hósdagur 31. oktober 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 126
19
vit eisini arbeitt nógv yvir, sigur
ungi havnarmaðurin.
Nógv yvirtíð
Honum dámar væl at arbeiða yvir,
tí tað merkir eisini, at hann fær
meira pengar.
– Vit hava ofta arbeitt til klokk
an 20 kvøldi, og onkuntíð hava vit
eisini arbeitt til klokkan 24. Tá ið
eg havi arbeitt mest, arbeiddi eg
næstan 100 tímar í eina viku. Tá
varð eg sera troyttur, og vit fingu
nakrar frídagar aftaná, sigur Ægir
T. við Úlvsá.
Hann undirstrikar tó, at tað er
ikki vanligt at arbeiða so leingi,
men at tað er, tá ið okkurt skal
gerast liðugt til eina ávísa tíð.
Lærlingalønin er ikki tann heilt
stóra. Fyrsta árs lærlingar fáa um
50 krónur um tíman, og lønin
hækkar so líðandi, til hon er uppi
á 83 krónur um tíman fyri fjórða
árs lærlingar.
– Tað eru yvirtímarnir, ið geva
nakað. Tí sigi eg næstan altíð ja,
tá ið vit arbeiða yvir, sigur Ægir
T. við Úlvsá.
Bara forsyrgjarar hava
tørv á skattalætta
Uppskot er nú frammi um, at
lærlingar skulu tjena 50.000
krónur skattafrítt. Hetta er mill
um annað, tí at vinnan rópar
eftir at fáa handverkarar, og so
vilja politikkarar gera tað meira
spennandi at velja eitt lærupláss
hjá teimum ungu.
Ægir T. við Úlvsá heldur hetta
ljóðar gott, men hann heldur tó
ikki, at hann hevur ov lítið av
pengum.
– Eg haldi ikki, at lærlingar hava
tað so ringt. Eg búgvi heima og
havi tí ikki tørv á so nógvum. Eg
dugi at síggja, at um onkur hevur
hús og børn, so er tað fullkomiliga
ómøguligt at fáa tað at hanga
saman fíggjarliga, men um tú býrt
hjá foreldrunum og fært mat og
alt annað, so er tað kanska ikki
neyðugt við skattalætta.
– Eg hoyri, at onkur lærlingur
sigur, at tað er sera hart fíggjarliga
at vera lærlingur, men eg haldi, at
tað er bara galdandi, um ein er for
syrgjari, sigur lærlingurin.
Ungi havnarmaðurin sigur
seg ikki brúka so nógvar pengar.
Hann roynir heldur at spara upp.
Hann hevur tó ein bil, sum er ein
Mercedes frá 1999. Bilurin er hans
ara størsta útreiðsla.
– Eg koyri við honum til ar
beiðis og geri onkrar smærri túrar,
sigur Ægir T. við Úlvsá.
Ikki farið uttanlands
at arbeiða
Fyri 20 – 30 árum síðani var stórt
arbeiðsloysi innan handverk
aravinnuna í Føroyum, og tá leit
aðu nógvir handverkarar uttan
lands at arbeiða.
– Eg vænti ikki, at eg hevði farið
í læru, um einki arbeiði var at fáa
í Føroyum og neyðugt var at fara
uttanlands at arbeiða. So hevði
eg valt okkurt annað, sigur Ægir
T. við Úlvsá.
Hann vísir eisini á, at tað er ein
stórur fyrimunur, at til ber at fáa
alla útbúgvingina í Føroyum.
Dugi tað mesta
Tá ið arbeitt verður á byggipláss
um, eru teir ikki bara elektrikarar,
men handverkarar frá fleiri øðr
um fyritøkum eisini. Tað ger eisini,
at hann er komin at kenna fleiri
onnur fólk, ið arbeiða innan fleiri
ymisk øki.
Tað er ójavnt, hvussu nógv
starvsfólk frá LM Electric, ið hava
arbeitt á teimum ymsu arbeiðs
plássunum, men síðstu tíðina í
SMS hava teir verið umleið tríggir
frá LM Electric.
– Í fyrstuni var tað ofta onkur
av teimum útlærdu ella eldru
lærlingunum, ið hjálptu mær og
hugdu at tí, sum eg hevði gjørt.
Men nú dugi eg tað mesta ella
finni út av tí. Nú verði eg onkuntíð
brúktur at hyggja at tí, sum teir
yngru lærlingarnir gera, sigur
Ægir T. við Úlvsá.
Starvsfólkatiltøk
Eftirspurningurin á lærlingum
er broyttur síðstu árini. Vinnan
skríggjar eftir handverkarum, og
í løtuni hevur LM Electric 26 lær
lingar av umleið 65 starvsfólkum.
– LM Electric er eitt gott arbeiðs
pláss, og tað verður eisini gjørt
ymiskt fyri samanhaldið millum
starvsfólkini. Í fjør vóru vit øll ein
túr í Riga í Letlandi. Vit hava eisini
verið nakrar starvsfólkaútferðir í
Føroyum, millum annað vóru vit
ein gongutúr millum Hellurnar
og Fuglafjørð. Jólafrokostirnir
eru eisini góðir. So plaga vit eisini
at vera til sveinaball hjá hvørjum
øðrum, sigur Ægir T. við Úlvsá.
Fleiri lærlingar eru komnir
síðsta árið, men fleiri av teimum
arbeiða í Eysturoynni.
– Eg haldi ikki, at tað man vera
so spennandi at koyra so langt
hvønn dag. Eg hevði nokk gjørt
tað, um eg skuldi, men eg eri glaður
fyri at eg arbeiði í Havnini. Tað er
nógv lættari, sigur lærlingurin.
Verkfrøði, installatør
ella maskinmeistara
Tá ið Ægir T. við Úlvsá verður út
lærdur í oktober komandi ár, veit
hann ikki enn, hvat hann fer at
gera aftaná.
– Eg veit ikki, hvat tað verður.
Eg vóni at sleppa at arbeiða víðari
eina tíð. Men kanska eg í framtíðini
fari at lesa okkurt víðari. Tað kann
kanska vera verkfrøði, installatør
ella maskinmeistari. Eg hugsi um
okkurt av hesum, sigur Ægir T. við
Úlvsá.
Fifa
Ægir T. við Úlvsá hevur ikki so
nógv frítíðarítriv.
– Eg havi íðkað eitt sindur av
ítrótti, tá ið eg var yngri. Bæði
fótbólt, hondbólt, fimleik og
rógving, men ikki longur. Áhugin
er ikki har longur. Eg plagi at fylgj
ast við vinmonnunum um viku
skiftið. Vit spæla telduspøl, serliga
Fifa, sigur Ægir T. við Úlvsá.
Onkrir av vinmonnunum eru
eisini lærlingar.
– Beiggi mín er timburmaður
og starvast í JEP smíð. Vit hava
onkuntíð arbeitt saman á arbeiðs
plássinum. Tað er nokk so stutt
ligt, sigur Ægir T. við Úlvsá.
i vera elektrikari
Um onkur hevur hús og børn, so er
tað fullkomiliga ómøguligt at fáa tað
at hanga saman fíggjarliga, men um
tú býrt hjá foreldrunum og fært mat
og alt annað, so er tað kanska ikki
neyðugt við skattalætta.
Tá ið eg arbeiddi
mest, arbeiddi eg
næstan 100 tímar í
eina viku.