Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. november 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 6. november 2019 · Nr. 128 TÍÐINDI Áður hevur Sam­bands­ flokkurin mælt til, at før­oyingar, sum hava viður­skifti við danskar myndug­leikar, fáa eitt danskt CPR-nummar aftur­at føroyska P-tali­ num. Uppskotið fall ikki í góða jørð, men for­ maðurin fyri Sam­bands­ flokkin, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, heldur fram­vegis fast við, at hetta er eitt mál, sum fer at gagna øllum. -Hugsa vit um praktisk­ar loysnir í ríkis­felags­skapinum, so er hetta eitt mál, sum hevði gjørt tað lættari hjá nógvum borgarum í Føroyum, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður. Í heilsuverkinum hevði hetta verið ein stór­ur fyrimunur. Størsta sam­starvið hjá føroyska heilsu­vekrinum er við danska heilsuverkið, men hóast tað og hóast vit eru í ríkisfelagssakpi saman, so arbeiða heilsuverkini í Føroyum og Danmark í hvør sínum skipanum. Millum annað hevur tað við sær, at tað ikki ber til at flyta sjúk­linga­ journalir millum Føroyar og Danmark elektronisk. Hetta seinkar ofta gongdini og vandin er munandi størri fyri mis­ skiljingum millum heilsu­ verkini bæði. Tí hevði tað lætt mun­ andi um, um føroyingar eisini høvdu møguleikan at fáa eitt danskt CPR- nummar, sigur løgmaður. Lesandi Tað sama ger seg galdandi fyri føroyingar, sum fara til Danmarkar at lesa. So skjótt tey eru sloppin inn á danskan lærustovn skulu tey leita sær eftir bústaði – ofta eftir lestrar­íbúð – og tað hevði lætt munandi um tey høvdu havt eitt danskt CPR-nummar. Trupulleikin í dag er, at hesi ungu ikki fáa eitt slíkt nummar uttan so at tey møta upp hjá Borger­ sevice í Danmark per­ són­liga fyri at fáa hetta nummarið. -Tað hevði sjálvandi verið einfaldari, um tey kundu fingið hetta numm­ar í Føroyum og so søkt um íbúð og annað áðrenn tey fóru úr Før­oy­ um. So høvdu tey sloppið undan tí seinking, sum ofta eru í skipanini, sigur Bárð­ur á Steig Nielsen. Løgmaður veit, at dan­ir eru til reiðar at seta eina slíka skipan í verk, men higartil er tað steðgað í føroysku skipan­ini. -Danir hava sagt, at vit avgera sjálvi um vit skulu fara á fólkaeftirlitið – altso til kommunurnar – eftir nummarinum ella til Ríkisumboðið, sum er danski myndugleikin í Føroyum. Skipanin ligg­ ur klár frá danskari síðu, sigur Bárður á Steig Niel­ sen. Hann sigur, at fyri hansara viðkomandi, so er hetta ein av forð­ing­ un­um, sum gera tað tor­ førari at fáa tað besta úr ríkis­felagsskapinum. -Tá ið vit við ríkis­ felags­skapinum hava møgu­leikan at gera ting ein­faldari og lættari fyri føroyska borgaran, so er tað meiningsleyst ikki at brúka hendan møgu­leik­ an, sigur Bárður á Steig Niel­sen. Løgmaður vísir á fleiri forðingar, tá ið fólk flyta millum londini í ríkis­ felags­skapinum, sum hann heldur eiga at bein­ ast burtur, sum skjót­ast. Eitt av hesum málum er, tá ið fólk við fyri­tíðar­ pensjón flyta millum lond­ini. Tað var ógvuliga tor­ført, men nú sær út til at ein loysn er funnin á tí spurn­inginum. -Í summum førum er tað soleiðis, at tað at flyta millum onnur Norður­ lond og Føroyar er ein­ faldari enn millum Før­ oy­ar og Danmark og tað kann ikki vera rætt, sigur løg­maður. Tað kann vera, at uttan­ ríkispolitiska heimildar­ lógin var eitt framstig, tá ið hon var gjørd í 2005. -Men Sambands­flokk­ urin gjørdi beinanvegin greitt, at talan kundi verða um eina lóg, sum fór at gera rúmið hjá før­ oyskum politikarum og myndugleikunum tor­ førari at arbeiða í. Hetta sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum og Føroya løgmaður. Áðrenn lógin var sam­ tykt vóru hesi viður­skift­ ini í stóran mun stýrd eftir heimastýrislógini. Heima­stýrislógin kundi tamb­ast eitt sindur, so tað var politiskt møguligt at loysa mál, hóast lógina. -Tá ið vit fingu uttan­ ríkis­politisku heimildar­ lógina ávaraðu vit ímóti, at hon møguliga fór at avmarka okk­ara møgu­ leik­ar á uttan­ríkis­polit­ iska økinum, og tað er júst tað vit uppliva í hes­um døgum, sigur løg­ maður. Arktis Áhugin fyri Føroyum er í stóran mun vaksandi á altjóða politiska palli­ num. Orsøkirnar eru fleiri, men ein sum vig­ ar tungt er, at vit eru part­ur av Arktis. Ein annar er broytingarnar í stórpolitikkinum, har leik­lutirnir eru broyttir mun­andi. -Tað var ikki av tilvild, at eitt amerikansk her­ skip vitjaði í Føroyum her­fyri. Teir krógvaðu held­ur ikki, at Føroyar hava stóran áhuga í dag og at tað neyvan fer at ganga long tíð til amerikanskt hersskip aft­ ur kemur á vitjan, sigur løg­maður. Onnur lond hava eisini víst áhuga her. Føroyar liggja miðskeiðis á sigl­ ingar­leiðini til Arktis og tað kann geva nógvar møgu­leikar. Meira vitan Føroyskir myndugleikar hava seinastu árini fleiri ferð­ir funnist at, at teir ikki eru kunnaðir, tá ið hernaðarligar hendingar eru farnar fram á før­ oysku havleiðunum. Teir hava kent, tá ið teir hava vent sær til donsku stjórn­ina, at teir ikki heilt verða tiknir fyri fult. -Men eg haldi vit merkja eina broyting í donsku politisku skipan­ ini. Eina broyting til størri virðing fyri Føroyum í felagsskapinum, sigur Bárður Nielsen. Í dag kemur nýggi danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen á vitj­ an í Føroyum. DANSK CPR-NUMMAR: Ein praktisk loysn Tað hevði lætt væl um í heilsuverkinum við felags CPR-nummari umframt tað hevði gjørt tað munandi lættari hjá lesandi Vilja hava størri innlit í verju- og trygdarmál Ein partur av føroysku ynskjunum um broytingar í viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, er, at Føroyar verða drignar meira upp í alt, sum hevur við verju- og trygdarpolitikk, sum hevur við Føroyar at gera