu Vesturbúgvan byggja
fyrst í nítiárunum, gjørdu teir av
at fáa sær tangar og eina minni
ísfiskalast.
- Aftrat vanligu upsaveiðini,
hugsaðu vit í fyrsta lagi um
sild, men eisini um makrel, sum
tó ikki fekst í somu nøgdum tá
sum í dag. Seinni eru tangarnir
so komnir til góðar við upp
sjóvarfiski, og her er tað serliga
makrelurin, sum hevur havt sín
týdning. Vit kundu tó hugsað
okkum at sloppið at fiskað
enn størri nøgdir av makreli,
tá tilfeingið gjørdist munandi
størri, enn tað var, og nú skipini
eru so vælegnaði til tað, sigur
hann.
Teir seks tangarnir, sum
systirskipini, Eysturbúgvin og
Vesturbúgvin hava, vóru upp
runaliga í skipunum, men fyri
eini 5-6 árum síðan vórðu tveir
av tangunum – ein í hvørjum
borði – gjørdir tvífalt so stórir.
Seks samdøgur
Í fleiri ár hava Eysturbúgvin,
sum sandoyingar eiga og Vestur
búgvin, sum altíð hevur verið
heimahoyrandi í Vestmanna,
fiskað gulllaks saman.
- Vit fiska vanliga gulllaks frá
fyrru hálvu av apríl og til nakað
út á neystið. Tá vit eru á hesari
veiði, fylla vit altíð kørini fyrst,
og tá kørini eru full, fylla vit í
tangarnar. Á gulllaksaveiði hava
vit altíð fekst vatn - og ikki sjógv
- í tangunum, tí hildið verður,
at sjógvurn setir ein ov saltan
smakk í farsið, sum verður
virkað úr gulllaksinum. Sjógv
urin krystaliserar eisini fiskin
og ger, at bindievnið í farsinum
ikki verður so gott sum annars.
Dánjal í Skálum sigur, at
tangarnir rigga væl til tað, sum
annars hevði verið ísfiskur í
kørum, men frá tí, at teir byrja
at koyra fisk í tangarnar, skal
túrurin ikki gerast longri enn
seks samdøgur.
- Tá vit køla fiskin í tangunum
við sjógvi, hava vit eina líðandi
útskifting av sjógvi, og tað
hevur nógv at siga fyri fiskin,
sum verður landaður. Tað kann
ikki samanberast at hava kør
við sjógvi og ísi – og so at hava
ta køliskipan, sum vit hava í
tangunum. Tað hevur avgjørt
sín týdning, at útskifting er í
tangunum. Men, tað riggar eisini
at køla fisk í kørum við ísvatni,
leggur hann aftrat.
Fyrimunir og vansar
Reiðarin í Vestmanna sigur, at
tað er við køling í tangum sum
við so nógvum øðrum, og her
kunnu vit saktans snakka um
fyrimunir og vansar.
- Tá vit fiska upsa, sum vit
vanliga gera um veturin, vita vit,
at tá vit hava koyrt fyrstu upsar
nar í tangarnar, vita vit eisini
neyvt landingardagin, sum í
mesta lagi verður seks dagar
seinni, sigur Dánjal í Skálum.
Hann leggur aftrat, at tað
sjálvsagt hevði verið ein minni
íløga, um Eysturbúgvin og
Vesturbúgvin bara høvdu kør og
vanliga last, men tað er so eingin
ivi um, at tá ræður um makrel og
sild eru kølitangarnir ein stórur
fyrimunur fyri ikki at siga ein
avgerandi treyt.
VILMUND JACOBSEN
Ein stórur partur av virk
seminum hjá partrolarunum,
Eysturbúgvanum og Vestur
búgvanum, er gulllaksaveiðan,
har vertíð er frá fyrru hálvu av
apríl til nakað út á heystið.
- Jú, eg haldi, vit kunnu siga, at
árið í ár samanlagt hevur verið
á einari leið. Men, vit noyðast at
ásanna, at teir stóru og skjótu
túrarnir, sum plagdu at vera á
gulllaksi, eru ikki líka nógvir,
sum teir vóru, tá tað gekk best.
Tað sigur Dánjal í Skálum,
reiðari á Vesturbúgvanum.
Um gulllaksaprísin, sigur
hann, at teir fingu 5,10 krónur
fyri kilo í vertíðini í ár, men
hann heldur fyri, at prísurin á
gulllaksi er lítið broyttur hesi
seinnu árini.
Upsaveiðan hevur verið skift
andi. Onkrir partrolarar hava
gjørt góð hál og síðan hevur
einki verið at fingið.
- Eg vil siga, at tá upsaveiðan
roynist væl, loysir hon seg betur
enn gulllaksaveiðan, men tá
upsaveiðan ikki roynist, gevur
gulllaksaveiðan meira.
Dánjal í Skálum sigur, at tað
eru einar 2-3 krónur á muni á
prísinum á gulllaksi og upsa,
og tað er hetta, sum ger munin,
leggur hann aftrat.
NOYÐAST HELST AT LIGGJA
Í EINAR TVEIR MÁNAÐIR
Ísfiskatrolarin, Vesturbúgvin,
sum partrolar saman við
Eysturbúgvanum, stendur í løtuni
á bedingini hjá Mest í Havn.
Skipið kom upp í síðstu viku,
men hetta verður helst ein longri
steðgur hjá skipi og manning
Prísurin á gulllaksi er lítið broyttur
- Prísmunurin á gulllaksi og upsa
ger, at upsin loysir seg betur, tá
veiðan er góð, sigur ísfiskareiðari
Her stendur Vesturbúgvin á bedingini hjá Mest í Havn, har motorurin
verður høvuðsklassaður, og køliskipanin verður skift