Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. november 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. november 2019 · Nr. 128 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Polarhav stendur fastur á bedingini hjá Mest á Skála Tá ið Mest á Skála herfyri skuldi taka Polarhav upp á beding til viðlíkahaldsarbeiði, hendi tað, at bedingsvognurin varð avsporaður, og skipið sleppur hvørki oman ella niðan Frants Jensen frants@sosialurin.fo – Eingin skaði er hendur, og skipið stendur væl. Vit fáa eis­ ini gjørt tað viðlíkahalds­ar­ beiði, ið skal gerast, sigur Mour­itz Mohr, stjóri á Mest. Av tí at bedingsvognurin er avsporaður, og tað slepst hvørki oman ella niðan, má skipið lyftast upp fyri at fáa rætta vognin. – Vit fara at nýta dynkraftir fyri at lyfta skipið upp og rætta vognin. Vit gera hetta so skjótt sum møguligt, sigur Mour­itz Mohr. Sambært upplýsingum á teyggjan.fo, er Polarhav 32,96 metrar langur, 8,5 metrar breið­ ur og 6,9 metrar djúpur. Hann vigar 178 tons netto og 592 tons brutto. Munurin skuldi so verið vektin á skip­in­um, nevni­ liga 414 tons. Nógvar kreftir skulu sostatt til fyri at lyfta skipið. Vita hvussu tað skal gerast Sambært Mouritz Mohr eru tað eru umleið tvær vikur síð­ an, at Polarhav gjørdist fastur á bedingsvogninum, men enn er arbeiðið at fáa vognin á sporið aftur ikki gjørt. – Vit gera tað ein av fyrstu døgunum. Vit hava útgerð til tað, men vit bíða eisini eftir onkrari útgerð, sigur skipa­ smiðju­stjórin. – Vit hava ikki beinleiðis nógvar royndir av hesum trupul­leikanum, at vognurin verð­ur avsporaður, men tað er komið fyri áður. Men vit vita, hvussu tað skal gerast at fáa hann á beint aftur, sigur Mour­ itz Mohr. Væntar at verða liðugur til tíðina Eftir ætlan skal arbeiðið við Pol­arhav verða liðugt í kom­ andi viku, og stjórin væntar, at teir fara at náa at gera tað lið­ ugt til tíðina. – Tað er vanligt viðlíkahald, ið verður gjørt. Og vit eru fult í gongd við at gera tað, sigur Mouritz Mohr. Sum skilst, er tað bara ar­ beiðið við botninum á skip­in­ um, ið teir ikki fáa gjørt í løt­ uni, tí reyvin av skipinum fram­vegis er í sjónum. Alt hitt ar­beiðið fáa teir gjørt. Stjørnan eisini á beding Samtrolarin hjá Polarhav, Stjørn­an, liggur eisini á Skála. Hann liggur við bryggju. Ym­ iskt viðlíkahaldsarbeiði skal eis­ini gerast umborð á Stjørn­ uni, og teir frá Mest eru í gongd við at gera tað arbeiðið. Tá ið Polarhav er komið av bedingsvogninum, skal Stjørn­ an takast upp á beding, og ym­ iskt arbeiði skal gerast. Hendiligt óhapp J.F.K. Trol í Klaksvík eigur Pol­ arhav og Stjørnuna. Teir hava roynt eftir gulllaksi frá apríl til seinast í august. Síðani hava teir verið á upsaveiðu. Reiðarin á Polarhav og Stjørn­uni, Hansus Hansen í Klaksvík, er eitt sindur ivandi í, um Mest verður liðugt við um­vælingarnar í næstu viku. – At vognurin verður av­ spor­aður er eitt hendiligt ó­happ. Tað er sum so ikki okk­ ara trupulleiki, men trupul­ leik­in hjá Mest, sigur hann. Skipini skuldu eftir avtalu vera fýra vikur á beding. – Eg fyristilli mær ikki, at teir vera lidnir í næstu viku, men vit fáa at síggja. Tá ið teir vera klárir aftur, fara teir aftur á upsaveiðu, sigur Hanus Han­ sen. Polarhav stendur niðri við sjóvarmálan á bedingini hjá Mest á Skála. Mynd: Frants Jensen Polarhav stendur fastur, tí at bedingsvognurin varð avsporaður. Mynd: Frants Jensen