hósdagur 31. oktober 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 126
18
– Longu sum heilt ungur visti eg, at eg skuldi
vera elektrikari. Onkur annar sigur, at tað er
ringt at klára seg fíggjarliga sum lærlingur, men
tað haldi eg ikki. Mær dámar sera væl, sigur
Ægir T við Úlvsá úr Havn, sum er í gongd við
fjórða árið sum lærlingur hjá LM Electric
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
19
ára gamli Ægir T. við
Úlvsá er ein av teim
um mongu hundr
aðtals lærlingunum
í Føroyum. Í fjør vórðu 359 læru
sáttmálar undirskrivaðir, og av
teimum vóru 42 lærusáttmálar
sum elektrikarar.
Tá ið Ægir T. við Úlvsá hevði
gingið níggju ár í Venjingarskúl
anum/Skúlanum á Fløtum, valdi
hann at fara á Tekniska Skúla í
Smiðjugerði.
– Sum smádrongur og hálv
vaksin dámdi mær væl at fáast
við el-tól, og eg var áhugaður at
læra meir um hetta. Eg havi tikið
nakrar teldur og sjónvørp sund
ur og sett tey saman aftur. Eg
fekk tað ofta at rigga aftur, men
onkuntíð havi eg eisini oyðilagt
tólið, ið eg hevði tikið sundur. Eg
visti, at eg skuldi vera elektrikari,
sigur ungi lærlingurin.
Ægir T. við Úlvsá byrjaði á el-
deildini á Tekniska Skúla, har
hann gekk í eitt ár og tók Yrkis
nám 1 og 2.
Ringt at fáa lærupláss
Tað var tó ikki so lætt hjá honum
at fáa lærupláss.
– Eg byrjaði at søkja lærupláss
í mars mánaði, men eg fekk fleiri
nei. Allir søgdu, at teir høvdu nóg
mikið av lærlingum. Eg royndi at
vera framligur og var eisini og
vitjaði hjá LM Electric, men har
var einki lærupláss at fáa tá, søgdu
teir. Eg hevði tó hoyrt frá onkrum
lærara, at LM Electric fóru at hava
tørv á lærlingum, so triðju ferð, eg
vendi mær til LM Electric, slapp
eg til samrøðu, og ein tíma aftaná
ringdu teir og søgdu, at eg hevði
fingið lærupláss, sigur Ægir T. við
Úlvsá.
Av tí at hann hevði skúlan
frammanundan, fekk hann 40
vikur góðskrivaðar av lærutíðini.
Av tí sama hevur hann ikki verið
í skúla aftur, síðani hann byrjaði
hjá LM Electric. Nú í januar skal
hann í skúla í 10 vikur, og ein
mánað aftaná skal hann byrja upp
á sveinaroyndina. Í oktober kom
andi ár verður hann væntandi lið
ugur við læruna.
Á Glasi, Sundi og SMS
– Eg visti ikki rættiliga, hvat eg
skuldi vænta, tá ið eg byrjaði her.
Men tað hevur verið sera gott, og
eg eri glaður fyri at arbeiða her,
sigur Ægir T. við Úlvsá.
Í lærutíðini hevur hann ar
beitt nógv á Glasi, inni á Sundi og
ymsastaðni í SMS. Í løtuni er hann
saman við nógvum øðrum hand
verkarum í gongd við at umvæla
Burger King í SMS.
– Tað hevur verið nógv tíðar
trýst á at fáa arbeiðini liðug, og tí
hava vit arbeitt nógv yvir, millum
annað tá ið vit hava gjørt Hornið,
Sunset og nú Burger King. Tí hava
TEMA: lærlingar
Visti at eg skuld
Ægir T. við Úlvsá er lærlingur í LM Electric. Nú arbeiðir hann við at gera umvælingararbeiðið liðugt í Burger King í SMS
Mynd: Álvur Haraldsen