mánadagur 4. november 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. november 2019 · Nr. 127
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Fótbóltsárið er liðugt heima á
landi. Landsliðið skal um tvær
vikur spæla í Norra og Svøríki,
og í blaðnum aðrastaðni á
ítróttarsíðunum sæst, hvørji
eru í uppskoti at vera ársins
spælarar samstundis, sum tað
verður mint á, hvørji hava verið
heiðrað fyri at hava verið tey
bestu.
Tað plagar at vera soleiðis,
at tey feløgini, sum standa seg
best, nýta færri spælarar enn
hini liðini. Soleiðis var tað eisini
í ár. Sum tað sæst í talvuni, so
var HB tað liðið, ið hevði fæst
spælarar á besta liðnum.
20 spælarar vóru á besta HB
liðnum, 22 á besta B36 liðnum
og 24 á besta KÍ og NSÍ liðnum
og 26 á besta Víkinga liðnum.
Hvussu
nógvir
fáa
møguleikan valdast um, hvussu
stór kappingin er, og hvussu
skaðar og leikbann raka.
Eitt nú vóru B36 og EB/
Streymur meint rakt av skaðum
í farna kappingarári, og fram
ímóti kappingarenda vórðu
tveir av stuðulsspælarunum
hjá HB langtíðarskaddir.
Størsti
gjøgnumtrekkurin
var í TB, har 32 spælarar
royndu seg á besta liðnum, og
næststørsti gjøgnumtrekkurin
var í ÍF, har 30 spælarar vóru á
besta liðnum.
Fram ímóti kappingarenda
góvu fleiri venjarar trúføstum
eykamonnum møguleikan á
besta liðnum. Eitt nú vardi
Bárður á Reynatrøð málið
hjá Víkingi fyri fyrstu ferð,
tá ið Víkingur í síðsta umfari
var í Trongisvági. Tá varð
TB
eykamálverjin,
Bárður
Dimon, skiftur inn fram ímóti
dystarenda.
Um tað verður hugt eftir,
hvussu nógvir spælarar vóru
við í 18 dystum ella fleiri, so
sæst, at meistararnir í KÍ saman
við AB høvdu 11 spælarar, sum
vóru so drúgvir, meðan HB
hevði 14 spælarar, sum vóru
so drúgvir. Talið hjá hinum
liðunum – burtursæð frá TB og
ÍF – er eisini har á leið.
TB
og
ÍF
eiga
flestar
spælarar, sum vóru á liðnum í
9 ella færri dystum.
Tað ber til at hava 14
spælarar á liðnum í hvørjum
dysti. Teir 11, sum eru við frá
fyrsta bríksli, og so tríggjar
aftrat, sum kunnu vera skiftir
inn.
Tá ið hugt verður eftir,
hvørjir teir 14 vóru, sum vóru
á vøllinum í flest dystum, fæst
ein ábending um, hvussu stórar
skiftingar talan verður um
undan næsta kappingarári.
Skiftingarnar
Hjá KÍ er tað bara Simen
Sandmæl, sum heilt víst ikki
verður við aftur næsta ár.
Jesper Brinck var eisini millum
14 teir drúgvastu. Tað er ikki
greitt, um hann fer at halda
fram í Klaksvík, ella um hann
fer aftur til Danmarkar.
Hjá B36 er tað greitt, at Jónas
Ꝧór Næs gevst. Tað ljóðast, at
Hans Jørgensen, sum oftast
vardi málið, ikki fer at halda
fram, og at Lukasz Cieslewicz,
ið ikki hevði sama leiklut, sum
hann áður hevur havt, leitar
eftir nýggjum felag.
Hjá NSÍ er Glenn Ståhl
nýggjur venjari. Tað er óvist,
um norski miðvallarin Peter
Nersveen fer at halda fram.
Fleiri aðrir hava ikki enn
skrivað undir.
Í HB er Jens Berthel Askou
nýggjur venjari. Tað er greitt,
at miðverjin Lasse Andersen
ikki fer at halda fram, og
at Heri H. Mohr er aftur í
barndómsfelagnum.
Heðin
Hansen er aftur í HB. Nógvir
av hinum hava skrivað undir
nýggjan
sáttmála.
Tveir
av teimum eru Hørður H.
Askham og Tróndur Jensen,
sum ikki vera tøkir undan
summarsteðginum, tí teir eru
langtíðarskaddir.
Óvissa er um fleiri av
teimum, ið vóru við í ár, fara at
halda fram.
Eyðun Klakstein er nýggjur
venjari í Víkingi. Har sær tað út
til,
a
t
talan
verður
um fleiri
skiftingar.
Adeshina Lawal
og Heðin Hansen hava
skift felag, og Hanus Jacobsen
er givin, og Jákup Johansen er
nýggjur maður. Tað ljóðar, at
Finnur Justinussen er á veg
aftur til barndómsfelagið.
Á Skála er óvissan størri
enn
í
hinum
feløgunum.
Formaðurin
segði
herfyri,
at
teir
fara
at
spara
í
lønarútreiðslum og
legði aftrat, at allir
spælararnir vóru væl
komnir at halda fram,
men at hann skilti væl,
um onkrir valdu at fara
aðrar vegir.
Í AB sær tað út til, at teir
flestu halda fram. Nýggir í
Meðan tað mesta tykist vera komið upp
á pláss í stóru feløgunum, bíða tað í fleiri
av hinum feløgunum stórar avbjóðingar,
áðrenn viðurskiftini eru komin í rættlag
STÓRU SKIFTINGARNAR
VERA Í NIÐARA ENDA
FÓTBÓLTUR