Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-31, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 126 24 Óli Jacobsen Óli Jacobsen 3. partur A nna heldur fram við síni frá­søgn: Sum greitt frá fór pápi í 1917 yvir á Strendur at vera lærari. Í 1920 varð hann valdur inn á ting. Hetta var, áðrenn eg var fødd í 1926. Í seinasta parti varð skrivað, at ein av vikarunum hjá pápa var Jens Wang. Hann var úr Miðvági. Hann var vikarur á Strondum frá oktober til desember í 1935. Vit búðu í skúlanum, til eg var átta ára gomul. Tá vórðu lærarahús bygd. Tað var ikki nógv tosað um politikk inni hjá okkum. Heima vildi pápi hava frið fyri slíkum. Vit høvdu kúgv í kjallaranum sum øll onnur. Tað var eisini langt hjá pápa at fara eftir torvi. Hetta gav sítt stríð, men pápi var óførur at hjálpa til heima. Hann var so húsligur. Eg minnist, tá ið hann plagdi at vera í Havn í politiskum ørindum. Tá var hann sjálvsagt nógv inni hjá okkum. Tá kundi hann av sær sjálvum fara at vaska gólv fyri at lætta um hjá mær. Fyrsti bilur á Strondum Eg minnist fyrsta bil, sum kom inn á Strendur. Hann átti, Kristian, Gigga, á Høvd­ anum, sum var pápi gamla sorin­skriv­aran, Jógvan Andreassen. Hetta var í 1936, og tað var ein hending av teimum heilt stóru í bygdini, tá bilurin hjá Gigga kom. Hetta savnaði sjálvsagt alla bygdina og eisini børnini. Eitt av teimum var eg sjálv. Bilurin kom við eini jakt, ein av hesum bátum, sum førdu fiskin í land av skipum. Har var stór móttøka á Høvdanum. Nýggja bókin hjá Ragnari Danielsen: Nú fækkast tey á gomlu Strandagøtu hevur eisini eina áhugaverda lýsing av hesi hending. Báturin legði at við Lágubrúgv, og nakrir plankar vórðu lagdir ímillum bátin og brúnna, so bilurin fekst í land. So skuldi bilurin koyra upp gjøgnum nakrar trappur fyri at sleppa upp á vegin. Teir løgdu okkurt á trapputrinini. Gigga setti seg við róðrið, og ein rúgva av monnum trýstu á aftanfyri. Á veg upp sá tað eina­ ferð rættiliga dramatiskt út. Menninir vóru um at missa takið. Tað var líkt til, at bilurin fór í knús ella endaði á sjónum. Øll hildu ondini, men tá trýsti Gigga hart á speedaran. Svartur roykur stóð upp gjøgn­ um skorsteinin, og bilurin skalv. Tað gekk. Teir fingu bilin við nógv stríð niðaná. Vega­ teinurin var ikki langur at koyra á í 1936. Tað var ikki fyrr enn umleið 1960, at tað bleiv koyrandi runt Skálafjørðin. Ikki minst spennandi var tað hjá dreingj­unum, sum høvdu sum ítriv at hanga seg upp í bilin, meðan hann koyrdi. Hetta kundu genturnar ikki gera, men vit sluppu viðhvørt upp í lastina. Tað var eisini óføra stuttligt. Gigga hevði longu tá ein motorbát, sum varð nýttur til leigurtúrar millum annað til Havnar. Tá var sambandið við mjólk­ ar­bátinum Tróndi ella Streymi ofta bara eina ferð um dagin, og ofta skuldu farast til aðrar bygdir á rutuni, áðrenn komið var fram. Eg havi ofta ferðast við Gigga millum Havn og Strendur. Tað var ikki so “be­kvemt”, men tað var so beina leið báðar vegir. Á súkklu inn á Skála Fyrst eg minnist var vegur millum Skála og Strendur. Eg átti eina súkklu, og tað var spennandi sunnudagar at kunna súkkla inn á Skála. Har vitjaði eg Ingu og Absalon, sum vóru flutt úr Syðrugøtu, og nú høvdu virksemi á Skála. Hon var ommusystir mín. Tað var ógvuliga væl millum húsini. Absalon var gubbi Hjalgrim, beiggja mín, og sonur hansara, Dánjal Pauli, var gubbi mín. Daniel Pauli var føddur í 1904 og doyði longu í 1936. Sum smádrongur fór hann til Havnar at ganga í Millum og Realskúlan. Hann fór seinni til Keypmannahavnar at ganga á Købmandsskolen. Hann kom aftur til Føroya at hjálpa pápanum á Skála, og her kom hansara virksemi at vera tey ár, hann hevði eftir. Gubbi Onnu, Dánjal Pauli, var saman við pápa sínum ein av oddamonnum fyri at fáa kirkju á Skála SIÐSØGA PÁPI VAR SO HÚSLIGUR Anna hjá Johan Poulsen: Lastbilur hjá Gigga, úr heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu Skála kirkja, har Anna varð konfirmerað. Gubbarnir hjá Onnu og beiggja hennara, Hjalgrim, vóru millum fremstu forsprákarum fyri kirkju á Skála. Absalon Jacobsen saman við konuni, Ingu, ommusystir Onnu, sitandi, og børnini, Inga Malena og Dánjal Pauli