týsdagur 14. desember 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 239 - 14. desember 2004
Tað vóru kærkomin tíðindi, sum vórðu almannakunngjørd í
farnu viku, tá stóra amerikanska oljufelagið ChevronTex-
aco, boðaði frá einum stórum oljufundi skamt frá føroyska
markinum, í bretskum øki. Hóast óváttað tíðindi hava ging-
ið um hetta oljufundið, so var gott at fáa hetta staðfest. Tí
hetta gevur okkum vónir um, at møguleikar at finna olju
her hjá okkum eru til steðar. Tað kemur eisini sera væl við,
júst nú tá okkara myndugleikar eru farnir undir at viðgera
umsóknirnar til oljuleiting í 2. útbjóðing. Ein kann sjálvandi
siga, at tað hevði nú verið betri, um upplýst hevði verið um
hetta fundið, áðrenn útbjóðingin lat aftur. Tí so hevði verið
hugsandi, at kanska uppaftur fleiri feløg høvdu verið við.
Men tað er so farið. Lat okkum heldur fegnast um, at eitt
stórt fund er gjørt so tætt upp at okkara egna landgrunni.
Og hvør veit, kanska er her talan um eina keldu, sum gong-
ur inn á føroyskt øki. Undirgrundin kennir jú ikki til politisk
mørk. Um so er, og tað fæst at vita næsta ár ella árið eftir,
tá nakrir avmarkingarbrunnar eru boraðir, so kann man
siga, at føroyska oljuøldin í veruleikanum byrjaði, tá Chev-
ronTexaco, Statoil, Dong og OMV boraðu niður á 3600
metra dýpri 9 fjóðringar frá føroyska landgrunninum í
august mánað 2004 og raktu við olju og gass. Spurningurin
er so bara, hvussu langt vestureftir henda kelda røkkur.
Tað er tó rætt ikki at selja skinnið fyrr enn bjørnin er skot-
in. Tvs. at vit mugu vera varin við ikki at gera ov skjótar
niðurstøður. Hetta er ein lærdómur, sum vit eiga at læra
frá teimum fyrstu fýra brunnunum í 1. útbjóðing. Tá vóru
vónirnar, her serstakliga hjá bretska oljufelagnum BP, sera
bjartskygdar. Táverandi leitistórin kendi seg rættiliga
vísan í, at eitt fund fór at vera gjørt, men so varð ikki. Í
dag roynir sama felag, sum tá legði alt í eina kurv og fekk
tað tá "besta" loyvið í "Gullhorninum" at finna heilt onn-
ur umráði á landgrunninum at bora í. So skjótt kunnu
tingini broytast í oljuleiting.
Sjálvandi kundi verið spurt nú, um ikki sami vandi er til
steðar longur norðari, har olja nú er staðfest í bretskum øki.
Tí tað var nettup út frá staðfestum oljufundum í bretskum
øki har suðuri, at oljufeløgini mettu møguleikan fyri at
gera fund í liknandi jarðfrøði í føroyskum øki, at vera
góðan. Ein kolvetnisskipan var so staðfest. Men feløgini
hava ikki somu vónir til tað økið í dag.
At olja og gass nú verða funnin longur norðuri og heilt
upp at markinum og tað í einum øki, sum okkara myndug-
leikar hava boðið út í 2. útbjóðing, kann vera kærkomið.
Ikki minst tí, at somu feløgini, sum hava gjørt fundið í
bretskum øki, øll hava boðið uppá teigar beint hinumegin
markið. Hóast feløgini hava kunngjørt, at tey hava gjørt
eitt fund, so er ikki vist, um tey harvið hava latið út allar
upplýsingar. At tey søkja um øki við Føroyar og tað í nánd
av nýggjasta oljufundinum, kundi bent á, at tey hava vitan
og eina positiva metan av føroyska økinum.
Ein áhugaverd tíð stendur fyri framman. Føroyska sam-
felagið hevur brúk fyri góðum tíðindum sum hesum, nú tað
vísir seg at ganga niður á bakka á so mongum økjum. Eitt
fund sum hetta – hóast tað enn ikki er fullgreitt, um talan
verður um eina framtíðar framleiðslu, fær altjóða olju-
heimin at seta ljóskastaran á aftur hetta økið.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Føroysk olja?
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Koyr bara - ongin rokning verður send!
Petur E. Nielsen,
Sandavágur
Hetta vóru gleðiboðini,
sum
P/F
Vágatunnilin
kunngjørdi m. a. á heima-
síðuni tann 10. december
2004, tá Vágatunnilin fylti
2 ár.
Hóast hetta er tíðin við
jólamonnum og gávum,
hevði eg kortini ilt við at
trúgva, at nevndin í P/F
Vágatunnlinum
veruliga
vildu loyva "kubba-trælun-
um", herundir eisini okkum
pendlarum, at koyra eina
einastu
ferð
ókeypis
ígjøgnum Vágatunnilin -
serliga tá hugsað verður
um, at hetta er fyrstu ferð,
vit høvdu møguleikan at
koyra ókeypis ein arbeiðs-
dag og ikki ein leygardag!
Og hetta tóktist eisini
vera galdandi á 2 ára føð-
ingardegnum, tá allar Før-
oyar annars vórðu bodnar
ókeypis til Vágarnar at
skoða apurnar, sum hava
verið so tollutar at fingið
sær hálsband, sum eyð-
merkir tær frá hinum, sum
ferðast inn og út úr apu-
búrinum.
Tá eg fríggjadagin tann
10. december 2004 kl.
08.05 fór ígjøgnum Vága-
tunnilin á veg til arbeiðis,
legði eg til merkis, at svart-
ir plastposar vóru smoygdir
útyvir gjalds-skeltini, og at
nýggj skelti vóru sett upp
sum søgdu »Ókeypis koyr-
ing - free passing«.
Fyri rættuliga at njóta
hesa stóru løtuna, tá ein
pendlari - ein arbeiðsdag -
heilt ókeypis kundi koyra
ígjøgnum holið, setti eg
ferðina niður á 20 og hevði
hug at tríva í ein jólasálm.
Men gakk - grøna ljósið
lýsti sum vanligt, tá eg fór
framvið gjaldsstøðini sum
tekin um, at eitt klipp varð
trekt av mínum 40-túra
kubba.
Við samanbitnum tonn-
um koyrdi eg til arbeiðis og
ringdi síðani til Vágatunnil-
in og spurdi, hvussu ein bil-
ur við kubba kundi tryggj-
að sær, at tað ikki varð tikið
eitt klipp av kubbanum
hendan dagin. Fólki hjá
Vágatunnlinum
svaraði
fryntliga, at tey snøgt sagt
høvdu sløkt skipanina. Eg
spurdi síðani, um eg á nakr-
an hátt kundi síggja, at
skipanin var sløkt, og tá
varð sjálvsagda svarið, at
onki lýsti, tá koyrt varð
ígjøgnum. Eg bað so upp á
forhond orsaka mítt orðaval
og spurdi, hví tað so lýsti
grønt hjá mær, tá eg koyrdi
ígjøgnum fyri einum hálv-
um tíma síðani. Nú var
tøgn eina løtu í hinum end-
anum - spurt varð, hvat
nummarplátu bilurin hjá
mær hevði og hvat tele-
fonnummar eg hevði, so tey
kundu kanna málið og
venda aftur til mín.
Nakrar tímar seinni fekk
eg teldupost frá Vágatunnl-
inum við hesum orðaljóði:
»Sambært telefonsamrøðu
okkara í morgun skal eg
siga frá, at skipanin er slig-
in frá. Vit hava boðað frá, at
tað
er
frítt
at
koyra
10.12.2004 og tað er tað
fyri øll."
P/F Vágatunnlinum líkt
varð svarað í eyst tá spurt
varð í vest, so eg spurdi aft-
ur, um orsøkin til, at tað
lýsti grønt hjá mær var, at
skipanin ikki varð sløkt
fyrr enn eftir kl. 08.05, ella
um tað í veruleikanum varð
trekt eitt klipp av kubban-
um, sum síðani skuldi góð-
skrivast mær í kubbahald-
inum.
P/F Vágatunnlinum mátti
so viðganga, at innkrevj-
ingarskipanin kortini ikki
var sløkt, men at hon varð
sett í »free-modus« sum
merkir, at allir túrar verða
skrásettir, men fyri prís kr.
0,00. MEN, segði Vága-
tunnilin - og haldi tykkum
nú fast - at »skipanin inn
ímillum byrjar at krevja
aftur av sær sjálvari. At mín
kubbi lýsti grønt merkti
sostatt, at skipanin var
farin í sjálvdrátt og hevði
tikið eitt klipp av kubban-
um (hon kundi ivaleyst ikki
bara sær, tá hon sá ein
troystaríkan og smílandi
pendlara koma fram við!).
P/F Vágatunnilin segði
seg vilja gjøgnumganga
allar kubbarnar, sum hava
koyrt ígjøgnum tunnilin
tann 10.12.2004 fyri at
bóka »føðingardags-klipp-
ið« inn aftur á kubban.
Nú skuldi ein trúð, at
mistakið var rættað og
jólafriðurin
tryggjaður,
men øll við kubba vita tó av
beiskum royndum, at tað er
svartasta
ómøguligt
at
fylgja við, um faktureringin
hjá Vágatunnlinum sam-
svarar við talið av koyrdum
túrum, tí felagið er snøgt
sagt ikki ført fyri at fylgja
við hesum, hóast tað í upp-
runaliga varð lagt upp til,
ein ferðandi altíð kundi
biðja um útgreining av
koyrdum túrum.
Tað er ein sannroynd, at
fleri av teimum uttan kubba
hava fingið ókeypis túrar, tí
vanliga innkrevjingarskip-
anin ongantíð fekst at
rigga. Við kubba-skipanini
er eftir øllum at døma beint
øvugt - hon vil ikki akta
P/F Vágatunnilin, sjálvt tá
felagið hevur føðingardag,
men krevur pengar inn, tá
tað passar henni!
Var tað ikki fyri pendlar-
um - og hinum, sum hava
verið so kúbýtt at keypa
sær ein kubba - so hevði
Vágatunnilin heldur ikki
fingið 27 av teimum 32
mió í inntøkum, sum av
røttum áttu at komið í kass-
an, um hugt verður eftir
veruliga talinum av bilum,
sum hava ferðast ígjøgnum
tunnilin í 2003.
Sannleikin er nevniliga
tann, at ferðandi við kubba
- t. v. s. serstakliga vit
vágafólk og onnur sum
nýta tunnilin nógv - eru tey
einastu, sum P/F Vágatunn-
ilin hevur kunnað kravt
hvørt tað einasta oyra í
bummgjaldi frá!
Til fyrimuns fyri P/F
Vágatunnilin skal tó kortini
sigast, at ikki kann væntast
nógv skil av einum 2 ára
gomlum
føðingardags-
barni.
Tillukku við degnum og
gleðilig jól!