hósdagur 31. oktober 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. NOVEMBER 2019
SOSIALURIN 126
30
TRÓNDUR ARGE
T
að er minni enn ein
vika síðani at kapp
ingarárið 2019 endaði,
men longu nú er greitt
at fimm feløg hava nýggjan
venjara til komandi kappingarár.
Tey eru HB, NSÍ, Skála, TB og
Víkingur, meðan tað er óvist um
Jákup Martin Joensen heldur
fram í EB/Streymi.
Av teimum hava fimm feløg
unum hava trý sett navn á
nýggja venjaran. NSÍ hevur
sett Glen Ståhl, TB hevur sett
Michael L. Winter og Víkingur
hevur sett Eyðun Klakstein.
Teir fýra, sum hava sáttmála fyri
komandi kappingarár eru Sorin
Anghel (AB), Jákup á Borg (B36),
Hans Jørgen Djurhuus (ÍF) og
Mikkjal Thomassen (KÍ)
Her hyggja vit nærri at støðu
ni í teimum tíggju feløgunum,
sum spæla í Betri deildini hjá
monnum í 2020.
AB:
Sorin Anghel hevur nú verið
venjari hjá AB í tvey ár. Eftir
støðuga framgong í 2018 var eitt
sindur óvist, um Sorin Anghel
fór at halda fram í 2019. Tá tað
kom til stykkis skrivaði rumenin
við føroyskum passi undir ein
trý ára sáttmála.
Argjamenn hava longu gjørt
sáttmála við ungu málverjarnar
Bjarta V. Mørk (HB) og Silas
Eyðsteinsson (07 Vestur) fyri
komandi kappingarár. Eisini
halda fleiri av ungu argja
monnunum fram. Eitt nú
Bjarki Nielsen og Filip í Liða,
sum hava verið berandi kreftir
í álopspartinum hóast sín unga
aldur. Her hevur AB eisini gjørt
sáttmála við Adeshina Lawal. AB
hevur leingi leitað eftir einum
áleypara og nú royna teir ársins
spælara frá 2014.
Danski málverjin, Tobis
Larsen, og Lukas Giessing, sum
komu til í summar, hava gjørt
góðan mun, men sum skilst
verða teir ikki í felagnum kom
andi ár. Eisini er ivasamt um
hvussu stóran lut Heðin Sten
berg kemur at hava komandi
kappingarár. Hann hevur verið
skaddur í knænum ein stóran
part av hesum kappingrárinum.
Mikkjal Hentze og Jobin
Drangastein trappa niður,
meðan Bárður Olsen ikki hevur
longt sáttmálan enn.
B36:
Jákup á Borg er kosin til ársins
venjara av Venjarafelagnum
og heldur fram í B36, har hann
hevur sáttmála til endan av
2020.
Tað hoyrist ikki so nógv um
tilgongd til fealgið í løtuni. Ein
søga sigur, at Hans Jørgensen
møguliga ikki heldur fram, og tí
er B36 í holt við at fáa Mattias
Lamhauge úr HB til eykamál
verja. Símun Rógvi Hansen er
tøkur eftir drúgvan skaða og
verður væntandi fyrstaval í
málinum, meðan ungi Rói Mørk
Hentze ikki er klárur enn.
Lukasz Cieslewicz spældi
ikki FM-finaluna móti KÍ og er
uttan sáttmála. Okkurt bendir á,
at álitið á pólaska bóltsnillingin,
sum er uppvaksin í Vági, ikki er
tað sama, sum tað hevur verið
fyrr. 31 ára gamli miðvallarin
hevur ikki rakt toppform í ár
og sigst leita eftir øðrum møgu
leikum eisini.
EB/Streymur:
Jákup Martin Joensen royndi
seg í ár á fyrsta sinni sum
høvðusvenjari í Betri deildini hjá
monnum. Sum skilst tosa part
arnir saman, men einki endaligt
er komið burturúr til komandi
kappingarár.
Frágongdin var stór og málið
hevur allatíð verið at yvirliva
hetta kappingarárið. Felagsliðið
hevur trupult við at svara hvør
til sítt á fíggjarliga partinum, og
helst hevur tað ávirkað avrikini
seinastu vikurnar. Eitt nú hevur
Árni G. Olsen ikki verið partur
av hópinum seinastu dystirnar.
Fáir sáttmálar eru við ber
andi kreftirnar frá hesum
kappingarárinum, har ein
spælari sum Rógvi E. Nielsen
helst er áhugaverdur hjá øðrum
feløgum.
HB:
Heimir Guðjónsson er farin
aftur til Íslands, har hann
skal venja Valur. Eftir tvey ár
í HB, hevur hann vunnið Betri
deildina, Løgmanssteypið og
Stórsteypadystin. Týdningar
miklari fyri HB er, at hann
hevur skipað felagið og lagt eina
venjingarmentan í HB-húsið,
sum hevur flutt felagið fram á
leið.
HB hevur havt vitjan av Jens
Berthel Askou úr Danmark.
Inntil tíðliga í summar var 37
ára gamli Jens Berthel Askour
venjari hjá Vendsyssel FF, sum
tá spældi í Superliguni.
Í síni tíð spældi Jens Berthel
Askou í Silkeborg IF, Vejle Bold
klub, Esbjerg fB og Norwich City
í Onglandi.
HB verður uttan danska
miðverjan, Lassa T. Andersen,
sum hevur boðað frá, at hann
ikki heldur fram í HB eftir tvey
ár. Hann bleiv í fjør valdur til
ársins verjuspælara. Ari M.
Olsen skal niður á skúla, meðan
fleiri spælarar tykjast bíða eftir
hvør verður venjari.
Hørður Askham, Tróndur
Jensen, Teitur M. Gestsson og
Adrian Justinussen hava longt
sáttmálan. Heðin Hansen er
eisini komin til úr Víkingi. Kaj
Leo H. Johannesen, segði í
formansumfarinum á FM1, at
HB skal hava ein áleypara til
komandi kappingarár.
ÍF:
Hans Jørgen Djurhuus og Kári
Reynheim tóku við eftir Hegga
Samuelsen fyri summarsteðgin.
Hans Jørgen Djurhuus hevur
gjørt nýggjan sáttmála fyri 2020
og 2021.
ÍF er í kreppu og fekk bara
seks stig farna kappingarár. Tað
er nýtt met. Tí verður eisini ar
beitt við at leggja afturat hópi
num. Sum skilst, so er stórur
áhugi í at fáa stinna málverjan
hjá TB, Milos Budakovic, til
fuglafjarðar.
Hartil kann roknast við, at ÍF
er eftir spælarum hjá eitt nú EB/
Streymi, Skála og næstbestu lið
num hjá KÍ, Víkingi og NSÍ, sum
øll fingu heiðursmerki í hesum
kappingarárinum.
Higartil er ongin spælari
komin til og ongin fráboðan
um longdar sáttmálar, men
sum skilst verður arbeitt á øllum
frontum.
KÍ:
Mikkjal K. Thomassen hevur
sáttmála til endan av kapp
ingarárinum 2020. Hann segði
í samrøðu við FM1 eftir FM-
Venjarakabalin:
Tað hava longu verið fimm venjaraskifti til komandi kappingarár.
Í løtuni halda fýra venjarar fram í sama stóli. Ivamálið er Jákup
Martin Joensen í EB/Streymi. HB og Skála leita eftir venjara
NÚ MANGLA
BARA TRÝ
KORT TIL 2020
ÍTRÓTTUR