týsdagur 14. desember 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 239 • týsdagur • 14. desember 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Enn einaferð bjargaði
Dejan Lacok avger-
andi brotskasti, so-
leiðis at vestmenn-
ingar halda fast um
oddastøðuna
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Dysturin sunnudagin mill-
um H71 og VÍF fer helst
ikki í søguna sum tann best
spældi dysturin á árinum.
Men tað, sum dystinum
restaði í góðum spæli, var
væl og virðiliga uppvigað
av dramatikkinum seinastu
løtuna. Hoyvíkingar høvdu
annars verið við undirlutan
at kalla allan dystin, men
teir noktaðu at geva skarvin
yvir. Eisini hóast yvirmakt-
in í løtum tóktist øgilig.
Í gloymibókina
Fyrri hálvleikur av dystin-
um man annars vera ein av
teimum, sum fer heilt skjótt
í
gloymibókina.
Liðini
bæði kappaðust um at gera
mistøk. VÍF kanska eina-
mest, tí teir royndu at hava
dekan ov nógva ferð á,
meðan hoyvíkingarnir hin-
vegin als ikki maktaðu at
hava ferðina á einum støði,
har verjan hjá VÍF kundi
opnast.
Og máltalvan bendi eisini
tann vegin, at her var ikki
tað stóra at koma eftir. Eftir
tíggju minuttum stóð 1-2 á
talvuni, og tað má sigast
vera ein heldur óvanlig
støða.
Málskjótingin fekk tó
spakuliga meira ferð á.
Serliga tóktust vestmenn-
ingarnir ta einu løtuna at
hava góðan byrð. Serstak-
liga gjørdi Ingi Olsen um
seg, og tað var ein sonn
fragd at síggja, tá hann í
einum
tveimum
førum
sendi alla hoyvíkarverjuna
til viks, áðrenn hann lang-
aði bóltin í kassan.
Reytt kort vendi
Tað var einki at ivast í, at
skuldi H71 hava nakað
burturúr dystinum, so mátti
Ingi steðgast, og hetta varð
so eisini gjørt frá fyrsta
bríksli av seinna hálvleiki.
Við eini mansverju, sum
var heilt uppi á miðjuni,
máttu
vestmenningarnir
vera sín týdningarmesta
leikara fyriuttan, og spaku-
liga tóktust vertirnir at fáa
betri tak á.
Tað var tó alla tíðina,
sum restaði seinasta pettið,
áðrenn H71 kundi taka VÍF
aftur. Tíggju minuttir fyri
leiklok eydnaðist at koma
upp á javnt, men tá VÍF so
enn einaferð økti upp í fýra
mál, tóktist alt vera avgjørt.
Um hetta mundið skuldi
tað tó vísa seg, at ein sera
avgerandi
hending
fór
fram. Ingi Olsen var skjóti
enn Jens á Skipagøtu at
renna eina bólt upp, og
ístaðin fyri bóltin, fekk
málverjin bert fatur á leik-
aranum sjálvum. Brotskast
til VÍF og reytt kort til Jens,
sum soleiðis mátti fara av
vøllinum.
Á beinkinum hevði H71
bara hálvskadda Levi Nybo
at seta í málið, og so vendi
dysturin. Levi fekk ikki
gjørt nakað við brotskastið
frá Inga, og heldur ikki við
eitt mál frá Áka G. Olsen
stutt eftir, men so var slutt.
Hvussu VÍF so enn royndi,
so fekst bólturin ikki fram-
við málverjanum. Hoyvík-
ingar fingu togað seg aftur í
dystin, og við hálvum
øðrum minutti eftir, stóð
aftur á jøvnum.
Liðini bæði høvdu mis-
nýtt eitt álop í part, tá VÍF
fór undir tað, sum tey flestu
roknaðu við fór at verða
seinasta álopið í dystinum.
Heldur ikki hesaferð fingu
teir tó nakað burturúr, og so
gjørdu hoyvíkinganir skjótt
av. Og tá dómararnir bríksl-
aðu við einum sekundi eftir
á klokkuni, var brotskast til
H71.
Tann trumfin megnaðu
hoyvíkingarnir tó ikki at
gagnnýta. Dejan Lacok
hevur í ár havt mest sum
ræðandi hagtøl, og hann
megnaði so eisini at verja
fyri, tá Johnny Durhuus
royndi seg.
Týðandi javnleikur
Og serliga fyri VÍF hevði
hendan bjargingin nógv at
siga. Hon kastaði nevnliga
ein javnleik av sær, og tá
hetta var fyrsti javnleikurin
hjá liðnum, so merkti hetta
ikki tað stóra, nú stigini
verða hálverað til enda-
spælið.
H71 misti sum so heldur
ikki nakað stig, og undir
øllum umstøðum mundi tað
vera gleðiligt hjá teimum,
at teir nú aftur fingu nakað
burturúr einum hondbólts-
dysti. Samstundis merkti
einsamalla stigið hesaferð,
at teir bert eru trý stig aftan
fyri tey bæði oddaliðini, tá
farið verður í holt við enda-
spælið, og tað er væl ein
munur, sum kann vinnast
aftur.
H71-VÍF 30-30 (11-14):
Dejan bjargaði stiginum
H71-VÍF 30-30 (11-14)
Málskjúttar
H71: Halgir Dahl Olesen
9(2), Heini Bendtsen 6,
Niels Viggo Niclasen 4,
Høgni M. Joensen 3,
Johnny Durhuus 3, Piti
Negru 3, Christian Eli
Zachariasen 2
VÍF: Ingi Olsen 11(3), Áki
Olsen 6(1), John Zacha-
riasen 5, Áki G. Olsen 3,
Harald Bjørgvin 2, Agnar
Joensen 2, Karl Johan
Djurhuus 1
Brotskøst: H71 6,VÍF 4
Útvísingar: H71 3,VÍF 6
Diskvalifikatión: H71 1
(beinleiðis reytt)
Dómarar: Hannis Ward-
um & Uni Wardum.
Fyri tað nógva, so høvdu vestmenningarnir tak á dystinum, men seinastu løtuna mundu teir prísa sær lukkuliga fyri, at eitt stig fekst til høldar
Mynd: Álvur Haraldsen
Dysturin í tølum