Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-31, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 126 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 22 TÍÐARGREIN Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum. Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni, sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú. Tryggir karmar um fiskivinnuna Jógvan Elias Winther Poulsen advokatur Nú skulu aftur gerast broytingar í lóggávuni, sum setir karmar um fiskivinnuna. Millum endamálini við broytingunum er eisini hesaferð at seta tryggar karmar um fiskivinnuna og at betra um møguleikarnar hjá nýggjum aktørum at koma inn í vinnuna T á Føroya løgting sam­ tykk­ir eina lóg um sjó­ feingi, er tryggleikin í skipa­nini í stóran mun tengd at, hvussu skipanin er kjøl­fest í samfelagnum. Uttan breiða pol­itiska og samfelagsliga und­ir­tøku eru karmarnir ikki trygg­ir, heldur ikki fyri vinnuna sjálva. Og nú er so ætlanin at taka av núgaldandi lóg um sjó­ feingi, sum fekk gildi fyri minni enn tveim­um árum síðani. Fáir nýggir ak­tørar eru komnir inn í vinn­una síðani 2017, tá nú­gald­ andi lóg um sjófeingi kom í gildi. Og karmar, sum skulu broytast eft­ir bert tveimum árum, kunnu ikki sig­ast at vera tryggir. Íblástur frá lógini um kol­vetn­is­virksemi Føroya løgting kann skapa trygg­ar karmar fyri vinnuna við at áseta, at loyvini eru galdandi í eitt fast tíðarskeið, sum í mun til íløg­u­tørv og aðrar fortreytir er hósk­andi fyri tað slagið av fisk­i­ skapi, sum talan er um. Løgtingið kann søkja sær íblástur føroysku lóg­ini um kolvetnisvirksemi. Hend­an lógin hevur tryggjað at­ lit­um, sum lógin um sjófeingi ynsk­ir at røkka: tryggar karmar um vinnuna og atgongd fyri nýggj­ar aktørar. Sambært kolvetnislógini sam­tykkir løgtingið lóg um út­ bjóð­ing til leiting eftir og fram­ leiðslu av kolvetnum. Kolvetni eru olja og jarðgass. Tá ger Løg­ ting­ið í einari útbjóðingarlóg av, hvørji øki verða boðin út, og hvørj­ar almennar treytir skulu set­ast í loyvum at leita eftir og fram­leiða kolvetni. Síðani kann lands­stýr­ismaðurin við at skipa fyri ú­t­bjóðingarumførum bjóða áhug­a­ðum feløgum at søkja um loyvi at leita eftir olju og gassi. Inn­komnar umsóknir verða við­ gjørd­ar, og so kann lands­stýr­is­ mað­ur­in í eitt nærri ásett tíð­ar­ skeið veita loyvi til leiting eftir og fram­leiðslu av kolvetnum. Sambært kolvetnislógini skulu um­søkjarar hava neyð­ug­ an sakkunnleika, royndir, før­ leika og fíggjarorku fyri at fáa loyvi. Tá avgjørt verður at veita loyvi, skal landsstýrismaðurin leggja dent á, í hvønn mun tað al­menna fær innlit í og gagn av loyvda virkseminum. Oljufeløgini gjalda eitt minni gjald fyri at lata umsóknina inn, men gjalda ikki stórar upp­ hæddir fyri at fáa sjálvt loyvið. Finna feløgini olju og fara undir fram­leiðslu, skulu tey sum onn­ ur vinnurekandi gjalda skatt og onnur gjøld. Loyvi at leita eftir olju tíðaravmarkað Loyvi til leiting eftir kolvetnum kunnu sambært § 8, stk. 1, í kol­ vetn­is­lógini veitast fyri í mesta lagi 16 ár. Finnur eitt felag olju, hev­ur felagið krav uppá at fáa loyv­ið longt í upp til 30 ár við atliti at framleiðslu. Tá longdin á leiti- og framleiðsluskeiðinum verður ásett, verður atlit tikið til, hvussu langa tíð tørvur er á fyri at leita eftir olju á økinum og fyri at framleiða tey kolvetni, sum eru funnin. Tá leitingar- og fram­leiðsl­u­ tíð­ar­skeiðini eru farin, fellur loyv­ið burtur. Myndugleikarnir kunnu tá bjóða øðrum feløgum at leita eftir olju á somu økjum. Um eitt felag hevur fingið loyvi at fram­leiða olju á einum ávísum øki og ikki er liðugt at framleiða olju­na, tá loyvisskeiðið er farið, fell­ur loyvið hóast tað burtur. Oljufeløg gjørt milliarda­ íløgur í Føroyum At tíðarskeiðið, sum eitt loyvi er gald­andi, er avmarkað, vita bæði myndugleikar og oljufeløg av frá tí, at søkt verður um loyvi. Hetta hevur ikki avmarkað áhugan hjá olju­feløgum at bjóða seg fram. Al­tjóða oljufeløg hava tilsamans brúkt milliardaupphæddir uppá at leita eftir olju á føroyskum øki. Hesar upphæddir til leiting hava oljufeløgini brúkt, hóast tey eru fult vitandi um, at finna tey olju, eiga tey ikki loyvi hvørki var­andi, rullandi ella treytað av, at løgtingið einaferð um árið sam­tykkir at leingja loyvið. Fyri­ treytirnar um eitt avmarkað loyv­is­skeið eru frá byrjan greiðar fyri bæði myndugleikar og olj­u­feløg. Hesi tíðaravmarkaðu loyvi hava ikki hildið oljufeløgum frá at gera íløgur fyri milliardir á før­oysk­um øki. Ein skipan við tíð­ar­av­markaðum ­loyvum kann skapa eina javnvág millum á­huga­málini hjá vinnuni øðr­u­ megin og samfelagnum hinu­ megin. Við eini slíkari skipan vita mynd­ugl­eikarnir eisini, at tá tíð­ ar­skeiðið er farið, kann støða aft­ur takast til, um økið skal bjóð­ast út og til hvørjar treytir. Onn­ur áhugað vita eisini, at tað verð­ur ein møguleiki at bjóða seg fram í kapping við aðrar ak­ tørar, tá eitt ávíst loyvi gongur út. Á kolvetnisøkinum hevur hend­an skipanin skapt frið um hetta umsitingarøki, hóast upp­ hædd­ir­nar, sum hava verið brúkt­ar til leiting eftir olju hava ver­ið ov­urstórar. Líknandi skip­ an­ir verða brúktar í øðrum lond­ um. Kunnu tíðaravmarkað loyvi skapa frið? Tað kann hugsast, at ein skipan sum tann á kolvetnisøkinum inn­an fiskivinnuna kann skapa sama tryggleika fyri vinnuna og sam­fel­agið. Tá loyvini so ganga út, hava myndugleikarnir møg­u­ leika at taka støðu til, hvussu fisk­i­loyvi skulu bjóðast út og und­ir hvørjum treytum. Myndugleikarnir kunnu tá hug­savna seg um aðra reg­u­ lering, so sum at seta hóskandi skatt á virksemið, samtykkja vet­er­i­n­e­rlóggávu, lóggávu um trygd og aðrar týdningarmiklar karm­ar um virksemið. Tey feløg, sum høvdu loyvini, kunnu søkja av nýggjum, tá loyv­ini ganga út. Hesi feløg fara iva­leyst í nógvum førum um­ vegis kunnleika og royndir at hava ein fyrimun at fáa loyvini um­aft­ur í eitt nýtt tíðarskeið. Mynd­ug­leikarnir kunnu tá eisini leggja dent á, hvussu við­kom­ andi felag hevur umsitið til­ feing­ið í tað tíðarskeið, sum fel­ ag­ið hevur havt loyvi. Nýggir aktørar Við eini slíkari skipan vita tey, sum virka í fiskivinnuni, at tey hava møguleika at bjóða seg fram, tá loyvisskeiðini fyri ver­ andi loyvi ganga út. Um loyvini eru umsetilig, kann loyv­is­hav­ar­ in ­selja loyvið, men tá vita bæði seljari og keypari eisini og kunnu leggja upp fyri, at selda loyvið er bert galdandi í eitt ávíst tíð­ar­ skeið. Við einari skipan sum henni í kol­vetn­islógini kunnu nýggj feløg bjóða seg fram at fáa loyvi til fiski­skap. Á tann hátt kunnu tey koma inn í vinnuna uttan framm­an­undan at skula gjalda ovur­stórar upphæddir til teirra, sum frammanundan eru í vinn­ uni. Tað var júst hetta, sum hendi í fyrsta føroyska út­bjó­ð­ ing­ar­um­far­inum innan olju­leit­ ing, tá heili tvey nýggj føroysk feløg, Faroe Petroleum og At­ lantic Petroleum, bjóðaðu seg fram og fingu loyvi saman við øðr­um at leita eftir olju. Bæði fel­øg­ini hava síðani verið virkin í før­oysk­ari og altjóða oljuvinnu. At samtykkja við lóg at fara aftur til eina skipan við rullandi loyv­um skapar neyvan frið og trygg­leika fyri tey feløg, sum fáa loyv­ini. Tað var sera stór ónøgd í stór­um pørtum av samfelagnum við hesa skipan, og hetta var eisini ein orsøk til, at hesi loyvi vórðu uppsøgd í 2007. Nú er ætlanin, at Løgtingið við lóg skal leingja rullandi loyv­ ini eina ferð um árið. Slík skipan hev­ur at síggja til við sær, at tey, sum virka í vinnuni, til einhvørja tíð eru tengd at verandi politiska meir­i­lutanum. Ein slík rullandi loyvis­skipan á 10 ella 12 ár, men longd á hvørjum ári, broytir neyv­an heldur spurningin um eina rullandi loyvisskipan, tí loyv­ini verða í praksis næstan ó­gjørlig at siga upp, um ynski var um tað. Tað verður ringt at fáa varandi meiriluta yvir 2-3 val­skeið fyri eini uppsøgn. Verður nýggja lógin samtykt við einum smølum meiriluta, eins og galdandi lóg um sjófeingi varð samtykt stutt undan jólum í 2017, er eingin trygd fyri, at eitt kom­andi løgting ikki samtykkir aðra lóggávu á økinum. Ein skipan, sum líkist henni á kol­vetnisøkinum við tíð­ar­av­ mark­a­ðum loyvum, har bæði mynd­ug­leikar og vinna kenna treyt­ir­nar í eitt avmarkað tíð­ar­ skeið, kann vera ein háttur at bøta um hesar óvissur, sum hvørki tæna vinnuni ella sam­fel­ ag­num. Jógvan Elias Winther Poulsen