Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-31, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. oktober 2019síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. NOVEMBER 2019 SOSIALURIN 126 31 TRÓNDUR ARGE Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kapingarári verða heiðraði fyri síni av­rik. Hetta tiltakið er ætl­að teimum, sum fáast við fót­bóltin og eru rundan um feløgini. Fyriskiparnir ynskja við hesum at bjóða spælar­um, venjarum, nevndum og hjálpar­fólkum til eina hugan­løtu á Panorama, har tað verður bjóðað matur og dekka. Flutt eina viku Upprunaliga skuldi tiltakið verða hósdagin 1. november, men er útsett í eina viku. - Tað er fleiri orsøkir til at tiltakið er flutt. Tað eru fleiri praktisk viðurskifti, sum gera seg galdandi. Kappingarárið er júst endað og tað tykist betri fyri allar partar, at flyta tað eina viku. Fleiri spælarar eru eisini burturstaddir og onnur kundu ikki møta. Prikk­ur­in yvir tiltikna i’num er, at steyp­ ini ikki eru komin vegin fram, sigur Petur Zacharias­sen, stjóri á FM1. Tað er Motus Sport í Klaksvík, sum hevur umbiðið steypini í góðari tíð, men av orsøk­unum sum Motus Sport ikki kann ávirka, eru steypini ikki komin vegin fram. Undan hesum vóru eisini onnur praktisk viðurskifti, sum gera at tað er best fyri allar partar at útseta tiltakið. Í løtuni verða atkvøðurnar taldar saman og tey til­nevndu verða kunngjørd í Ítróttar­ Sosialinum mána­dag­in 4. november. Allar atkvøðurnar verða kunngjørdar í Ítróttar­ Sosialinum mána­dag­in 11. nov­ember. Heiðarnir til felagsfótbólt er tað sama Eins og hini árini, so verður talan um 20 heiðurslønir, har tíggju eru til menninar, og tíggju til kvinnurnar. Fyrst og fremst, so skulu ársins spælarar finnast. Umframt tað, so verður ársins málverji, ársins verjuspælari, ársins miðvallari, ársins áleypari, ársins ungi spælari, ársins dómari og eisini ársins venjari kosin. Afturat hesum, so skal ársins lið eisini setast. Í bólkinum ársins ungi spælari er ein broyting. Hjá kvinnunum verður ársins ungi spælari ein spælari, sum hevur U19-aldur. Í ár skal eisini veljast árins landsliðsspælari hjá monnum. Tað verður valt annaðhvørt ár til menn og kvinnur, tí tað passar við undankappingarnar. Í hesum førinum skal veljast ársins landsliðsspælari fyri Nations League og EM- undankappingina. Í nógvar mátar verður fylgt mannagongdunum, sum FIFA Ballon d’Or brúkti, áðrenn FIFA og France Football aftur fóru hvør til sítt. Í ár verður sjálvt tiltakið, sum eisini er ein sending á FM1, á Parnassinum á Hotel Hafnia. Finnast skal: • Ársins spælari • Ársins ungi spælari • Ársins málverji • Ársins verjuspælari • Ársins miðvallari • Ársins áleypari • Ársins landsliðsspælari hjá monnum • Ársins venjari • Ársins dómari • Ársins lið finaluna í Gundadali, at hann hevði eitt ynski um at gera KÍ enn betri til komandi kapp­ ingarár. Tað verður tó uttan Simen Sandmæl, Torbjørn Grytten, Magnus Stamnestrø og Darius Lewis, sum allir fara av landinum. Enn er ikki greitt hvussu verður við Deni Pavlovic, Jesper Brinck og Páll A. Klettskarð. Jóannes Bjartalíð og Jákup B. Andreasen eru til royndarvenjingar í Norra, men hava tvey ár eftir av sátt­ málanum við KÍ. Nýggjur í felagnum er Odmar Færø og okkurt bendir á, at KÍ leitar bæði heima og úti eftir spælar­um, sum kunnu tryggja at KÍ heldur fram í oddinum í føroyskum fótbólti. Sum skilst vóru teir eftir bæði Sølva Vatn­ hamar (Vìkingur) og Adrian Justinus­sen (HB), men báðir hava longt sín sáttmála. NSÍ: Glenn Ståhl er nýggjur venjari hjá NSÍ. Hann tekur við eftir íslendska Guðjón Tórðarson, sum upprunaliga hevði ein tvey ára sáttmála, men í samrøðu við In.fo segði hann, at talan bara var um ein eitt ára sáttmála. Sum skilst var ein átekning í sátt­málanum, sum ger at Guð­ jón Tórðarson kunnu fara úr sátt­málanum. NSÍ bar seg skjótt at, tí stutt eftir at tíðindini komu um at Guð­jón Tórðarson ikki helt fram, boðaði NSÍ frá at svenski Glenn Ståhl er nýggjur venjari í felag­num. Fyrrverandi venjari hjá Suðringum hevur gjørt ein tvey ára sáttmála. Hann segði við tíðindini hjá FM1, at hann kemur til land­ ið í november, har spælar­ar­nir verða testaðir og fáa eina venj­ ingarætlan fram til árs­skiftið. Karstin Hansen, sum hevur verið útleigaður til Skála sein­ astu tvey árini, verður ikki part­ ur av uppstartinum, men hevur sáttmála fyri 2020. Ein søga sigur, at NSÍ ynskir at fáa Rógva E. Nielsen úr EB/ Streymi. Helst er eisini ein áhugi í U21-landsliðsspælaranum Ara Olsen, sum spælir á Skála. Skála: Tað eru fíggjarligar avbjóðingar á Skála og felagið repar seglini til komandi kappingarár. Eyðun Klak­stein er farin til Víking og formaðurin í felagnum, Rógvi Reinert Djurhuus, segði í for­mans­umarinum á FM1, at felagið leitar eftir eini føroyskari venjara­loysn. Sum skilst, so hevur felagið verið í samband við onkrar venjar­ar, men einki ítøkiligt er kom­ið burturúr. Millum annað er Trygvi Mortensen nevndur. Undan hesum kapp­ingar­ árinum var tilgongd av spælar­ um sum Ronni Møller-Iversen, Søren B. Nielsen og Fróða Benjaminsen. Tað tykist lítið sann­líkt at felagið klárar gera slíkar sáttmálar til komandi kapp­ingarár. Hartil eru boð eftir spælar­um sum Ara Olsen, ið fyrr hevur royndarvant uttanlands. Her er talan helst um feløgum sum Víkingur og KÍ. TB: Zoran Pavlovic tóktist at verða svarið í fyrru hálvu, men tað gekk so illa í seinna hálvu, at hann bleiv uppsagdur. TB hevur longu kunngjørt, at 39 ára gamli Michael L. Winter verður nýggj­ur venjari. Partarnir hava gjørt sáttmála fyri 2020 og 2021. Michael L. Winter er týskari, men hevur arbeitt leingi í Dan­ mark og tosar danskt. Hann sig­ ur millum annað í samrøðu við 3-2, at spælararnir hjá TB skulu spæla meiri málrættað og verða í betri form. Milos Budakovic hevur verið TB ein góður málverji, men tað er óvist um hann heldur fram í felagnum. TB plagar at duga væl at finna nakrar útlendskar spælarar, ið kunnu gera mun. Helst verður hetta aftur tilfeldið. Víkingur: Eyðun Klakstein er nýggjur venjari hjá Víkingi. Partarnir hava gjørt ein tvey ára sáttmála. Við sær úr Víkingi hevur hann Jákup Johansen, meðan spælar­ ar sum Atli Gregersen, Sølvi Vatnhamar og Vukasin Tomic hava longt sáttmálan. Eisini er greitt at spælarar sum Adeshina Lawal (AB), Heðin Han­sen (HB) og Hanus Jacobsen (givin) ikki halda fram komandi kapp­ingarár. Tað ljóðar at Víkingur hevur arbeitt við at fáa Ari Olsen frá Skála og Finnur Justinussen, sum hevur spælt í Danmark, men hann hevur ongan sáttmála í løtuni. Finnur Justinussen er upp­vaskin í Víkingi. Fótbóltsgalla 2019 verður hósdagin 7. november Ársins spælara tiltakið hjá FM1 og Miðlahúsinum, eisini nevnt Fótbóltsgalla 2019, verður hóskvøldið 7. november klokkan 20.30 á Panorama á Hotel Hafnia. Tiltakið er í samstarvi við Fótbóltssambandið