Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-31, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 126 16 Lærlingar TEMA: lærlingar Tørvur hevur verið á fleiri lærlingum í Føroyum, serliga í handverksvinnuni, men hákonjuktururin seinastu árini hevur havt við sær, at fleiri ung fólk hava søkt lærupláss enn áður STEINAR PATURSSON F yri nøkrum árum síðani vístu bæði Handverks­ meist­arafelagið og Vinnu­ húsið á, at stór­ur tørvur var á lærlingum í Før­oy­um, og um­støðurnar kring hand­verks­ lær­urnar mátti betrast. Magni á Lakjuni, stjóri fyri yrkis­rættað miðnám á Glasi, sig­ ur, at talið á lærlingum seinastu ár­ini hevur verið vaksandi, og ser­liga í fjør í vóru nógvir nýggir lær­lingasáttmálar undirskrivaðir. Magni á Lakjuni vísir ann­ars á, at talið á nýggjum lær­linga­sátt­ málum fylgir rættiliga væl við konjukturinum í Føroyum. Í góð­ um tíðum, tá tað er nógv at gera, verða nógvir nýggir sáttmálar undirskrivaðir, meðan talið verður færri, tá tað er lágkonjukturur. - Lærlingatalið avhongur nógv av konjukturinum. Í løtuni eru vit væl fyri fíggjarliga, og hjólini mala skjótt. Tá er stórur tørvur á lærlingum, og av tí sama eru sera nógvir lærlingar í løtuni, sigur Magni á Lakjuni. - Tað at lærlingatalið er so tengt at konjukturinum í sam­ felagn­um er óheppið. Um tú til døm­is sum 18 ára gamal ynskir at gerast timburmaður í einum lág­konjukturi, kann hetta gerast ómøgu­ligt. Tá er ringt at fáa læru­pláss, og dreymurin at gerast hand­verkari má útsetast í fleiri ár, til pílarnir visa uppeftir aftur. Hetta virkar eisini til at fleiri ung finna sær aðrar leiðir at fara, sigur Magni á Lakjuni. Yrkisútbúgvingar skipast betri Álit varð í fjør handað táverandi landsstýriskvinnu í mentamálum, Rig­mor Dam, um hvussu økið inn­ an yrkisútbúgvingar kann skipast á betri hátt, soleiðis at talið á lær­ ling­um gerst meira støðugt og minni bundið at konjukturinnum. - Ein av niðurstøðunum var mill­um annað , at mann frá al­ TALIÐ Á LÆRL FYLGIR KONJU Talið á nýggjum lærlingasáttmálum hvørt ár 0 100 200 300 400 500 2001 2003 2005 2007 2009 2011 2013 2015 2017 Nýggir lærlingasáttmálar Trendur Kelda: Yrkisdepilin