týsdagur 5. november 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. november 2019 · Nr. 128
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Neyðugt er við fleiri
royndarviðgerðum
- Skulu fleiri yvirliva krabbamein, mugu nógv fleiri sjúklingar verða við í ymiskum
royndarviðgerðum, sigur granskingarstjórin hjá Kræftens Bekæmpelse, Mef Nilbert,
sum vísir á, at royndarviðgerðir tryggja nýggja vitan og betri viðgerðir
Vilmund Jacobsen
Í einari sjónvarpssending, sum
TV2 í Danmark sendi hin 23.
oktober í ár, vitjaði sjónvarps
verturin, Peter Ingemann, eitt
av størstu og mest framkomnu
krabbameinssjúkrahúsum
í
Evropa, nevniliga The Christie
í Manchester í Onglandi.
Hetta er eitt sjúkrahús við
umleið 2500 starvsfólkum, sum
hevur nógvar royndarviðgerð
ir, skurðviðgerðir sum krevja
serkunnleika,
ráðgeving
og
sum veitir stuðul í lekjandi
umhvørvi.
Haraftrat
hevur
sjúkrahúsið
ein
sonevndan
kemo-buss, sum kann koyra út
til sjúklingarnar, soleiðis at
sjúklingar kunnu fáa viðgerð í
sínum egna umhvørvi.
Men, hvussu er so alt hetta
samanborið við eitt nú donsk
sjúkrahús, sum eisini veita við
gerðir móti krabbameini?
- Størsti munurin á The
Christie og donskum sjúkra
húsum, sum eitt nú Ríkis
sjúkrahúsinum, er, at í Dan
mark eru ikki sjúkrahús, sum
burtur av veita viðgerðir móti
krabbameini, men sum veita
viðgerðir til allar bólkar av
sjúklingum.
Tað sigur læknastjórin í
Kræftens Bekæmpelse, Niels
Kroman, sum eisini er profess
ari í bróstkrabbaskurðfrøði.
Hann vísir á, at tað, at donsk
sjúkrahús veita nógvar ymisk
ar viðgerðir, merkir ikki, at
sjúkrahúsini ikki eru serút
gjørd til at viðgera krabba
mein.
- Í Danmark er krabba
meinsviðgerðin savnað á fáum
sjúkrahúsum, og tað eru ser
læknar og sjúkrarøktarfrøð
ingar, sum taka sær av við
gerðini av krabbameinssjúk-
lingum.
Sjálvur heldur Niels Krom
an, at tað saktans kann vera
ein fyrimunur at hava ser
læknar við ymiskum førleikum
– eisini í viðgerð móti krabba
meini – tí slíkir sjúklingar ofta
eisini hava aðrar trupulleikar
enn krabbamein at dragast
við. Soleiðis kann tað saktans
vera hent at hava bæði hjarta-
ella lungalæknar og læknar,
sum eitt nú eru serfrøðingar í
sukursjúku.
Síðan 2017 eru á donsku
fíggjarlógini settar av 5 miljón
ir krónur um árið til at stovn
seta og reka eitt landsumfevn
andi samstarv um gransking
og menning á krabbameinsøk
inum. Hetta átak verður rópt
Danish Comprehensive Canc
er Center, stytt DCCC.
Málið við átakinum er at
skapa optimal viðurskifti fyri
danska krabbameinsgransking
og tryggja, at nýggj vitan og
nýggir viðgerðarhættir koma
skjótari út til sjúklingarnar –
líkamikið, hvar í landinum fólk
eru.
Átakið DCCC verður rikið í
einum samstarvi millum regi
ónirnar,
heilsuvísindaligar
megindeildir á universitetum
og Kræftens Bekæmpelse.
Nógv fleiri yvirliva
Í nevndu sjónvarpssending hjá
TV2 fortaldi stjórin í The
Christie, at sjúkrahúsið hevur
servitan innan krabbameins
skurðfrøði. Ymiskir skurðlækn
ar og serfrøðingar samstarva
undir skurðviðgerðini, og síð
an serfrøðin byrjaði at arbeiða
saman tvørfakliga og í bólkum,
er talið av teimum, sum yv
irliva krabbamein, vaksið mun
andi.
Fyri sløkum 20 árum síðan
valdu danir at samla skurðvið
gerðir móti krabbameini á
færri sjúkrahúsum, og sam
stundis varð dentur lagdur á,
at serfrøðingabólkar skuldu
samstarva um hvørja einstaka
skurðviðgerð.
Hetta hevur viðvirkað til, at
nógv fleiri yvirliva krabbamein
á donskum sjúkrahúsum nú
enn áður.
Talið av monnum, sum yvir
liva eftir fimm árum, er nevni
liga vaksið úr 49 prosentum
upp í 63 prosent, og millum
kvinnur er talið av teimum,
sum yvirliva eftir fimm árum,
vaksið úr 51 prosentum og upp
í 65 prosent.
- Vit í Danmark eru væl á
veg, tá ræður um skurðvið
gerðir móti krabbameini, men
vit kunnu gerast enn betri.
Kanska skulu skurðviðgerðirn
ar savnast á enn færri sjúkra
húsum. Í Krabbameinsætlanini
IV varð lagt upp til eina serliga
skipan við sertifisering av
læknunum, sum fremja skurð
viðgerðir móti krabbameini.
Niels Kroman heldur, at
slíkt hevði lyft undir dygdina
av skurðviðgerðunum, eins og
hetta hevði gjørt, at viðgerðir
nar
kring
landið
gjørdust
meira einsháttaðar.
Út við 80 prosent av øllum
krabbameinssjúklingum verða
skurðviðgjørdir, og skurðvið
gerð er tann parturin av við
gerð, sum lekir flestar sjúkling
ar.
Samstundis, sum nýggj vit
an og nýggj tøkni kemur á øk
inum, verða skurðviðgerðirnar
eisini meira framkomnar og
krevja størri serkunnleika, og
hetta setir stór krøv til førleik
arnar hjá hvørjum einstøkum
skurðlækna.
Fleiri royndarviðgerðir
Á The Christie sjúkrahúsinum
í Manchester luttók umleið
fimmti hvør sjúklingur í einari
ella aðrari royndarviðgerð. Í
Danmark luttekur bert tíggj
undi hvør sjúklingur í roynd
arviðgerð, og hetta kann sakt
ans gerast betri.
Granskingarstjórin
hjá
Kræftens Bekæmpelse, Mef
Nilbert, vísir á, at royndarvið
gerðir tryggja nýggja vitan og
betri viðgerðir.
- Tí er tað greitt, at skulu
fleiri
krabbameinssjúklingar
yvirliva í Danmark, krevur tað
fleiri royndarátøk, sum eitt nú
nýggir mátar at sjúkugreina,
nýggjan
heilivág
ella
ein
nýggjan hátt at skurðviðgera.
Mef Nilbert sigur, at neyð
ugt er at samskipa og styrkja
átøkini, og her skulu eftir
hansara tykki regiónirnar og
sjúkrahúsini ganga á odda.
- Vit í Kræftens Bekæmpelse
halda, at eini 20 prosent av
krabbameinssjúklingunum
eiga at viðvirka í ymiskum
royndarviðgerðum,
leggur
granskingarstjórin aftrat.
The Christie í Manchester
í Onglandi er eitt av
mest framkomnu
krabbameinssjúkrahúsum
í Evropa, og her luttekur
umleið fimmti hvør
sjúklingur í einari ella
aðrari royndarviðgerð