Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. november 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 4. november 2019 · Nr. 127 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR eina ferð ímóti hvørjum í SMS- deildini, var lætt at gera niðurstøður. VÍF, H71 og Kyndil áttu ikki at fáa trupulleikar við at vinna seg eitt av fýra fremstu plássini, meðan ivamálið helst var um Neistin mundi fara at koma sær í trupulleikar. Er sunnudagurin nakað at døma eftir, so liggur væl fyri hjá Neistanum. Í 26-19 sigri á H71 var lítil ivi um at Neistin hevði fleiri streingir at spæla upp á enn H71. Dysturin var javnur, men Neistin hevði alla tíðina hug at vera á odda. Tá ið H71 so vann seg eitt mál fram um í seinna hálvleiki, fall Neistin ikki í fátt. Við grundarlagnum av einari sera stinnari verju, einum stórum avriki av Maju Dragobujlovic í málinum og góðum neyvleika í skotunum frá øllum plássum, slapp Neistin á odda við trimum málum tá ið einir átta minuttir restaðu í. H71 mátti seta ferðina upp, men hetta hóvaði ikki hoyvíksgentum, og so skrædnaði munurin upp í tey sjey málini at enda. Tað var lætt at peika á Maju Dragobujlovic sum lykilin til hetta, og hon var eisini sera avgerandi við eini ørgrynnu av bjargingum í teprum løtum, men verjan frammanfyri hana við Hjørdis Viðstein sum skipara riggaði avbera væl, eftir at Neistin legði mansverju á Maritu Mortensen. Nýggi serbiski bakkurin hjá Neistanum, Ana Blagojevic, vísti at hon hevur eitt framúr skot, tá ið hon verður spæld rætt upp og í verjuni lá avbera væl fyri hjá henni eisini. Stóra stjørnan í álopinum hjá Neistanum var Ingunn Kristina Persson, sum skoraði heili 12 ferðir. Neistafólk sóu yvirhøvur fleiri hugalig avrik sunnudagin, og nú fer eisini at vera heilt hugaligt hjá teimum bláu at skoða á stigatalvuna. Tað er ikki líka hugaligt hjá hoyvíkingum í løtuni, eftir enn ein dyst har H71 ikki finnur rútmuna. H71 hevði fult stigatal eftir fýra dystir, men hevur nú tapt tveir á rað – og leikararnir tykjast ráðaleysir. Venjarin hevur tørv á at bata støðuna áðrenn hon gerst enn meira álvarslig. VÍF økti – Stjørnan fylgir við Í hinum báðum dystinum um vikuskiftið, komu væntaðu sigrarnir greitt. StÍF fylgdi rættiliga væl við VÍF í langa løtu. Hóast VÍF hevði hug at økja, so helt StÍF um endan og minkaði fitt um munin fleiri ferðir. Tíðliga í seinna hálvleiki var munurin tvey mál, og við knøppum korteri eftir var framvegis bert trý mál á muni. Tá setti VÍF kortini alt upp á pláss, og endin var ein sigur upp á 27-17. Púra væntað, men StÍF kann møguliga finna ugga í at fyri bert einum mánaða var munurin millum liðini 20 mál. Tapið hjá StÍF merkti at Stjørnan kundi yvirhála, um tað eydnaðist at vinna á VB í Klaksvík, og tað var eingin trupulleiki. Stjørnan rann undan alt fyri eitt, og tað var bert ein spurningur um hvussu stórur sigurin fór at vera. Hann endaði uppi á úrslitinum 37- 29, og aftur var staðfest at VB framvegis hevur eina leið eftir í sínum stríði fyri at gera seg galdandi í SMS-deildin. sjurdur@sosialurin.fo Har eru fleiri um boðið hesa vikuna. Í Klaksvík skoraði Tóra Eliasen 13 mál úr opn­ um spæli, meðan Ingunn Krist­ina Persson skoraði 12 mál fyri Neistan í Havn. Men um vit hyggja eftir hvør mest avgerandi leikarin hesa vikuna er, so er svarið greitt: Maja Dragobuljovic. Týdn­ingurin hon hevur fyri unga neistaliðið kann ikki undirmetast. Hóast góð avrik í bæði verju og álop­ ið mátti Neistin fleiri ferð­ ir heita á málverjan í mest avgerandi løtunum. Frítt av vongi, frítt av striku og úr fjarstøðu fekk Maja ferð eftir ferð fatur á roynd­ unum. Tá ið Maja er í hasum lagn­um kann Neistin vinna á øllum. Leikarin hesa vikuna: SMS-deildin: Maja Dragobuljovic Okkaradeildin: Mladen Mjeri­macka SMS-deildin støðan NUMMAR LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 VÍF 7 200 149 51 12 2 H71 7 185 163 22 10 3 Kyndil 6 152 107 45 8 4 Neistin 7 174 155 19 8 5 Stjørnan 7 176 189 -13 6 6 StÍF 7 151 211 -60 4 7 VB 7 156 220 -64 0 Okkaradeildin støðan NUMMAR LIÐ DYSTIR V.M. T.M. MUNUR STIG 1 H71 7 207 165 42 12 2 KÍF 7 201 178 23 9 3 StÍF 7 194 192 2 9 4 VÍF 7 194 183 11 8 5 Neistin 7 182 174 8 6 6 Kyndil 6 154 160 -6 4 7 Team Klaksvík 7 151 231 -80 0 Úrslit í vikuni: Neistin – H71 26-19 VÍF – StÍF 27-17 Stjørnan – VB 37-29 Úrslit í vikuni: Neistin – H71 25-26 VÍF – StÍF 30-28 Team Klaksvík – KÍF 25-27 Ingunn Kristina Persson skoraði 12 mál ímóti H71 sunnudagin Tað mátti vera ein málverji í Okkaradeildini. Øll liðini í deildini hava málverjar, ið kunnu avgera dystir av sín­ um eintingum, og aftur hesa vikuna vóru fleiri um boðið. Nicholas Satchwell var um at vinna dystin ímóti H71 og hevði Neistin fingið stig, hevði tað helst verið lands­liðs­mál­ verjin ið fekk plássi í hesum stubbanum. Í Vestmanna vóru tríggir málverjar í ser­ flokki, tá ið fyrst Andri K. Hansen vísti stórspæl og eitt nú tók tvey brotskøst. Síðani kom Eli Gærdum inn og hann bjargaði úr fríum støðum fleiri ferðir. Men Mladen var bestur av øllum. Hann vendi dystinum av sínum eintingum miðskeiðis í fyrra hálvleiki, aftur mið­skeiðis í seinna hálvleiki og so avgjørdi hann rætt og slætt dystin í seinastu løtu­num. Allir áleyparar ræð­ ast Mladen tá ið hann er í hasum lagnum.