Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. desember 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 14. desember 2004 17 Havnarmenn minka um munin Eitt uppsett havnarlið vann á oddaliðnum úr Klaksvík. Spenn- ingur er íbirtur nú kappingin er komin í helvt TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen – Nú skulu klaksvíkingar niður við nakkanum! So- leiðis orðaði ein telvari seg á havnarliðnum innan dyst- in sunnudagin í Klaksvík. Havnarmenn ætlaðu sær stórsigur. Teir fingu eisini ein sigur heim við aftur, men talan varð um ein javn- an dyst, ið júst koppaði yvir til útiliðið. Manningin á k l a k s - víksliðnum hevði faktiskt ikki tapt nakað talv fyrstu fýra umførini. Í sjálvum sær eitt bragd, sum eisini hevði við sær, at verandi føroyameistararnir trygt lógu fremstir, hálvttriðja stig ovari enn havnarmenn. Men eftir tepra sigurin hev- ur havnarliðið minkað um munin, soleiðis at hálvt- annað stig nú eru upp til norðoyingarnir. Toppskorarnir Á fyrsta borði vann Martin Poulsen við hvíta fólkinum eitt drúgvt talv móti Eyðuni Nolsøe. Sum skilst úr Klaksvík, vann Olaf Berg rættiliga sannførandi á Ólavi Simonsen. Olaf hev- ur nú 4,5 stig av fimm talv- um og er toppskorari á havnarliðnum. Somu skoru hevur Finn- bjørn Vang eftir sín frálíka sigur á Boga Ziska. Finn- bjørn er á veg væl yvirum 2100-markið á rating- listanum. Spennandi verður at síggja, um hann megnar at halda stimanum í seinnu helvt, sum fer av bakka- stokki 09. januar. Tá koma vestmenningar á vitjan í Klaksvík. Rani Nolsøe og Herluf Hansen leiktu ein friðarligan javnleik á fjórða borði. Brekká & Co Matsjvinnarin í dystinum millum Vestmanna og Hvalvík, varð Martin Brekká. Vetaranurin, sum mann eftirhondini kann kalla hann, vann á triðja borði ruddiliga á Samson Højgaard, eftir at hesin seinni leikti skeivt tíðliga í talvinum. Hini trý talvini endaðu jøvn. Á fyrsta borði hittust havnarmennirnir, Carl Eli N. Samuelsen og Rógvi W. Rasmussen, sum ávíkavist telva fyri Vestmanna og Hvalvík. Hetta varð fyrsta talvið hjá Carl Eli fyri nýggja felagið sítt. Rógvi fekk fyrimun í miðspælin- um, men fann ikki røttu planina. Í endatalvinum varð tað Carl Eli, ið royndi at vinna, men Rógvi fann djúpt inni í endatalvinum eina verjuplan, sum bjarg- aði honum javnleikin. Finnbjørn Zachariassen hevði helst fyrimun at kalla alt talvið móti Jákup á R. Andreasen. Og hóast materiellan yvirvág, eydn- aðist tað ikki Finnbjørn at bróta verjugarðin hjá Ják- up, sum vardi seg væl, nið- ur. Eftir nakrar avbýtingar, samdust John Jacobsen og Gunnar Joensen um javn- leik á fjórða borði. Heldur ikki fimta umfar gav toftamonnum nakað at fegnast um. Kollfirðingar vunnu greiðan 3,5-0,5 sigur á botnliðnum. Við sigrinum yvirhálaðu kollfirðingar vestmenningar á fjórða plássinum. Frá at hava ver- ið á deildum øðrum plássi tá trý umfør vóru leikt, eru vestmenningar nú á fimta plássi. Tó eru teir ikki í nið- urflytingarvanda, tí heili 6,5 stig eru niður til tofta- menn. Sætta umfar verður sum sagt 09. januar 2005. Langt um leingi varð seinni dysturin mill- um MB og SÍF av- greiddur FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Hetta vóru dystirnir, sum skuldu gera av, hvat av liðunum skuldi halda fram í aðru deild, nú Fótbóltssamtakið Vágar var farið fyribils í søguna. Og nú er so greitt, at tað verður SÍF, sum heldur fram í hesum. Eftir 3-0 í rokdystinum fyri góðum mánaði síðani, var talan hjá MB hesaferð um eitt sera ungt lið, og hesir fingu ikki gjørt stórt við meira royndu grannarnar úr Sandavági. 13-0 gjørdist endaliga úrslitið, og soleiðis vann SÍF við samanlagt 16-0. Óneyðuga drúgt Meira enn fótbólturin, so fer tað tó framyvir helst at vera so, at dystirnir mill- um MB og SÍF fara at hanga í minninum fyri alt tað, sum fyrifórst uttan fyri vølli. Her kom av álvara øði í grindina, tá Kappingar- nevndin av sínum ein- tingum tók málið um fyrra dystin upp til viðgerðar. Nakað sum nevndin tó hevur fullan rætt til, um hon metir at annar parturin hevur forbrotið seg inn á fótbóltslógirnar. Ein partur av úrskurðin- um hjá Kappingarnevnd- ini var ta ferðina, at bæði feløgini skuldu lata dóm- araseðilin til seinna dystin inn longu eitt samdøgur undan dystinum sjálvum. Hetta tí nevndin við hes- um vildi tryggja sær, at talan ikki var um ólógligar leikarar av nøkrum slag. Teimum kravboðunum noktaði MB at fylgja, og kærdu teir ístaðin avgerð- ina til Dómsnevndina. Og tað er her, at málið gerst óneyðuga drúgt. Fyrra kæran, sum MB sendi inn í málinum, varð send 5. november, men ikki fyrr enn seinasta vikuskiftið kom so úrskurðurin hjá Dómsnevndini, har tað varð staðfest, at seinni dysturin skuldi spælast. Tað hevði so við sær, at leikarar, sum millum lítið og einki hava gjørt í ein mánað ella har á leið, aftur noyddust á vøllin, og tað fær ikki verið optimalt fyri nakran partin. Serliga ikki, tá reglurnar hjá Dóms- nevndini staðfesta, at ein úrskurður skal fyriliggja í seinasta lagi tvær vikur eft- ir, at nevndin hevur móttikið eina kæru. Fótbóltur á vetrartíð