mánadagur 4. november 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. november 2019 · Nr. 127
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SVIMJING
Eirikur Lindenskov
– Eg gevist í desember.
Tað sigur ein avgjørdur Óli
Mortensen, sum nú er liðugur
sum svimjari. FM á stuttgeil í
Havn um vikuskiftið var sein
asta kapping hansara í Før
oyum. Hann er nú komin aftur
til Danmarkar, og har skal
hann til DM kapping í næstu
viku, og seinni í desember skal
hann aftur til DM fyri lið, men
so er hann liðugur sum kapp
svimjari. Avgerðin er tikin.
– Tað kennist rættilga løgið,
sigur maðurin, sum hevur
svomið kapp í 16 ár.
Óli vann fyrsta FM gull
heiðursmerki sítt í 2015. Tað
var í 200 firvald, tá hann vann
á sjálvum Pál Joensen, greiðir
hann frá, tá Sosialurin hitti
hann eftir seinastu FM kapping
hansara í gjár.
Síðsta einstaklingakapping
hansara til FM hesaferð var
eisini í 200 firvald, har hann
somuleiðis vann gull.
Hóast formaðurin í Svimji
sambandinum, Rókur í Jákups
stovu, kunngjørdi í gjárkvøldið,
at Óli Mortensen er millum
teirra, sum eru úttikin til NM
og EM, so verður Óli Mortensen
kortini ikki við.
– Nei, eg fari ikki til EM og
NM. Eg skal verða pápi í apríl
og vil fegin gera meg kláran til
ta uppgávuna og at gera meira
við skúlan, sigur Óli Mortensen,
sum lesur jura á triða semestri
á Lærda Háskúlanum í Keyp
mannahavn.
Unnustan
hjá
Óla lesur í løtuni til lækna í
Póllandi.
Meðan Óli Mortensen hevur
svomið so nógv, so hevur hann
ikki kunna lisið fulla tíð, men
tað ætlar hann sær at gera
nú – umframt at finna sær
lestrarstarv.
Tí
svimjingin
hevur tikið nógva tíð hjá Óla.
– Eg havi vant upp í 25 tímar
um vikuna, so tað verður heilt
løgið nú ikki at skula venja, sig
ur Óli Mortensen.
Hann vísir tó á, at venjingin
valla fer heilt niður á 0 tímar, tí
hann má svimja nakað fyri at
halda seg í formi.
Og tað verður eitt heilt
øðrvísi lív hjá Óla Mortesen
uttan svimjing.
– Eg svam mítt fyrsta FM
í 2008, og eg byrjaði upp á
morgunvenjingar tá eg var 12-13
ára gamal, sigur Óli Mortensen,
sum hevur vant svimjing á
hægsta stigi seinastu 11 árini.
Og eg vil fegin gera meg kláran til
ta uppgávuna og at gera meira við
skúlan, sigur Óli Mortensen, sum
eisini lesur jura í Keypmannahavn
18 ára gamla Vár Erlingsdóttir
Eidesgaard úr Havnar Svimji
felag vann allar kappingarnar,
sum hon var meldað til, nú FM í
svimjing hevur verið á stuttgeil
í Svimjihøllini í Gundadali í
Havn um vikuskiftið.
Hon vann allar einstaklinga
kappingarnar í frí, í firvald og
blandað og var við í teimum
trimum liðsvimjingunum, sum
kvinnurnar í Havnar Svimji
felag eisini vunnu. Í alt rakk
tað til 15 gullheiðursmerki til
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard,
sum er einaráðandi á hesum
teinum, og tað hevur hon verið
seinastu árini.
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard
var ikki tilmeldað í rygg- og
bringukappingunum.
Er Vár drotningin í frí-,
firvald og blandaðari svimj
ing, so hava Ægir hvør sína
svimjudrotning í bringu og
rygg. Í bringu vann Rebekka
Trygvadóttir
allar
tríggj
ar kappingarnar í 50-, 100 og
200 metrum, meðan Signhild
Joensen
vann
allar
kapp
ingarnar í rygg.
Vár vann allar kappingarnar
Hon var meldað til
15 kappingar og
vann gull í øllum
– EG SKAL VERA
PÁPI Í APRÍL
Óli Mortensen gevst:
Vár E. Eidesgaard
vann gull í øllum
15 kappingum, sum
hon kappaðist í