týsdagur 14. desember 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 239 - 14. desember 2004
Kyndil-KÍF 28-18 (9-9):
Klassi í løtum
Kyndil setti ferðina
upp eftir steðgin, og
so høvdu kollfirðing-
arnir ikki stórvegis at
siga
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Fyrsta umfarið í landskapp-
ingini hjá monnum hevði
ein lítlan skelk við sær, tá
KÍF vann ein sannførandi
sigur á Kyndli. Eftirfylgj-
andi hava meistararnir tó
prógvað, at hetta úrslitið
ikki var heilt sigandi, men
hinvegin kanska eitt dømi
um, hvat kann henda, tá fav-
orittarnir ikki taka uppgávu
sína í nóg stórum álvara.
Tí vóru teir hjá Kyndli
ávaraðir undan seinna dyst-
inum móti KÍF, men fyrsti
hálvi tímin sunnudagin
bendi tó ikki tann vegin.
Leikferðin var lág, spælið
illa skipað, og yvir høvur
tóktust báðir partar hava
sera trupult við at seta seg á
dystin.
Hetta broyttist tó eftir
steðgin. Kyndil leyp nú alt
fyri eitt avstað, og hóast
KÍF royndi, so fingu teir als
ikki svarað aftur. Fyrstu 20
minuttirnar eftir steðgin
hevði KÍF bert skotið tvey
mál, og tá Kyndli sam-
stundis hevði funnið mesk-
arnar tíggju ferðir, so var
ikki stórvegis at tosa um.
At heimaliðið so aftur
kundi taka sær av løttum
seinastu løtuna, broytti ikki
fatanina av, at talan veru-
liga var um klassamun. Eis-
ini hóast hesin bert var
sjónligur í 20 minuttir.
Besta liðið
Saman við javnleikinum
hjá VÍF í Hoyvíkarhøllini,
so merkti úrslitið, at Kyndil
er ovasta liðið í grundspæl-
inum.
Og skal rætt vera rætt, so
er hetta eisini fult og heilt
uppiborið. Sæð burtur frá
teimum báðum kiksarunum
í Hoyvíkarhøllini, so hevur
Kyndil fyri tað nógva verið
sera sannførandi í sínum
avrikum. Ikki minst teir
báðir dystirnir móti VÍF
hava prógvað, at meistarar-
nir helst aftur í ár eiga
sterkasta liðið.
Hinvegin er ikki nóg
mikið, at hetta bert verður
víst í løtum. Meistarar
verða teir, sum hava fingið
størstu úrtøkuna gjøgnum
heilt kappingarár, og tá eru
ikki altíð ráð til at taka nak-
að lætt upp á uppgávurnar.
Tað sluppu teir í Kyndli so
væl frá hesaferð, men tað
fara heilt víst at koma dyst-
ir, har mótstøðan í størri
mun er til reiðar at revsa
slík mistøk.
Hjá KÍF hevur kapping-
arárið higartil verið eitt
sindur merkisvert. Fleiri
ferðir hevur liðið mest sum
verið avhølvað, men hin-
vegin hava teir ofta víst, at
tá møguleikin er til staðar,
so verður tikið av. Soleiðis
er tað bara VÍF, sum hevur
fingið fulla úrtøku móti
KÍF, og verandi fjórða
plássið er ein hin besta
støðan hjá liðnum í fleiri ár.
Hvørt teir so megna at
halda fast um hesa, fara
komandi tíggju dystirnir at
vísa. Men tað er púra vist,
at megnar liðið at halda fast
um stríðsviljan, sum hevur
eyðkent avrikini higartil, so
kann væl vera, at fleiri
óvæntaði úrslit fara at
koma í vár.
Við einum sera sann-
førandi fyrra hálv-
leiki staðfesti VB, at
gullið verður eitt mál,
sum tær – og bara tær
– fara at stríðast við
Stjørnuna um
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað var lagt upp til eitt ord-
ans hondbóltsbrak í ítróttar-
høllini á Hálsi leygardagin.
Afturat VB og Stjørnuni
hevur Neistin í ár givið
ábendingar um, at tær eisini
vilja spæla í oddinum, og tí
var talan um eina veruliga
styrkisroynd, tá tær nú
skuldu taka ímóti VB.
Mansverjur á muni
Fyrstu lítlu løtuna av dyst-
inum sá eisini út til, at
Neistin skuldi skapa veru-
ligan spenning um úrslitið,
men spakuliga fór VB at
draga meira frá.
Og orsøkin var heilt eyð-
sýnt, at gestirnir høvdu
fleiri streingir at spæla
uppá. Heilt skjótt stóð
greitt, hvussu stóra virðing
partarnir høvdu fyri hvørj-
um øðrum. VB legði seg
mest sum alt fyri eitt út á
Simonu Petersen, so henn-
ara leiklutur varð avmark-
aður, og Neistin svaraði
skjótt aftur við at seta
Daivu Toumaite út av
spælinum.
Men meðan hetta í løtum
mest sum tóktist steðga
Neista-spælinum fullkomu-
liga, so hevði VB eisini
aðrar streingir at spæla
uppá. Tað gjørdi eisini góð-
an mun, at Gurið Morten-
sen nú er heima í jólafrí, og
í øllum førum gav hetta
eina eyka breidd í spælið,
soleiðis at leikferðin kundi
haldast á einum støðugt
hægri støði enn tað, sum
mótstøðan maktaði.
Tær bláu royndu eisini at
halda ferðini uppi, men
hetta viðførdi eisini fleiri
mistøk, sum VB fyri tað
mesta takkaði fyri við at
økja enn meira um munin.
Og so var dysturin í
roynd og veru avgjørdur
longu í steðginum. Fyrstu
løtuna av seinna hálvleiki
royndi Neistin annars at
gera eitt sprell, og fleiri
ferðir tóktist tað eisini, sum
skuldi tær skapa nakað av
spenningi, men heilt tætt
gjørdist tað ongantíð. VB
hevði fult tamarhald á støð-
uni, og so kundu tær stað-
festa, at tað verða tær, sum
fara at taka dystin upp við
Stjørnuna.
Toppurin knekkaði
Seinna uppgerðin millum
tey bæði oddaliðini verður
tó ikki fyrr enn í januar
mánaði, og fram til tá mugu
tær í VB so helst smyrja seg
við, at tær eru næstbestar.
Men tað eru tær so í øllum
førum væl og virðiliga, hó-
ast tær ivaleyst hava eina
vón um, at tær bláu fara at
verða nakað betri upplagd-
ar, tá tær um góðan mánað
fara at royna seg á heima-
vølli móti Stjørnuni.
Í størri mun munnu tær í
Neistanum tó nú fara at
hugsa um, at halda seg
omanfyri Søljuna. Tann
spurningurin tykist í øllum
førum meira nærliggjandi.
Og svarið til hetta fæst eis-
ini fyri ein part longu kom-
andi vikuskifti, tá Neistin
skal vitja á Giljanesi.
Neistin-VB 20-24 (8-15):
VB køvdi Neistan
Tá Kyndil eftir steðgin setti ferðina upp, megnaðu
kollfirðingarnir als ikki at fylgja við
mynd: Álvur Haraldsen
Kyndil-KÍF 27-18 (9-9)
Málskjúttar
Kyndil: Josef Abrahamsen 7, Jakob Jónsson 6(1),
Rókur Akralíð 3, Finnur Hansson 3, Ragnar
Stakksund 2, Janus Einar Sørensen 2, Høgni Klein 2,
Hans Arni Thomsen 1, Hans Áki Dal Christiansen 1
KÍF: Regin Petersen 6, Eddie H. Joensen 3, Rógvi
Hansen 2, Petur Martin Poulsen 2, Teitur Joensen 2,
Jóan Pauli Olsen 2(1), Gert Hansen 1
Brotskøst: Kyndil 3, KÍF 3
Útvísingar: Kyndil 6, KÍF 6
Dómarar: Kristian Johansen & Sámal Hansen
FAKTA UM DYSTIN
Neistin-VB 20-24 (8-15)
Málskjúttar
Neistin: Ása Dam á Neystabø 7, Simona Petersen
4(1), Annika Thomsen 3, Marjun Tróndarson 2, Unn
Kragesteen 2, Jórun Ludvík 1, Kára á Dunga 1
VB: Rannvá Augustinussen 6, Daiva Toumaite 5,
Aukse Vysniaskaite 3(1), Gurið Mortensen 3, Sólr-
un Krosslá 2, Margreth Augustinussen 2, Christina
Holm 2, Laila Jespersen 1
Brotskøst: Neistin 4, VB 2
Útvísingar: Neistin 1
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen
FAKTA UM DYSTIN