Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. november 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 4. november 2019 · Nr. 127 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Eg fari at byrja við dekninginum hjá sjónvarpinum hjá Kringvarpinum av stóru FM- finaluni í mansfótbólti, sum var í Gundadali fyri viku síðan, tá KÍ vann sítt fyrsta meistaraheiti í 20 ár. Eg eri sjálvur at kalla altíð til arbeiðis, tá slíkar ítróttarhendingar eru og tí er mín lutur sjáldan sum brúkari. Tað var eg mánakvøldið, tá ítróttarredaktiónin hjá Kringvarpinum sendi sendingina “Gulldysturin”, sum var ein lýsing av dystinum millum B36 og KÍ. Eg sat eftir við kensluni av, at hetta var gott føroyskt sjónvarp, sum til eina og hvørja tíð er meiri vert enn ein útlendsk sending, sum vit helst longu hava sæð á DR. Sum ítróttaráhugaður forlangi eg ikki meir enn eitt sindur av føroyskum amatør-sjónvarpi. Tað er als ikki ein kritikkur, men ein staðfesting av at vit hava ikki umstøður at gera tað so flott og fyrireikað, sum kappingarneytarnir úr eitt nú Danmark og hinum norðurlondunum. Vit her í Miðlahúsinum eru sjálvandi í kapping við Kringvarpið. Eitt nú rennur morgunsendingini eftir øllum teimum søgunum, sum privatu miðlarnir hava ein kjans at kappast við. Tað kennist onkuntíð nærmast kappingaravlagandi, men hesa ferð rakar Kringvarpið eitt mið, sum ongin annar kann gera á sama hátt. Sendingin verður tikin upp leygardag og helst hava tey íblandaðu eisini aðrar uppgávur tann dagin. Longu mánakvøldið kunnu vit seta okkum niður, og síggja eina sending, ið eg ímyndi mær at flestu føroyingar kunnu kenna seg aftur í. Prát við ídnar áskoðarar og gjarna fólk, sum eiga ein lut í dystinum. Slíkt sjónvarp er gullvert til eftirtíðina, tí tað er skjótt at liva í eini hending og halda, at søgan kann liva í sær sjálvum. Men tað ger hon bara ikki. Tí er tað so týdningarmikið, at dokumentera tær stóru ítróttarhendingarnar á annan hátt enn bara við frásøgn av hendingini. So rós til Kringvarpið fyri sendingina! Rís til VAR Havi um vikuskiftið sæð fleiri í dystir í Premier League, nú føroyska landskappingin er komin at enda, og tíð er til tað. Eg havi sum tey flestu heft meg við VAR, sum bleiv tikið í brúk til hetta kappingarárið. Halgatrý eg haldi tað kann drepa ein dyst! Tað havi eg sagt allatíð. Hetta er ein máti at fáa fleiri dómarar til arbeiðis og úrslitið er sjáldan betri. Lívsringrásin hjá flestu organisatiónum er at ein eftirspurningur ella eitt hugskot skapar, og við tíðini sum tað veksur seg stórt, tiltrekkjast mappudjórini, fluguknepparar og paragraftrælur. Og nú eru vit her. Dómarar í havsneyð hvørjaferð onkur døming endar hjá VAR. Leygardagin var armholan hjá Roberto Firmino rangstødd, tí fekk Liverpool ikki mál. Eg minnist at Diego Maradona skoraði við hondina, men armholini? Kom aftur við VAR, tá vit vita hvat tað er fyri nakað. Eitt nú tá rangstøðan bara skal mátast eftir føtrunum, tá kunnu vit fyrihalda okkum til tað. Máltøknin riggar fyrimyndarliga, men tað ger VAR ikki! trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge Tað er røringur í føroyskum fótbólti í løtuni. Feløgini gera seg til reiðar til komandi kappingarár og í fleiri førum, verða ársveitslunar brúktar til at kunngera ymiskt. Eitt nú kunngjørdi Jónas Tór Næs, at hann gevst við fótbóltinum. 32 ára gamli høgri bakkurin hevur annars havt eitt gott kappingarár, har hann eisini er farin at skjóta mál. Hann hevur í ár skorað tvey mál í Betri deildini, og tað eru tvey mál fleiri enn hann hevur skorað frammanundan. Jónas Tór Næs hevur havt ein álvarsaman skaða í nakkanum, sum gjørdi at hann næstan ikki spældi í 2018. Hann hevur eisini verið drúgvur á A-landsliðnum, har hann hevur spælt ikki færri enn 56 landsdystir. Sambært skrásetingini hjá Faroesoccer, so eru bara átta spælarar, sum hava spælt fleiri landsdystir fyri Føroyar. Jónas Tór Næs hevur í fleiri førum spælt í feløgum uttanlands. Í Danmark hevur hann millum annað spælt við BK Frem, Fremad Amager og Køge BK. Hann hevur íslendskar røtur og har hevur hann spælt fyri ÍBV og Valur. Tað ljóðar, at fleiri feløg vilja hava Ara Olsen hjá Skála. U21-landsliðsspælarin er ein framrættaður høgri bakkur, sum passar væl til spælistílin hjá B36. Tí kundi B36 verið eitt boð, nú Jónas Tór Næs gevst. B36 fær eisini tilgongd av Mattias Lamhauge úr HB. Hann hevur verið eykamálverji í ár saman við Bjarta V. Mørk. Bjarti er farin til AB, so nú skal HB hava nýggjan eykamálverja. HB nýggjan venjara 37 ára gamli Jens Berthel Askou verður nýggjur venjari í HB. Hann hevur gjørt ein tvey ára sáttmála. Tað kunngjørdi HB leygarkvøldið. Hann hevur seinast verið høvuðsvenjari hjá Vendsyssel í donsku Superliguni. Harumframt hevur hann verið hjálparvenjari í Skive IK, Thisted FC og Vendsyssel, áðrenn hann tók sæti sum høvuðsvenjari har. Umframt royndir sum venjari, hevur hann eina drúgva yrkisleið aftanfyri seg, sum leikari. Hann hevur spælt í donsku Superliguni og 1. deild, og í turkiskum og enskum fótbólti, har hann hevur umboðað Kasımpaşa S.K. og Norwich City, skivar HB. HB kunngjørdi eisini, at Heri H. Mohr er komin aftur til barndómsfelagið, eftir eitt framúr ár í AB. HB hevur longt sáttmálan við spælarar sum Teitur M. Gestsson, Hørður Askham, Tróndur Jensen, Bartal Wardum og Adrian Justinussen, meðan Heðin Hansen er komin til úr Víkingi. Lasse T. Andersen heldur ikki fram, meðan Ari M. Olsen sannlíkt fer til Danmark at lesa. Nýggjur norðmaður til KÍ Norðlýsið visti um vikuskiftið at siga, at KÍ hevur fingið tilgongd av Ole Erik Midtskogen. Norðlýsið skrivar, at talan er um ein høgan álopskenda spælara, sum kann spæla í álopinum og á vonginum. Hann kemur til felagið saman við Odmari Færø. Hartil skrivar Norðlýsið, at Páll A. Klettskarð og Ísak Simonsen hava longt sáttmálan. Tríggir norðmenn eru farnir hinvegin. Simen Sandmæl, Magnus Stamnestrø og Torbjørn Grytten. Eisini eru Semir Hadzibulic og Darius Lewis farnir av landinum. Tveir spælarar hava longt við NSÍ Tað hevur verið venjaraskifti hjá NSÍ í vikuni, men í hópinum er ongin broyting enn. Guðjón Tórðarson er farin aftur til Íslands, meðan svenksi Glenn Ståhl er nýggjur venjari. Hann hevur gjørt tvey ára sáttmála. Nú hava tveir av spælarunum eisini longt sáttmálan. Talan er um Betuel Hansen og Búa Egilsson. Betuel Hansen hevur ein part av sínum fótbóltsuppvøkstri í Silkeborg, og spældi nógv á besta liðnum at byrja við, tá hann kom aftur til Føroya. Í ár hevur hann tók fyri tað mesta verið eykamaður, men nú hevur hann longt sáttmálan og ætlar helst at síðast fyri sínum plássi á miðjuni. 23 ára gamli Búi Egilsson kom NSÍ undan hesum kappingarárinum, og hevur fingið fast pláss. Hann er uppvaksin í Vági og hevur spælt við FC Suðuroy og samanlagda TB/FCS/ Royn. Í fjør tók hann lopið til NSÍ og hevur nú longt sáttmálan við tveimum árum. trondur@sosialurin.fo FELØGINI BRYNJA SEG KOMANDI ÁR Rós til KVF og rís til VAR HB hevur fingið nýggjan venjara, KÍ hevur fingið nýggjan norðmann og B36 skal hava nýggjan høgra bakk