Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. november 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. november 2019 · Nr. 127 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Sjúrður Hildarson Hoydal Okkaradeildin: H71 vísti fyrst styrki og síðani veikleika Føroyameistararnir og odda­ liðið úr H71 vísti seg frá síni bestu síðu í fyrra hálvleiki av dysti­num ímóti Neistanum sunnu­dagin. Verjan hjá H71 stóð sera væl og revsaði eirindaleyst í skjótálopsbylgjum, meðan Neist­in hevði trupult við at raka málið. Serliga Rasmus Søby tóktist at leita eftir neyv­ leikanum, men hann skuldi koma í seinna hálvleiki, ið byrjaði við støðuni 17-11 til H71. Fyrsta korterið av seinna hálv­leiki ella so var ikki stórur spenn­ingur um dystin, men í tráð við at hoyvíkingar kendu seg tryggar, byrjaði neista­ verjan og serliga Nicholas Satch­well at fáa betri fatur. Mun­urin minkaði so líðandi og Høllin á Hálsi vaknaði veruliga tá ið Neistin minkaði niður í 24- 22. Rasmus Søby hevði fingið ferð á skotarmin, og fjáltur var nú á oddaliðnum, ið skifti Hilmar Leon Jakobsen inn í eini roynd at fáa hol aftur á mál­skjótingina. Og tað eydnaðist. Skaða­ plágaði bakkurin skeyt tvey týð­andi langskot í málið og í triðju royndini hekk hann í leysum lofti og datt hart í gólvið. Rasmus Søby fekk bein­ leiðis reytt kort fyri at hava fírt skjúttan og tað mundi vera avgerandi fyri at Neistin ikki fekk fleiri mál í dystinum. Støðan var tá 26-25 og tað gjørdist eisini dystarúrslitið. Við níggju sekundum eftir tók H71 time-out og avráddi at spæla tíðina út. Neistin lat H71 koma til frían kjans og lat unga vinstra vongin, Baldur Gillason, royna seg ímóti Nicholasi Satch­ well. Neistaætlanin mundi eydnast. Málverjin bjarg­aði møguleikanum, men hevði bert fýra sekund at fáa fatur á bóltinum og fram í skotstøðu. Bólturin end­aði frammi hjá fría Tróndi Mikkel­ sen, men hann mátti hoyra dystin enda áðrenn hann fekk avgreitt skotið hjá sær. H71 vann dystin 26-25 og hevur nú fingið eitt hol upp á trý stig niður til KÍF og StÍF og fýra stig til VÍF. Neistin og Kyndil hava svartaper í løtuni, og teir 11 dystirnir, ið resta í av grundspælinum fara allir at vera avgerandi í sera spennandi Okkaradeildini, har tað fyrst og fremst snýr seg um at enda millum fýra tey fremstu. Fantastiskur dystur í Vestmanna StÍF ætlar sær eitt av hesum fýra plássunum, og hevur tikið øll á bóli við skjótum og neyvum hond­bóltsspæli í ár, og fyrstu løtuna ímóti VÍF í Vestmanna hildu strandingar fram. VÍF fekk ongan frið, álopini skol­aðu í flottum bylgjum ímóti Mlade­ ni Mjerimacka í máli­num, og eftir eitt korter var støðan 11-6 til StÍF. Tá fór VÍF-mál­ verjin í gongd. Við fleiri bjarg­ ingum slóðaði málverjin fyri at verjan reisti seg, og við hálv­leikssteðgin var alt vent á høvdið og VÍF var á odda 14-13. Søgan endurtók seg í seinna hálvleiki. Í einum sera h u g t a k a n d i dysti skiftust liðini um at skjóta flott mál, meðan málverjarnir – Mladen Mjerimacka hjá VÍF og teir báðir Andri K. Hansen og Eli Gærdum hjá StÍF, bjargaðu ferð eftir ferð í fríum støðum. StÍF vann sær eina leiðslu upp á trý mál, men kláraði ikki at halda hana, og so skuldi alt avgerast í seinastu minuttunum – og tað var sjálvandi ein málverji sum avgjørdi alt. Mladen avger dystin Fýra minuttir resta í og Jóann­ es Prestá sleppur fríur ígjøgn­ um á høgra bakki. Hann skjýtur í longru síðuna – Mladen Mjeri­ macka stingur høgra beini út og treffur bóltin, ið fer út til inn­kast. StÍF fær nýtt álop og roynir ein flúgvara av vinstra vongi til Pætur Johansen á bakkinum. Bakkurin sleppur ikki at leypa ígjøgnum, dettur í gólvið og eftir drúgvar sam­ ráð­ingar døma dómararnir brots­kast. Støðan er 27-27 og klokkan vísir 26:51. Mladen Mjerimacka lesir skotið, tveitir seg niður og bæði bjargar og fangar bólti­ num. Nú er sigurin í hondum hjá VÍF. Hallur Arason høggur eitt skot inn av høgra bakki og StÍF hevur nú somikið av fjáltri at bólturin gleppur av hond­um. Sjúrður Olsen man av­gera dystin tá ið hann fintar seg væl ígjøgnum til 29-27. Men spenningurin er ikki av. Pætur Barclay tekur ein spískan møguleika av vinstra vongi og setir bóltin fram við Mladeni Mjerimacka í málinum. Næstan hálvur annar minuttur restar í og StÍF fer út at fiska bóltin. Brádliga verða vestmenningar fangaðir niðri á høgra vongi, men Andrias Eriksen bjargar teimum, tá ið hann rekur allan vegin yvir á miðjuna og høggur eitt hoppiskot upp í málhornið. 30-28 til VÍF og hálvur minuttur restar í. StÍF ger púra rætt av, brúkar fá sekund at finna ein góð­an møguleika á sínum høgra vongi – og Mladen kemur langt út, fangar royndina at lobb­að og avger dystin. VÍF fær týdningarmikil stig í stríðnum um fremstu fýra plássini og StÍF má lata næst­ fremsta plássið frá sær. SMS-deildin: Neistin prógvaði seg Eftir at øll liðini høvdu leikt Hvør einasti dystur verður avgerandi í Okkaradeildini, og hetta vikuskiftið prógvaði at málverjarnir í Føroyum eru framúr góðir STÓRUR SPENNINGUR Í OKKARADEILDINI