hósdagur 31. oktober 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 126
20
Fráfallið
ov stórt
Sambært tølunum hjá Yrkisdeplinum er
fráfallið millum lærlingar í Føroyum alt
ov stórt. Fráfallið svingar rættiliga nógv
frá ári til árs; okkurt ár hevur fráfallið
verið átta prosent, meðan okkurt annað
árið hevur tað verið heili 42 prosent.
Í miðal liggur fráfallið oman fyri 30
prosent, og hóast hetta er ikki eins nógv
fráfall og í Danmark, so er tað ov høgt,
metir arbeiðsbólkurin, ið skrivaði tilmæli
til mentamálaráðharran í fjør.
Sambært tilmælinum kunnu vera
ymsar orsøkir til, at fráfallið er so stórt,
men skúlarnir meta, at ein av høvuðs
orsøkunum er, at næmingarnir vita ov
lítið um yrkið og yrkisleiðina, áðrenn teir
søkja lærupláss.
Fyrr lærdu nógv ung eitt sindur til
handverk heima við hús, og hetta virk
aði sum kunnleikastøði til víðari útbúgv
ing innan yrkið. Í dag er nógvar familjur
og nógv húski, ið einki tilknýti hava til
nakað handverk, og tískil hava næming
arnir ikki tann førningin, tá teir søkja
lærupláss.
Samstundis er handverk, ella P-fak,
sum tað varð kallað nógvastaðni, ikki
partur av skúlagongdini eftir 6. flokk
í flestu føroysku fólkaskúlunum
longur. Hetta hevur eisini við sær
avmarkaðan kunnleika til tær ymsu
yrkisútbúgvingarnar.
Í tilmælinum verður skotið upp at
bjóða út støðisár innan yrkisútbúgvingar
til teirra, ið ikki hava skrivað undir
lærlingasáttmála. Støðisárið skal virka
fyri, at næmingar fáa royndir innan
ymsu yrkini í eitt tíðarskeið, soleiðis at
avgerðargrundarlagið verður breidri, og
hetta skal so aftur minka um fráfallið.
Tað almenna
skal hava
fleiri
lærlingar
Tað almenna skal hava størri leiklut í at
útbúgva nýggjar lærlingar, serliga innan
skrivstovuyrki og onnur yrki, ið einamest
virka innan almenna geiran.
Tað er ein av niðurstøðunum í tilmæl
inum, ið varð handað mentamálaráðnum
í fjør.
Tørvurin hjá tí almenna á føðsluat
støðingum er stórur, men í løtuni eru
bert trý arbeiðspláss hjá tí almenna
góðkend at taka inn lærlingar. Hetta
bendir sambært tilmælinum á, at bert
trý almenn starvspláss útbúgva føðslu
atstøðingar, og hetta er ikki nokk til at
nøkta almenna tørvin.
Føðsluatstøðingar og føðsluhjálparar
arbeiða nógv innan almennar stovnar,
so sum á kantinum, dagstovnum og
ellisheimum, har uppgáva teirra er at
tryggja heilsugóðan mat, ið livir upp til
altjóða føðslutilráðingar. Útbúgvingin
er annarleiðis í mun til kokkayrkið, tí
føðsluatstøðingurin skal eisini hugsa um
føðsluvirðið í matinum heldur enn bert
matupplivilsið.
Men av tí at tað er ov trupult at fáa
lærupláss innan føðsluatstøði hjá tí al
menna, velja fleiri at fara í kokkalæru
ístaðin, og hetta er ein trupulleiki, stend
ur í tilmælinum.
Hóast tað almenna er og hevur verið
við til at útbúgva fólk til skrivstovuhald,
so er parturin hjá tí almenna alsamt
minkaður seinastu árini, og nú eru bert
25 prosent av øllum lærlingum innan
skrivstovu í almennari læru. Verður hugt
at øllum merkantila økinum, eru bert 10%
av øllum lærlingum, sum verða útbúgvin
innan almenna geiran.
Tað almenna hevur hevur eisini stóran
tørv á KT-útbúnum fólki, serliga KT-
supportarum. Tað almenna tekur í løtuni
ikki lærlingar innan yrkið, og hetta skuldi
verið broytt, soleiðis at tað almenna
eisini átekur sær sín part í at útbúgva
KT-supportarar, stendur í tilmælinum,
tí hetta er samstundis eisini ein vinna, ið
privati arbeiðsmarknaðurin hevur stóran
tørv á.
Yvirhøvur eigur almenni geirin at gera
eina avtalu um eitt støðugt lærlingatal,
eins og tað privata skal, stendur í tilmæl
inum. Tað almenna skal greina, hvussu
stórur tørvur er á lærlingum innan ymsu
yrkini, og síðani skulu mál ásetast fyri,
hvussu nógvir lærlingar skulu útbúgv
ast innan yrkini, sum til dømis skriv
stovufólk, føðsluatstøðingar og KT-
supportarar.
Nýggir lærusáttmálar innan fimm størstu yrkisgreinarnar
10
25
40
55
70
2001
2002
2003
2004
2005
2006
2007
2008
2009
2010
2011
2012
2013
2014
2015
2016
2017
2018
Timbur
El
Kontór
Maskin
Handil
STEINAR PATURSSON
TEMA: lærlingar