týsdagur 5. november 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. november 2019 · Nr. 128
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Bilrøkt
nýtt KIA
umboð í
Føroyum
TÍÐINDI SÍÐA 23
Eyka
hædd
á Thor
Omega
TÍÐINDI SÍÐA 8
Týsdagin vitjaði Bárður á
Steig Nielsen, løgmaður, í
Downing Street 10 í London,
har forsætisráðharrabústað
urin er. Teir báðir Bárður á
Steig Nielsen og Boris John
son eru samdir um at styrkja
samhandilin og samstarvið
millum Føroyar og Bretland.
Hetta er fyrstu ferð í søguni,
at ein føroyskur løgmaður er
á fundi við ein bretskan for
sætismálaráðharra í Downing
Street.
– Tað er einki at taka seg
aftur í, at Brexit letur upp
fyri nýggjum samstarvsmøg
uleikum millum Føroyar og
Bretland. Tað er avgerandi, at
vit troyta allar møguleikar, og
ávirka á røttum stað, so vit fáa
so góð viðurskifti sum gjørligt
við Bretland. Fundurin við
bretska forsætismálaráðhar
ran er eitt greitt tekin um, at
bretar raðfesta samstarvið
við Føroyar. Tað er mín greiða
fatan, at Føroyar fara at fáa
eina sterkari samvinnu við
Bretland, nú bretar eru á veg
úr ES, sigur løgmaður.
Á fundinum í London
gjørdi hann vart við, at Før
oyar vilja breiðka handilssam
starvið við Bretland. Eisini
umrøddu partarnir samstarv
innan fiskivinnu, oljuvinnu
og tænastuvinnu.
Bárður á Steig Nielsen
greiddi eisini Boris Johnson
frá, at tað komandi ár verður
eitt 75 ára minningarhald í
Føroyum í sambandi við, at
bretska hersetingin undir
seinna veraldarbardaga end
aði.
– Føroyar og Bretland hava
eina hendingaríka og spenn
andi søgu. Bretland er okk
ara nærmasti granni og nú
ræður um at halda fram við at
styrkja og menna gamla vina
lagið og góðu viðurskiftini
landanna millum sum næstu
grannar í Landnyrðingsat
lantshavi, heldur Bárður á
Steig Nielsen.
Løgmaður nýtti høvi til at
bjóða Boris Johnson at vitja
Føroyar.
Bárður vitjar Boris
»Samhaldsfasti skattafríur! Tað
gevur 2000 krónur meir um mánað
in til pensjónistin. Fólkaflokkurin
vil burtur frá dupultskatting«.
Soleiðis skrivar Jørgen Niclasen
á Facebook tríggjar dagar fyri val
ið, tann 28. august. Og hetta lyftið
hevur Fólkaflokkurin endurtikið,
síðani flokkurin 10. september í
fjør legði uppskot fram á ting um
at gera útgjaldið úr Samhaldsfasta
skattafrítt.
– Hetta lovi eg, segði formaður
floksins, sum nú skjýtur seg undir,
at talan er um eina neyðsemju við
Sambandsflokkin og Miðflokkin.
Altso. Fólkaflokkurin vil framveg
is lata eina inntøku hjá lands- og
kommunukassum upp á 180 mill
iónir krónur fyri at gera Sam
haldsfasta skattafrían á nýggjári
num.
Men so er ikki og so verður ikki.
Alt ov ofta síggja vit politiskar
flokkar koma við vallyftum, sum
teir slett ikki megna at innfría.
Hetta nummarið hjá Fólkaflokk
inum er í tí heilt stóra klassanum,
har flokkurin beinleiðis lumpar
pensjónistarnar.
– Veljið okkum, og tit fáa 2.000
krónur meira at liva fyri 1. januar.
Men tað passar jú slett ikki. Utt
an iva hevur flokkurin verið tilvit
aður um, at hetta als ikki ber til – og
hvat ger man so? Jú, man skyldar
upp á samstarvsflokkarnar. Tað
sum eftir stendur er, at Miðflokkur
in og Sambandsflokkurin ikki unna
fólkapensjónistum sama skatta
lætta, sum Fólkaflokkurin.
Ikki tí. Andstøðan roynir seg
eisini við uppskotum, sum tey ikki
megnaðu at fremja í samgongu.
Til dømis bústaðarpakkan. Hann
kann væl saktans uppgevast upp á
forhond, tí hóast Sambandsflokk
urin tók undir við honum í and
støðu í vár, so ger hann tað ikki
nú. Flokkurin er saman við Fólka
flokkinum, og tá Fólkaflokkurin
ikki vil tað sum Javnaðarflokkurin
og Tjóðveldi vilja, so sleppur Sam
bandsflokkurin ikki. Tað vita Tjóð
veldi og Javnaðarflokkurin fullvæl,
tí blívur slíkt bara spæl fyri galla
rínum.
Uppskotið hjá Tjóðveldi er um
at flokkar og politikarar skulu
upplýsa sínar fíggjarligu stuðlar er
eisini áhugavert. Seinast Tjóðveldi
legði tað fram, var flokkurin í and
støðu, og tað ger hann aftur nú. Hví
kom uppskotið ikki fram, meðan
flokkurin sat í samgongu? Tað
virkar næstan tilætlað, at slík mál
skulu fella og tí verður tað óseriøst.
Men lyftistbrotið hjá Fólka
flokkinum við samhaldsfasta vísir
seg nú at vera fullkomið.
Jørgen Niclasen lovaði á val
fundi á Glasi, at fólk undir 18 ár í
útbúgving skulu hava útbúgving
arstuðul.
Spurningurin er, um tað eisini er
eitt lyftisbrot, sum skal turkast upp
á samstarvsflokkarnar, ella um tað
hvørvur í meldrinum.
Lyftisbrot: Lumpaðu tey eldru
við skattafríum Samhaldsfasta
LYFTISBROT OG SAMHALDSFASTI
Ingrid S. Henriksen
nevndarlimur í
Landsfelag Pensjónista
Sosialurin og Útvarp Før
oya bera júst í hesum døg
um fram tey tíðindi, at end
urgjaldið frá landinum til
flestu kommunur at gjalda
fyri eldraøkið, er alt ov lágt.
Gjaldið, ið kommunurnar fáa
frá landinum, røkkur ikki til
verandi tænastur, ið eru al
neyðugar fyri tey eldru og
eldraøkið. Bara í Suðuroy
mangla góðar 4 milliónir
til tey eldru og eldraøkið
og í Runavíkar Kommunu
mangla heilar 12 milliónir í á
eldraøkinum.
Kommunurnar boða frá,
at tað, sum tær fáa úr lands
kassanum til at fíggja eldra
økið við, strekkir verri enn so
til. Kommunurnar vísa á, at
skulu fíggjarætlanirnar fyri
eldraøkið hjá kommununum
halda, mugu stórar sparingar
fremjast í kommununum.
Sparingar, sum m.a. kunnu
ganga hart útyvir týdning
armiklar funktiónir á eldra
eldraøkinum.
Í løtuni er fíggingingar
leisturin fyri eldraøkið so
leiðis, at gjaldið frá landinum
til kommunurnar er tengt at,
hvussu nógv sjófólk búgva
í kommununi (sjófólk, sum
sigla
undir
altjóða
skip
askránni,
føroysku
FAS
skipaskránni
og
undir
donsku DIS skipaskránni).
Hesin leistur eigur ikki at
halda fram. Landið eigur
at fíggja eldraøkið fult og
heilt og ikki kommunurnar.
Verandi støða á eldraøkin
um er óhaldbar. T.d. vita vit, at
heimahjálpin til tey eldru og
óhjálpnu er skorin inn á bein,
og tolir hetta økið als ikki
nakrar sparingar yvirhøvur. Í
staðin fyri sparingar á eldra
økinum átti heimahjálpin at
fingið nógv hægri fígging frá
landinum, hetta soleiðis at
tey eldru kundu fingið nøkt
andi heimahjálp í egnum
heimi og við hesi hjálp fingið
møguleika og førleika at bú
leikast í egnum heimi longst
møguligt.
Heldur verandi støða á
eldraøkinum fram, er stórur
vandi fyri, at alneyðugar
tænastur til tey eldru og eldr
aøkið í næstum verða skerdar
ella niðurlagdar. Eldraøkið –
og tá serstakliga heimahjálp
in – tolir ikki at verða fyri
sparingum yvirhøvur.
Tað
hevur
skund
hjá
landsstýrinum at loysa hetta
mál.
Tórshavn hin
3. november 2019
Óhaldbar støða á eldraøkinum