hósdagur 31. oktober 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 126
21
Fast tal á
lærlingum
um árið
Ein av niðurstøðunum í tilmælinum,
ið varð handað landsstýriskvinnuni í
mentamálum í fjør, var, at arbeiðast
skal fram ímóti at fáa fastari lærlingatal
hvørt ár.
Í tilmælinum verður víst á, at síðan
aldarskiftið er miðaltalið á nýggjum
lærlingum hvørt ár er beint oman fyri
267 lærlingar. Tó, so skiftir talið rættiliga
nógv frá ári til árs, tí at talið á nýggjum
lærlingum er rættiliga tengt at konjukt
urinum. Til dømis vóru 328 nýggir lær
lingasáttmálar undirskrivaðir í 2008, men
árið eftir var tað talið bert 173.
Arbeiðsbólkurin kom til ta niðurstøðu,
at neyðugt var fáa talið á nýggjum lær
lingum í fastari legu, sum so aftur kundi
virka konjukturjavnandi. Men fyri at
hetta kundi røkkast, vóru nakrar for
treytir, ið skuldu vera upp á pláss.
Høvuðsfortreytirnar eru millum
annað, at bæði land og kommunur gera
langtíðar íløguætlanir, og at peningur
verður settur av til byggiíløgur í lágkon
jukturi. Samstundis skal lærlingatalið
fylgja íløgunum, soleiðis at tá íløgurnar
eru so og so stórar, skal talið á nýggjum
lærlingum minka ella økjast hareftir.
Til at røkka hesum málinum og fyri
at umsita tær broytingar og tillagingar,
ið skulu til hvørt ár, verður í tilmælinum
skotið upp, at skipast skal fyri einum for
um, har umboð fyri ymisku partarnar
koma saman at avgreiða viðurskiftini.
Í tilmælinum verður skotið upp, at
aðalstjórar saman við kommunum og
fíggjarmálaráðnum umboða tað almenna,
meðan Handverksmeistarafelagið,
Arbeiðsgevarafelagið og Handilsvinnu
felagið umboða tað privata. Yrkisdepilin
skal virka sum neutralur skrivari fyri
forumið.
Tørvur
er á EUX
útbúgving
í Føroyum
Landsstýrinum varð eisini mælt at seta í
verk sokallaða EUX útbúgving í Føroyum,
sum vendir sær til teirra, ið hava tørv og
hug til bæði miðnám og yrkislæru.
EUX er ein útbúgving, sum bæði er
handalig og gymnasial. Tað vil siga, at
lærlingur, eftir lokna útbúgving, hevur
eitt sveinabræv innan handverk og eitt
gymnasialt prógv, svarandi til eitt HF
prógv.
- Hendan samansetingin letur upp
fyri fleiri møguleikum enn verandi lær
lingaskipan. Lærlingurin kann, eftir
lokna útbúgving, arbeiða sum sveinur
á læruplássinum ella søkja inn á hægri
lærustovnar til víðari lestur, so sum
verkfrøði, maskinmeistara, arkitekt v.m,
stendur í tilmælinum um EUX útbúgv
ingar.
Innihaldið í EUX útbúgvingunum er
sostatt eisini ein samanseting av yrkis
fakum, lærutíð og "vanligar" gymnasialar
lærugreinar á bæði A og B stigi. Av tí at
talan er um rættiliga umfatandi útbúgv
ing í mun til yrkislæru og miðnám, sum
tað er nú, verður lestrar- og lærutíðin
longri, og ein EUX útbúgving tekur mill
um fýra ár og níggju mánaðir og fimm ár.
Samstundis er EUX útbúgvingin
rættiliga krevjandi, og tí er neyðugt, at
lærlingurin er væl fyri bæði bókliga og
handaliga, fyri at fara undir eina EUX
útbúgving.
- EUX eru fyri næmingarnar, sum eru
væl fyri handaliga og bókliga og sum
ynskja yrkisvegin, samstundis sum tey
møguliga ynskja at fara víðari í útbúgv
ingarskipanini. Tey seinastu árini hava
fleiri dømi verið um, at næmingar velja at
fara í læru ella taka eina útbúgving innan
handverk eftir lokna miðnámsútbúgving
og umvent. Av tí at EUX er ein saman
seting av einari yrkisútbúgving og einari
gymnasialari útbúgving, er málbólkurin
millum annað hesi, stendur í tilmælinum.
Ítøkiliga varð mælt til, at tveir EUX
flokkar vórðu tiknir inn á Glasi - ein á
tekniska økinum og ein á kreativa økin
um, samstundis sum at EUX eisini skal
bjóðast út á Tekniska skúla í Klaksvík.
Fráfall millum lærlingar
0%
25%
50%
75%
100%
2006
2007
2008
2009
2010
2011
2012
2013
2014
2015
2016
2017
Staðið
Fráfall