mánadagur 4. november 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 4. november 2019 · Nr. 127
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SVIMJING
14 svimjarar kláraðu krav
tíðirnar til Norðurlendsku
Meistarakappingina
og
Evropisku
Meistarakapp
ingina.
Norðurlendska Meistara
kappingin
og
Junior
meistarakappingin
verður
í Havn um vikuskiftið um
mánaðarskiftið
november
desember. Evropameistara
kappingin verður í Glasgow í
Skotlandi í desember.
Óli Mortensen HS, Sign
hild Joensen Ægir og Vár
Erlingsdóttir Eidesgaard HS
hava klárað kravtíðirnar til
EM í Glasgow.
Hesi 14 hava klára
kravtíðirnar til NM/
NJM í Havn:
Óli Mortensen, HS em á stutgeil
Signhild Joensen, Ægir em á stutgeil
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, HS em
á stutgeil
Alisa Vestergaard, Susvim
Bartal Erlingsson Eidesgaard, HS
Elisabet Erlendsdóttir HS
Eyðrið Mortensen, HS
Jóhan Nónskarð Dam, HS
Jonna Joensen, Ægir
Kristina í Skála, HS
Nancy Nónskarð Dam, HS
Rebekka Trúgvadóttir, Ægir
Rókur Trúgvason, Ægir
Rólant Toftum, Susvim
Rókur í Jákupsstovur, for
maður í Svimjisambandinum,
gjørdi greitt, at hetta vóru tey
um høvdu klárað kravtíðirnar
og soleiðis tryggjað sær at
gongd til kappingarnar. Men
Svimjisambandið fer at at
gera eina formliga úttøku,
har hesi eru við, og møguliga
verður nøkur tikin út afturat,
segði hann.
FM á stuttgeil endaði sunnu
kvøldið sum siður er við
spennandi liðkappingum í
50 metra frí.
Hjá kvinnunum vóru tað
tær í Havnar Svimjifelag,
sum drógu longra stráið og
vunnu gull við tíðini 1:52.27.
Kvinnurnar hjá Ægir vunnu
silvur við tíðini 1:55.40, og á
triðja plássið vunnu kvinnur
nar á øðrum liði hjá Havnar
Svimjifelag bronsu við tíðini
1:55.80.
Hjá monnunum vóru tað
teir í Havnar Svimjifelag,
sum fóru avstað við gullinum
við tíðni 1:38.89. Silvur vunnu
menninir í Susvim við tíðini
1:41.87. Bronsu vunnu menn
inir úr Ægir við tíðini 1:47.43.
Størsta svimjifelagið við
flestu svimjarunum er Hanar
Svimjifelag, sum eisini vann
flest heiðursmerki á FM
hesaferð.
Úrtøkan hjá teimum
trimum feløgunum, sum
luttóku í FM, var hendan:
– Havnar svimjifelag var: 27 gull, 19
silvur og 22 bronsu
– Ægir: 10 gull, 16 silvur og 12
bronsu
– Susvim: 4 gull, 6 silvur og 5 bronsu
Sum sigur er varð eisini steyp
handa besta kvinnuliga og
manliga svimjara í FM kapp
ingini í svimjing um viku
skiftið. Tað verður mált í
finastigum, sum verður rokna
út eftir tíðini í ymsu svimji
greinunum, so tær betur
kunnu sammetast.
Hesaferð stóð á jøvnum
millum tvær kvinnur, Vár
Erlingsdóttir Eidesgaard úr
Havnar Svimjifelag og Sign
hild Joensen úr Ægir. Báðar
fingu 710 finastig. Vár fyri 200
metur frí og Signhild fyri 200
rygg.
Hjá monnum var tað Óli
Mortensen sum fekk 691 fina
stig fyri 800 frí.
Vinnararnir fingu steyp.
Men tá tað stóð á jøvnum
millum tær báðar kvinnur
nar, so máttu tær í fyrstu
syftu býtast um steypið. Men
formaðurin í Svimjisambandi
num lovaði at loysa ta avbjóð
ingina, so helst verður eitt
nýtt steyp fingið til vega sum
skjótast.
14
kláraðu
krav
tíðirnar
Havnin
skarar
framúr
Heiðraðu bestu svimjararnar
Svimjararnir hjá Havnar Svimjifelag vunnu 27 gullheiðursmeri,
19 silvurheiðursmerki og 22 bronsuheiðursmerki
Óli Mortensen hevur svomið
sína seinastu FM kapping.
Hann gevst við svimjing eftir
DM í desember. Síðani hann í
2015 vann sítt fyrst FM í 200
firvald ímóti Pál Joensen,
hevur hann tilsamans
vunnið 103 gullheiðursmerki
Hesi 14 kláraðu kravtíðirnar til EM og NM/
NJM kappingarnar í desember