týsdagur 5. november 2019síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 6. november 2019 · Nr. 128
Nú er aftur møguligt at søkja um stuðul til vinnulig
menningarátøk innan ferðavinnuna.
Stuðulin hevur til endamáls at birta undir og stuðla
vinnuligum ferðavinnuátøkum um alt landið. Stuðulin
verður latin nýggjum tilboðum og átøkum innan ferða
vinnuna, ið byggja á burðardygd og góðsku.
Tað ber ikki til at fáa stuðul til íløgur ella rakstur.
Umsóknar skjøl og kunning um stuðulstreytir v.m. er
at finna á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands: www.
visitfaroeislands.com/vinna
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 7. november.
Umsóknir skulu sendast til info@visitfaroeislands.com
Stuðul til vinnu ligar ferða vinnu verkætlanir
Kommunur og kunningarstovur kunnu søkja
um ferðavinnustuðul til almennar verkætlanir
Umsóknartreytir
Stuðul verður latin almennum verkætlanum, ið hækka
støðið og skipa ferðavinnuna kring landið betri. Íløgan
skal hava eitt alment endamál og vera ein ágóði fyri
borgarar og ferðavinnuna á staðnum.
Stuðulin verður í flestu førum latin til alment infrakervi
ísv. ferðavinnuna, ið er ein ágóði fyri borgarar og
ferðavinnuna á staðnum, t.d. gøtur, útsýnisstøð,
dvala vikar, skelting ella til kunnandi tilfar. Eisini er
møguleiki at fáa stuðul til verkætlanarsett starvsfólk í
eitt tíðarskeið ella til før leikla mennandi endamál.
Stuðul verður latin við støði í krónufyrikrónu megin
regluni, ið merkir, at kommunan í minsta lagi fíggjar
helmingin av verkætlanarkostnaðinum.
Tá avgerð um stuðul verður tikin, verður atlit tikið til
1. Hvussu stórir menningarmøguleikarnir eru í mun til
ferðavinnuna
2. At talan er um eina burðardygga verkætlan, ið tekur
atlit til staðbundin viðurskifti
3. At verkætlanin er umhugsað í mun til góðskukrøv,
t.d. í mun til val av tilfari, staðseting og serføroysk
eyðkenni.
4. At stuðulin, so væl sum til ber, verður býttur út á
ymisk øki kring landið
Tað er ein fyrimunur fyri umsóknina, um talan er um
tvørkommunala verkætlan.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er mánadagin 11. november
Umsóknir skulu sendast til info@visitfaroeislands.com.
Umsóknin skal innihalda eina neyva lýsing av verk
ætlan ini, eina tíðarætlan og eina fíggjarætlan.
Nú er aftur møguligt at søkja um fíggjarligan stuðul til almennar verkætlanir,
ið kunnu hækka støði og skipa ferðavinnuna kring landið betri.
Vinnu ligar
ferða vinnu-
verkætlanir
Umsóknarfreist
7. november
Almennar
verkætlanir
Umsóknarfreist
11. november