týsdagur 14. desember 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 239 - 14. desember 2004
11
VIÐMERKINGAR
Skal avgjaldið á motorsúkklum lækkast?
Jón Kragesteen
Viðmerking í sambandi við
at tingmaður hevur lagt
fram uppskot um at lækka
avgjaldið á motorsúkklum
Jón Kragesteen hevur hesa
viðmerkingina:
Hin 13. apríl í ár var að-
alorðaskifti í løgtinginum
um Nullhugsjónina. Undan
hesum degi var nógv gjørt
burtur úr at fáa evnið fram í
sjónvarpi, útvarpi, bløðum,
umframt at faldari var
sendur í hvørt hús. Orða-
skiftið henda dagin í løg-
tinginum var gott og sak-
ligt. Og tað var breið undir-
tøka fyri Nullhugsjónini.
Fyri Ferðslutrygd var hetta
ein stórur dagur, at landsins
kosnu tingmenn loksins
høvdu eitt seriøst orðaskifti
um
ferðslutrygdarviður-
skifti. Tosað var um at gera
nakað við viðurskiftini og
onkur tingmaður spurdi
beinleiðis, hví ikki farið
verður til verka beinan-
vegin, í staðin fyri at tosa.
Vónirnar vóru stórar fyri,
at nú fór løgtingið endiliga
at evna til ein umhugsaðan
ferðslutrygdarpolitikk, sum
kundi savna allar kreftir at
røkka einum framtíðarmáli.
Men síðani henda dagin í
apríl hevur lítið verið at
hoyrt aftur. Ikki fyrr enn nú
í vikuni, har tingmaður
skjýtur
upp
at
lækka
avgjaldið á motorsúkklum.
Framhaldandi álvars-
ligar ferðsluvanlukkur
Vit hava í dag næstan
25.000 akfør í landinum og
vit hava ongantíð ferðast
meiri enn tað sama. Og vit
hava framhaldandi álvars-
ligar ferðsluvanlukkur, síð-
ani 1997 eru 27 fólk deyð í
ferðsluni, tað er í miðal 3-4
um árið. Harafturat eru
fleiri, sum hava fingið
varandi mein. Av teimum
deyðu er 16 í aldrinum 15-
24 ár, ella næstan 60%.
Í álitinum, sum Ferðslu-
trygd lat úr hondum í fjør,
er hópin av tilmælum um,
hvussu vit kunnu gera
ferðsluna tryggari. Men
einki av hesum sigur nakað
um at lækka avgjaldið á
motorsúkklum. Hinvegin
hevur Ferðslutrygd ført
fram, at aldursmarkið at fáa
koyrikort til motorsúkklur,
størri enn 34 hestar, skal
vera 21 ár, soleiðis sum tað
er í Danmark.
Lutfalsliga fáar
motorsúkklur
Fyri fáum árum síðani vóru
einar 100-200 motorsúkkl-
ur skrásettar í landinum,
men seinastu árini er talið
økt munandi, so at tað í dag
eru um 500 motorsúkklur
skrásettar. Motorsúkklur
verða mettar at vera millum
vandamestu akfør. Tí er tað
ein veruleiki, at jú fleiri ið
vera til av teimum, jú fleiri
vanlukkur kunnu vit vænta.
Tíbetur, kunnu vit siga,
hava tað serliga verið til-
komin fólk, sum hava fing-
ið sær motorsúkklur, tey
allarflestu sum frítíðarítriv
og ikki sum flutningstól.
Verður bíligari at keypa
motorsúkklur sum heild, og
vit fáa fleiri av teimum,
kunnu vit vænta, at ungfólk
eisini fara at fáa ráð at
keypa hesi vandamiklu
flutningstól, og so kunnu
vit hvør í sínum lagi rokna
restina út sjálvi, sí hagtølini
omanfyri.
Løgin raðfesting
Samanumtikið má sigast, at
tað er ein løgin raðfesting,
sum tingmaðurin hevur
gjørt. Rætt skal vera rætt at
tingmaðurin førir fram, at
orsøkin til at uppskotið
verður sett fram er, at fólk
skulu keypa nýggjar motor-
súkklur heldur enn gamlar,
m.a. tí at nýggjar motor-
súkklur eru tryggari enn
gamlar. Og tað ljóðar skila-
gott í sjálvum sær.
Men
um
vit
síggja
ferðsluna sum eina heild,
og tað haldi eg at vit kunnu
krevja av einum tingmanni,
so sær út sum, at tað hevur
størri týdning at gera broyt-
ingar fyri eitt frítíðarítriv
hjá einum lutfallsliga lítlan
málbólki, heldur enn at
gera nakað við teir veruligu
trupulleikarnar. Og tú fert
at ivast í, um pengapungur-
in hjá nøkrum fáum hevur
størri týdning enn trygdin.
Jólaheilsan
Mín jólaheilsan til løg-
tingsmannin og løgtingið,
sum heild, skal tí vera:
Gevist við at pjøssa upp á
ferðslulógina uttan mið og
mál. Setið eina ferðslu-
trygdarætlan út í kortið við
Nullhugsjónini sum máli,
so allir partar, sum hava við
ferðsluna at gera, kunnu
savna kreftirnar.
- - - - - -
Fyri at seta málið í pers-
pektiv verður listin yvir til-
mæli frá Ferðslutrygd til
landsins
myndugleikar
settur niðanfyri.
• Ungfólk millum 18 og
25 ár skulu fáa serligt
royndarkoyrikort í 2 ár við
serligum treytum
• Koyrikort við stiga-
skipan skal setast í verk
• Útbúgvingin at taka
koyrikort til bil skal víðkast
• Skaðanevnd at kanna
álvarsligastu ferðsluóhapp-
ini verður sett
• Tað skal ikki vera loyvt
at nýta summardekk á vetri.
• Tað skal vera lógarkrav
at nýta hjálm, tá ið súkklað
verður.
• Aldursmarkið at fáa
koyrikort til stórar motor-
súkklur, størri enn 34
hestar skal vera 21 ár.
• Prutl og skutarar skulu
kunna koyra 45 km/t. Fyri
at koyra hesi krevst útbúgv-
ing við tilhoyrandi undir-
vísing og staðið prógv.
• Promillumarkið skal
lækkast úr 0,5 niður í 0,2
• Loyvt skal verða at
súkkla á gongubreytini.
Súkklur skulu víkja fyri
gongufólki, sum altíð hava
fyrstarætt.
• Oyggjar, sum býta
koyribreytina í tvey, eiga at
verða gjørdar so nógva
staðni, tað ber til. Serliga
umráðandi er at oyggjar
verða gjørdar saman við
gonguteigum, so at fólk fáa
tikið eina koyribreyt í senn,
tá ið tey skulu yvir um
vegin.
• Ábyrgdin at halda
landsvegir fríðar fyri seyð
og annan fenað skal verða
løgd á vegmyndugleikan
• Bilverjur skulu verða
gjørdar í vandamiklum
vegastrekkjum, har tað er
trupult ella serliga kostnað-
armikið at gera vegaum-
hvørvið ferðslutryggari.
• Kantsteinarnir verða
lækkaðir við gonguteigar,
og har gongubreytir verða
avbrotnar
av
t.d.
síðuvegum.
o Skipað skal verða fyri, at
náttarbussar koyra millum
bygdir, so til ber hjá
ungdómi at koma trygt
aftur og fram í sambandi
við
dansi
og
øðrum
náttartiltøkum
o Ásett eigur at verða við
lóg,
at
nøktandi
fyrstahjálparútgerð er í
øllum bilum, umframt lykt,
lítil eldsløkkjari og ein
ávaringartríhyrningur, og at
hesi
viðurskifti
verða
partur av tí, sum kannað
verður, tá ið bilurin verður
skoðaður á Bileftirlitinum.
o Fyrstuhjálparskeið skal
vera kravdur partur av
koyrikortaútbúgvingini
o
Venjingarbreyt/
hálkubreyt verður gjørd.
o Møguleikarnir hjá fólki
at ferðast við bussi eiga at
verða øktir.
Helgi Abrahamsen
Høgni Hoydal, fólkatings-
maður hevur verið ein túr í
Keypmannahavn, og í tí
sambandinum nýtti hann
høvið at fara inn á Christi-
ansborg at seta forsætis-
málaráðharranum ein fyri-
spurning. Endamálið við
spurninginum var enn eina-
ferð at fáa lýst danskar
myndugleikar sum skurkar,
ið ikki virða føroyingar.
Fyrispurningurin var nóg
illa svaraður, so var Høgni í
fjølmiðlunum, har hann
líkasum royndi at "lýsa
málið".
Útvarp Føroya segði so-
leiðis, mikukvøldið 8. des-
ember: "Hetta er sama søg-
an umaftur, sigur Høgni
Hoydal. Stjórnin leypur
føroysku myndugleikarnar
um, og setur lógir í gyldi
fyri Føroyar, uttan fyrst at
spyrja føroyingar."
Men hetta var als ikki
tað, sum var sagt í svarin-
um frá forsætismálaráð-
harranum, og hetta er held-
ur ikki í samsvari við veru-
leikan. Anders Fogh Ras-
mussen svaraði soleiðis:
"Den kundgørelse, som det
hedder, der har fundet sted
på Færøerne, er sket i over-
ensstemmelse
med
den
gældende ordning og i for-
ståelse med det færøske
landsstyre". Hetta sama
hevur løgmaður eisini vátt-
að fyri Útvarpinum.
Høgni Hoydal gevur so-
statt við vilja skeivar upp-
lýsingar um tað, sum for-
sætismálaráðharrin segði í
svarinum.
Spurningurin til forsætis-
málaráðharran var ikki
settur, tí spyrjarin ynskti at
fáa eitt svar, men hann var
settur, tí spyrjarin skuldi
brúka svarið sum jarnbrot,
fyri at sleppa í fjølmiðlar-
nar við einum boðskapi,
sum hann hevði fyrireikað
frammanundan. At svarið
frá forsætismálaráðharran-
um als ikki samsvaraði við
ætlaða boðskapin, sær út til
at hava minni at siga.
Til Keypmannahavnar at leita eftir trupulleikum
Kári P. Højgaard
Løgtingsmaður
Undirritaði hevur innanfyri
eina viku fingið tríggjar
jólaheilsanir frá Ráðnum
fyri Ferðslutrygd. Ein mail-
ur kom 9. desember, har
takkað verður fyri, at nakrir
ferðsluspurningar til komm-
unuvalið vórðu svaraðir.
Somuleiðis kom eitt vakurt
jólakort, ið er stemplað 9.
desember við tøkk fyri gott
samstarv. Til seinast kemur
so hendan seinasta jóla-
heilsanin á Portalinum 10.
desember, har tingmaðurin
fær eitt spark í dintilin við
heilsanini:
»Gevist við at pjøssa upp
á ferðslulógina uttan mið
og mál«
Eg haldi, at greinskrivarin
Jón Kragesten, sum dag-
ligur leiðari á Rff, hevur
skyldu til at seta seg inn í
lógaruppskotið og gera eina
sakliga niðurstøðu í málin-
um; tað er ikki talan um í
áðurnevndu grein.
1. Talan er ikki um eitt
ferðslulógaruppskot
ella
broytingar í ferðslulógini.
2. Ídag er ein avgjalds-
munur á nýggjum og goml-
um súkklum sum ger, at
nærum bert gamlar súkklur
verða keyptar. Avgjaldið á
gomlum súkklum verður
óbroytt, so tað verða bert
nýggjar súkklur sum lækka
í prísi.
Heilt nógvir føroyingar
hava fingið sær koyrikort
til motorsúkklu, og áhugin
fyri at taka hetta koyri-
prógv er vaksandi. Tí verð-
ur gongdin framhaldandi
uttan iva tann sama, at inn-
flutningurin
av
motor-
súkklum árliga fer at verða
áleið 100 súkklur. Ásann-
andi hendan veruleika hev-
ur
løgtingsmaðurin
ta
áskoðan, at keypir tú eina
fabriksnýggja súkklu, hev-
ur tú trygd fyri at hon er í
lagi. Tí eiga vit ikki at hava
eina avgjaldskipan, ið við-
førir at 90% av innfluttum
súkklum eru gamlar.
Neyvan verður avleið-
ingin av hesum uppskoti, at
samlaða talið av innfluttum
súkklum økist, men vón-
andi verður býtislutfallið
millum nýggjar og brúktar
súkklur endavent.
Kári P. Højgaard tekur
fult undir við null-hugsjón-
ini og vil viðvirka, at so fá
ferðsluóhapp henda sum
yvirhøvur
gjørligt.
Tó
mugu vit fyrihalda okkum
til veruleikan, at tey akfør,
sum koyra á vegum okkara,
eru sýnaði og góðkend til
ferðslu, og at tað er førarin,
ið skal sýna fyrilit og hava
rættan hugburð, tí hann
hevur ábyrgdina. Vísandi
til gongdina í grannalond-
um okkara, so er stór mink-
ing í MC-ólukkum, hóast
talið á motorsúkklum er
økt munandi.
Eg eri samdur við Jón
Kragesten í, at vit eiga at
síggja ferðsluna sum eina
heild. Tí eiga uppskot til
broytingar í ferðslulógini at
koma frá nevndini, ið
landsstýrismaðurin hevur
sett til hesa uppgávu. Enn
einaferð, her er talan um
uppskot til broytt skráset-
ingargjald, ið vónandi gev-
ur nýggjari og harvið
tryggari akfør.
Løgin niðurstøða frá
Rff til lógaruppskot
um avgjald á
motorsúkklum