mánadagur 4. november 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. november 2019 · Nr. 127
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
"Ja, eg eri vónbrotin. Vit føra við 6-7 málum
og tveita faktiskt alt burtur heldur enn at
bara koyra tað stilt og róliga heim og gera
tað, sum vit renna runt og gera í tí dagliga."
Peter Krogh, H71, eftir 26-25-sigur á H71
"Hatta var ræðuligt fyri Andre Gomes,
men døm eftir gerninginum, og ikki hvat
hendi aftaná."
Mauricio Pochettino, Tottenham-venjari, eftir at Heung-
min Son fekk reyt kort fyri at takkla Andre Gomes, ið
breyt fótin.
Vikan ið fór
Guðjón Þórðarson
sigur seg úr starvi
sum NSÍ-venjari, og
sama dag kunnger
felagið svenska
Glenn Ståhl sum
nýggjan venjara.
Víkingur kunnger
nýggjan venjara í
Eyðuni Klakstein,
sum eisini tekur
Jákup Johansen við
sær av Skála.
KÍ avdúkar nýggja
norska leikaran Ole
Erik Midtskogen,
og leingir eisini um
sáttmálarnar við
Páll Klettskarð og
Ísak Simonsen.
HB finnur
avloysaran fyri
Heim Guðjónsson.
Talan er um danska
Jens Berthel Askou,
sum fær ein tvey ára
sáttmála.
Sterki serbiski TB-
málverjin, Milos
Budakovic, skiftir
norður um fjørðin
og skal næsta ár
spæla við ÍF.
Føroyski
svimjiprofilurin, Óli
Mortensen, kunnger
at hann gevst við
at svimja nú hann
næsta ár skal gerast
pápi.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Helgi Winter Olsen
Aldur: 39
Yrki: Fjallasúkkling
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. 26
2. Áki Mørk
3. Tvey
4. Mjølnir
5. Vendsyssel FF
6. Magnus Carlsen
7. Kevin Magnussen
8. Hávard Vatnhamar
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Hvussu nógv mál skeyt metmaðurin Klæmint A. Olsen í
Betrideildini í ár?
2 Hvussu eitur nýggi høvuðsvenjarin hjá Team Klaksvík?
3 Hvussu nógv kappingarár var Eyðun Klakstein venjari hjá
Skála?
4 Hvat lið bleiv í fjør greipuvinnari í meistaradeildini hjá
monnum í flogbólti?
5 Hvørjum donskum felagi var nýggi HB-venjarin, Jens
Berthel Askou, seinast venjari hjá?
6 Hvussu eitur norðmaðurin, sum er heimsins besti telvari?
7 Hvussu eitur einasti danskarin, sum er við í formil 1?
8 Hvussu eitur føroyski para-triathleturin á myndini?
Nú fáa tit loksins eina
breyt at súkkla á, hvussu
hevur tilgongdin verið?
- Longu tá ið vit stovnaðu
Fjallasúkklufelagið í 2011,
var Tórshavnar Kommuna
sinnað at lata okkum eitt øki
til eina breyt. Hetta kom so
í lag í 2016 og endiliga í dag
sleppa vit at byggja. Vit hava
merkt vælvilja allan vegin.
Greið okkum eitt sindur
frá um breytina?
Við sjálvbodnum arbeiði og
eginfígging byggja vit ein
300 metrar stubba av eini
breyt, sum vónandi við tíð
gerst partur av einum størri
kervi. Ein kappingarbreyt er
tildømis 5 kilometrar long
og oftast partur av einum 20
kilometrar longum kervi, so
har er nakað á mál. Serliga
tí vit mugu samla fígging
til hetta og gera tað í frítíð
okkara.
Hvønn týdning fær
breytin fyri føroyska
fjallasúkklin?
- Hon fær avgerandi týdning
í at kunna menna samleikan
í fjallasúkklingini.
Mikukvøldið sýna tit
ein film fram í Smæruni,
greið nærri frá tí?
- Vit sýna tveir filmar. Ein
um nærleika og uppliving
á fjallasúkklu í lendinum,
sum eg sjálvur havi verið við
at gjørt, og so ein franskan
film um fjallasúkkling í
Føroyum. Teir eru ógvuliga
ymiskir, og seta á hvør sín
hátt ljós á fjallasúkkling
og spurning við, hvussu
vit lofta føroyskum
fjallasúkklarum og teimum
mongu ferðafólkunum, sum
ynskja at fjallasúkkla og
ganga í haganum.
Hvussu er støðan annars
samanumtikið í føroyskari
fjallasúkkling?
- Hetta er ein ítróttur í
rúkandi útvikling, og vit
royna at skapa karmar og
treytir øllum til góðar.
Lewis Hamilton vann um vikuskiftið sítt 6. heimsmeistaraheiti í formil 1
Myndin hesa vikuna