hósdagur 31. oktober 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 126
23
VILMUND JACOBSEN
U
pprunaliga var Fiski
varði
trolbátur,
smíðaður í Íslandi.
Men, fyri fáum árum
síðan varð báturin umbygdur
til línubát, og tað er Fróði
Ejdesgaard, sum er ættaður úr
Oyndarfirði, ið hevur ført bátin.
Tað eru Dánjal í Skálum,
Bjarni Kass og Fróði Ejdesgaard,
sum eiga Fiskivarða, ið hevur
havt sítt besta ár í ár, síðan hann
gjørdist línubátur.
Árið í ár er annað fulla árið,
sum Fiskivarði hevur verið í
vinnu sum línubátur, og gongdin
higartil í ár hevur verið munandi
betri enn í fjør.
- Fiskiskapurin hjá Fiski
varða í ár hevur verið í lagi,
sigur reiðarin, Dánjal í Skálum,
sum eisini er reiðari á Vestur
búgvanum og Skálafossi.
VILMUND JACOBSEN
S
einastu 14 dagarnar
hevur trolbáturin
Skálafossur verið
á beding hjá Mest í
Havn, har onkur tannhjól í
høvuðsmotorinum eru skift.
Reiðarin, Dánjal í Skálum í
Vestmanna, sigur, at arbeiðið
er nú liðugt, og Skálafossur er
farin aftur til fiskiskap.
Reiðarin veit at siga, at árið
í ár hevur verið hampiligt
hjá Skálafossi, og soleiðis var
eisini í fjør. Men, tað hava
verið ár, sum vóru vánalig.
- Skálafossur er bygdur í
2005. Fyrsta heila árið til fiski
skap var í 2006, og hetta árið
royndist væl. Síðan komu eini
10 vánalig ár, til tað nú aftur
hevur gingið betri.
Dánjal í Skálum sigur, at
tað er sonurin, Bjarni í Skál
um, sum førir Skálafoss, ið er
systirskip við trolbátin, Han
su Mariu.
Báðir trolbátarnir eru
smíðaðir á skipasmiðjuni
Mest í Havn, og teir eru báðir
longdir á bedingini hjá Mest
á Skála.
- Seinastu tvey árini hava verið
hampilig, men frammanundan
høvdu vit eini tíggju
vánalig ár, sigur reiðarin
Skálafossur
er farin aftur
til fiskiskap
Skálafossur er nú farin aftur til fiskiskap, eftir at
nøkur tannhjól eru skift í høvuðsmotorinum
FISKISKAP
URIN HEVUR
VERIÐ Í LAGI
Fróði Ejdesgaard er skipari á Fiskivarða,
og hann er eisini ein av eigarunum
VILMUND JACOBSEN
M
ikudagin var hugna
løta í kantinuni hjá
P/F Poul Hansen
heilsølu í samband
við, at Tove Johansen hevur
valt at fara frá vegna aldur. Hon
hevur arbeitt í fyritøkuni í 48 ár,
og við hugnaløtuna vóru familja,
fyrrverandi og núverandi starvs
felagar hjá henni.
Stjórin í P/F Poul Hansen heil
sølu, Høgni Hansen, segði nøkur
orð og handaði Tove Johansen
“Den Kongelige Belønnings
medalje”, sum er givin fyri trúg
va tænastu øll hesi ár.
Tove Johansen byrjaði at
arbeiða í fyritøkuni longu
sum 19 ára gomul, og tá var
arbeiðsplássið niðri á Bryggju
bakka.
- Hon hevur síðan henda
dag verið trúgva røddin í tele
fonavgeiðsluni, sum hevur
tikið ímóti okkara mongu við
skiftafólkum, segði Høgni Han
sen.
Tove Johansen hevði sín
seinasta starvsdag í fyritøkuni í
summar, og nú er hon endaliga
farin frá fyri aldur.
- Vit takka hjartaliga henni
fyri trúgva og góða tænastu og
ynskja henni blíðan býr í fram
tíðini, sigur Høgni Hansen, stjóri.
Arbeiddi alt sítt lív hjá
P/F Poul Hansen heilsølu
Tove Johansen byrjaði at arbeiða hjá P/F
Poul Hansen heilsølu longu sum 19 ára
gomul, og nú er hon farin frá vegna aldur