Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. november 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. november 2019 · Nr. 128 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Thor Omega er eitt veit­ ingarskip, sum er bygt á skipasmiðjuni á Skála og var latið Thor í februar 2009. Skipið hevur verið í sigling síðani tað var bygt og hevur ferðast kring allan heimin. Ofta verður tað brúkt at flyta fólk við og tað er í hesum sambandi, at skipið fær eina eyka hædd. Brúgvin verður lyft omanav og so verður ein eykahædd sett inn ímill­um. Nýggja hæddin hevur 15 kømur við tveimum koyggjum í hvørjum. -Tað vísir seg, at vit ofta hava brúk fyri plássi, tá ið vit skulu flyta fólk í oljuvinnuni, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari. Størri krøv Hans Andrias Kelduberg sigur, at tað ofta eru fleiri fólk við skipinum, tá ið tey skulu flytast millum arbeiðsstøð. Fyri at nøkta tørvin og uppfyla krøv til viðurskiftini, er tað neyðugt at fáa fleiri køm­ ur til vega. -Hetta ger so eisini, at skipið kann brúkast sum gistingarhús, tá ið tað liggur inni í havn­ um í londum, har sum viður­skitini eru eitt sindur ófriðarligt. Tá er tað ofta tryggari hjá manningunum at búgva um­borð á hesum skip­un­ um, heldur enn at fara í land at búgva, sigur hann. Thor Omega hevur verið í sigling síðani skip­ið var bygt og hevur fram­vegis sáttmála, tá ið arbeiðið er gjørt liðugt hjá Mest. Fyri skipasmiðjuna er hetta ein øðrvísi uppgáva, men skipið er bygt hjá Mest og nógvir av teimum, sum vóru við at byggja Thor Omega arbeiða framvegis á skipasmiðjuni. -Tað vil siga, at teir hava allar tekningarnar av skipinum og teir kenna, hvusu skipið er upp­bygt – milum annað hvussu el-skipanin er um­borð og tað er sjálv­ andi ein fyrimunur, sigur reiðarin. Gjørt í landi Arbeiðið at byggja eina hædd omaná Thor Omega er mett at taka ein­ar tveir mánaðir og fer at kosta 20 milljónir krón­ur. Hetta verður gjørt á tann hátt, at sjálv sek­ tión­in, sum skal setast oman­á, er gjørd í høllini hjá Mest í Havn. Hon verður so sett á hjól og rulla oman til skipið. Samstundis verð­ ur brúgvin skorin leys og lyft uppfrá, áðrenn eyka hæddin verður sett inn ímillum. Hetta er ein spennandi máti at gera tað uppá, men tað sær út til at bera til, sigur Hans Andrias Keldu­berg. Thor Omega er annað av tveimum skipum, sum Thor lat byggja á Skála í 2008 og 2009. Tey hava síðani siglt sum veit­ ingarskip kring allan knøtt­in og hava virkað ser­stak­liga væl. -Tey hava arbeitt væl og hava stórt sæð altið havt nóg mikið at gera, sig­ur reiðarin. Skipini hava arbeitt sum veitingarskip í olju­ vinnuni. Eitt skifti var tað ómetaliga tungt í olju­ vinnuni, men í løtuni eru viðurskiftini meira stabil, sigur reiðarin úr Hósvík. -Hetta tí at tað ein yvir­gang vóru bygd alt ov nógv skip. Tað gjørdi tað torført á marknaðinum, men tað sær eitt sindur meira støðugt út í løtuni, sigur Hans Andrias Keldu­berg. SETA EINA EYKA HÆDD OMAN Á THOR OMEGA Arbeiðið at seta eina eyka hædd umborð á vetingarskipið ,verður gjørt hjá Mest í Havn Her eru tey 15 kømurini Hans Andrias Kelduberg, reiðari Thor Omega verður umbygdur á skipasmiðjuni hjá Mest í Havn. Arbeiðið fer vætandi at taka tveir mánaðir