Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. november 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. november · Nr. 127 torshavn.fo/byggisamtyktir Tórshavnar býráð samtykti á fundi 30. oktober 2019 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri part av matr. nr. 139a, Hoyvík. Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta part av matr. nr. 139a, Hoyvík frá 4. Grundumráði til B7 øki í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu. Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 139a, Hoyvík liggur frammi á torshavn.fo/byggisam- tyktir og í Snarskivuni frá 1. november 2019 til 13. desember 2019. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 13. desem- ber 2019. Broyting í almennu byggisamtyktini fyri part av matr. nr. 139a, Hoyvík á Hjalla Kaldbaksvegur 139a 139a l 1of 1mq 1oc 1od 1og 139e 1oh 1oi 1hd 1oa 1ok B7 B8 D2 PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Harry Niclas Poulsen, Eingjartoftir 4, 360 Sandavágur, føddur tann 04.11.1934, deyður tann 03.03.2019, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Petur Even Djurhuus, Advokatfelagið, Lucas Debesar gøta 8, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 79/2019, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, TANN 29. OKTOBER 2019. Klaksvíkar Sjúkrahús Sniðgøta 1 · 700 Klaksvík Tlf: 45 45 45 · www.ks.fo Bandagistur og skómakari frá SAHVA, verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í viku 46 Tíð fæst við at ringja á tlf. 45 45 45 Klaksvíkar Sjúkrahús Grundað á gongdina á peninga- og láns- brævamarknaðinum, herundir negativa rentu hjá danska tjóðbankanum, verða innlánsrentur tillagaðar í næstum. Fyri vinnukundar merkir hetta, at rentan á vinnuligum innlánum oman- fyri 100.000 kr. verður negativ. Rentan á vinnuligum innlánum omanfyri 100.000 kr. lækkar til -0,30 % og rentan á vinnuligum innlánum omanfyri 750.000 kr. lækkar til -0,75 %. Tó eru frítíðarlønarkontur ikki fevndar av negativum rentum. Broytingin fær gildi frá 20. novembur 2019. Privatkundar rinda ikki negativa rentu, men rentan á ávísum privatum innlánum lækkar við upp til 0,2 %-stigum og fær gildi frá 5. desembur 2019. Harumframt verða ávís tænastugjøld tillagaði við virknaði frá 5. desembur 2019. Yvirlit við rentum og tænastugjøldum verður kunngjørt á heimasíðu sparikassans www.ns.fo, tá ið broytingarnar koma í gildi. NORÐOYA SPARIKASSI Norðoya Sparikassi tillagar innlánsrentur og tænastugjøld www.ns.fo TROTABÚGV Við avgerð tann 1. november 2019, er Sp/f Hjá Guðrun, undir Gráasteini 12, 340 Kvívík, skrás.nr. 6481, sks. nr. 3-92/2019, komið undir trotabúarviðgerð við Føroya Skiftirætti eftir áheitan frá Skráseting Føroya um tvingsilsupploysn móttikin tann 17. september 2019. Sum fyribils bústjóri er settur advokatur Sigmund Poulsen, Advokatvirkið, Skansavegur 1, 100 Tórshavn. Tað verður innkallað til skiftifund til val av bústjórn á skrivstovuni hjá skiftirættinum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, fríggjadagin tann 22. november 2019, kl. 9.15 FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 4. november 2019 Sosialurin fyrst og fremst www.in.fo