hósdagur 31. oktober 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 126
17
mennari síðu skulu inn at viðlíka
halda bygningar og seta í verk
størri verkætlanir í ringum tíðum
eisini, meðan vit halda aftur í góðu
tíðunum. Um tú hyggur eftir lær
lingatølunum frá ringastu tíðun
um í '92 og '93, so vóru vit niðri á
umleið 30 ella 40 lærlingum, sum
skrivaðu sáttmála. Undir teimum
umstøðunum sleppur tú ikki í
læru, tí at tað er ov lítið at gera. Til
samanberingar vóru 377 sáttmálar
undirskrivaði í 2018, og í 2019 sær
talið út til at liggja um 400, ið er
umleið helvtin av einum árgangi.
Yrkisútbúgving gevur
nógvar møguleikar
Hinvegin metir Magni á Lakjuni ikki,
at tað hevur so stórar avleiðingar,
at nógvir handverkarar verða
útlærdir í hákonjukturi og at ar
beiðsmarknaðurin her heima
verður mettaður. Handverkarar er
ein rættiliga mobil arbeiðsmegi og
kann lættliga flytast tvørtur um
landa- og arbeiðsmørk.
- Ein fyrimunur við handverks
útbúgvingini er, at tú ert mobilur
og kanst brúkast allastaðni. Tá tað
er lítið at gera her á landi, kanst
tú fara at arbeiða í útlondum.
Samstundis er eisini lætt at fara
undir víðari lesnað við handverks
útbúgving, sigur Magni á Lakjuni.
Magni á Lakjuni sigur, at lut
falsliga talið á lærlingum er eisini
rættiliga høgt í Føroyum í mun til
okkara grannalond. Í miðal skriva
36 prosent av einum árgangi undir
lærlingasáttmála. Tað talið er í
Danmark 18 prosent.
Summi velja skúlan áðrenn
Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu
lærlingar velja at avgreiða skúla
gongdina. Tað ber til at taka skúla
skeið á bæði 20 og 40 vikur bein
anvegin, soleiðis at tær vikurnar
síðani verða tiknar av lærutíðini.
Samlaða tíðin á skúlabeinki undir
læru er 55 vikur, og teir næmingar,
sum so byrja við at taka 40 vikur í
skúla, áðrenn teir fara undir lær
una, hava sostatt bert 15 vikur av
skúla, meðan teir eru í læru.
- Tað valdast eitt sindur eitt
sindur um fakøkið, um tey velja at
taka skúlagongdina fyrst. Innan
fyri hárfríðkan er tað ofta, at tey
velja at taka skúlan, áðrenn tey
fara í læru. Annars er tað nokk
so blandað fyri hinar deildirnar,
har summir næmingar byrja við
at fara í læru, meðan onnur byrja
við at taka skúlaskeið, sigur Magni
á Lakjuni.
Í løtuni eru sjey ymiskar greinar
innan yrkisrættað miðnám á
Glasi. Skúlagongd er fyri bilsmiðir,
maskinsmiðir, rør- og blikksmiðir,
elektrikkarar,
timburmenn,
snikkarar og hárfríðkan, og innan
tey yrkini ber til at avgreiða alla
skúlagongdina í Føroyum. Innan
onnur fak, so sum køliteknikk
ella gartnara, er neyðugt at fara
niður til Danmarkar at avgreiða
skúlagongdina.
LINGUM
UKTURINUM
Nýggir lærlingasáttmálar samanborið við almennar íløgur
Nýggir sáttmálar
0
125
250
375
500
Íløgur í mió. kr.
0
0.55
1.1
1.65
2.2
2003
2005
2007
2009
2011
2013
2015
2017
Almennar íløgur í túsund kr.
Nýggir sáttmálar
Kelda: Yrkisdepilin