Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. november 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. november 2019 · Nr. 128 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Sum formaður í Sam­ bands­flokkinum er ongin ivi um, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, er ríkis­felagskapsmaður burtur av. Tað forðar tó ikki fyri, at hann hevur tankar um at broyta viðurskiftini millum Føroyar og Dan­ mark, soleiðis, at meira fæst burturúr tí annars eftir hansara tykki vælvirkandi felagsskapi. -Tað er lætt at síggja, at við teimum møguleikum, sum eru, so eiga vit at beina fleiri forðingar burtur, so felagsskapurin ikki fær mótstøðu, tí nakr­ar forðingar eru, sum í veru­leikanum lættliga kunnu fáast av vegnum, sigur hann. Hendan samgongan, sum Bárður á Steig Niel­ sen stendur á odda fyri, hevur sum mál at tryggja Føroyum størri ávirkan á uttanríkismál, sum bert viðvíkja Føroyum. -Men hetta skal gerast við at fara frá tí kon­ fronta­tiónspolitikki, sum hevur eyðkent viður­skift­ ini millum Føroyar og Dan­mark seinnu árini, sigur løgmaður. Sum dømi vísir hann á, at føroyski lands­ stýrismaðurin við uttanríkismálum sýtti fyri at møta á fundi, har danski uttan­ríkis­ráð­harr­ in var vertur og málið um eina diabetismiðstøð í Føroyum og onnur viður­ skifti. -Her er talan um viður­skifti, har føroysk national­isma forðar fyri praktiskum loysnum, sigur Bárður á Steig Niel­ sen. Mette Frederiksen, danski forsætisráðharrin, kemur á vitjan í Føroyum í kvøld. Løgmaður fer at nýta høvi at tosa við hana um, hvørjar broyt­ ingar hann heldur eiga at gerast fyri at fáa sam­ starvið at virka betur enn tað ger í løtuni. -Eg haldi eg má siga, at eg havi ta fatan, at danir eru sinnaðir at ganga okkum á møti í fleiri av teim­um broytingum, sum vit ynskja. Eisini tá ið tað snýr seg um størri innlit verju- og trygdarmál, sigur Bárður á Steig Niel­ sen, løgmaður. LØGMAÐUR: -FRÍARI RÆSUR Í RÍKISFELAGS­ SKAPINUM Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, er ríkisfelagsmaður, og heldur, at vit føroyingar eiga at gagnnýta allar møguleikarnar í ríkisfelagsskapinum betri