Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. desember 2004síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 239 - 14. desember 2004 Aðru ferð innan tveir dagar vann VB sær tvey stig í Havnini HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað var ikki tann heilt sami spenningurin, tá VB sunnu- dagin annan dagin á rað skuldi spæla í høllini á Hálsi í Havn. Kyndil, sum hesaferð var mótstøðuliðið, evur seinnu árini ikki verið eitt av lið- unum, sum hava stríðst ser- liga ovarliga á talvuni, og tí kundi ikki roknast við, at tær fóru at gera nakað stór- vegis við VB. Og tann veruleikin varð eisini skjótt stafðestur. VB legði alt fyri eitt eitt hampuliga stórt hol niður til tær grønu, og tó at Kyndil eftir hetta slapp at spæla eitt sindur við, so kom spenningur ongantíð í dystin. Og eftir steðgin staðfestu VB-kvinnurnar eisini, at tær ikki ætlaðu sær at tveita nakað stig burtur. Tær høvdu kanska ikki tí heilt stóru ferðina á, og kanska sat dysturin frá degnum fyri eisini í beinunum. Men tær hildu fyrst og fremst fast um verjupartin, soleiðis at Kyndil ongantíð fekk nakað sum helst rásarúm at gera nakað um seg, og so gjørdi tað minni, at VB- málini ikki longur vóru eins títt. Tað ráddi fyrst og fremst um at greiða sína skyldu, og hetta varð eisini gjørt á sannførandi hátt. Kyndil-VB 17-31 (12-19): Fult hús í høvuðsstaðnum Hóast talan varð um tveir dystir í tveir dagar, so hevði VB ongan hug at snáva, tá Kyndil var mótstøðuliðið sunnudagin Mynd: Álvur Haraldsen Kyndil-VB 17-31 (12-19) Málskjúttar Kyndil: Randi Wardum 5, Súsanna Petersen 4, Hild- ur Høghamar 4, Ann-Mari Wang 3(1), Linda Weihe 1 VB: Daiva Toumaite 10(1), Leila Jespersen 5, Aukse Vysniaskaite 4, Rannvá Augustinussen 4, Arnleyg Hjelm 3, Sólrun Krosslá 1, Margreth Augustinussen 1, Christina Holm 1, Jacoba Poulsen 1, Jóna Thorsteinsson 1 Brotskøst: Kyndil 2, VB 1 Útvísingar: Kyndil 1 Dómarar: Kristian Johansen & Sámal Hansen FAKTA UM DYSTIN Annan dagin á rað eydnaðist Stjørnuni at fáa fult, og annan dagin á rað var talan um ikki so øgiliga sannførandi avrik HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað hevur verið sagt fleiri ferðir í heyst, at Stjørnan helst hevur breiðasta og sterkasta kvinnuhópin í landinum. Tað er kanska heldur ikki nøkur lygn sum so, men hendan breiddin slapp so veruliga at standa sína roynd um vikuskiftið. Tveir dystir uttan Joan M. Djore- djevic og Alinu Olaru vóru á skránni, og tó at hesir vóru móti liðum, sum á pappírinum ikki skuldu givið teir øgiligu trupul- leikarnar, so var saknurin sjónligur. Men tað eydnaðist so eis- ini sunnudagin at fáa týdn- ingarmiklu stigini til høld- ar. Serliga fyri steðgin tókt- ust tær á heimaliðnum sannførandi, og eitt skifti var líkt til, at VÍF veruliga skuldi fáa at vita. Men eins og leygardagin, so eydnaðist ikki heima- liðnum at halda dampinum uppi allan vegin. Tað mun- aði sjávlandi væl, at Ioana Rápa fyri tað nógva varð hildin burtur frá álopsspæl- inum hjá VÍF, men spaku- liga fingu gestirnir tó minkað um munin. Men nærri enn tveimum málum sluppu tær tó ikki. Stjørnan fekk aftur nakað av ferð á seinastu løtuna, og eftir at tær aftur høvdu økt í 26-22, var avgerðin follin. Og við teimum báðum sigrunum um vikuskiftið slapp Stjørnan sær eisini aftur á oddasessin, har tær tó enn eru javnar við VB, sum tó hevur leikt ein dyst fleiri. Tað var um reppið, at Stjørnan snávaði í heimadystinum móti StÍF HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað var ikki væntandi, at Stjørnan skuldi fáa stór- vegis trupulleikar av gest- unum leygardagin. Gam- an í var øvuta uppgerðin ein av teimum, har odda- liðið akkurát fekk skavað tvey stig saman, men stigatalvan tosaði somikið týðuliga um klassamun, at alt annað enn ein tryggur heimasigur var mest sum óhugsandi. Noktaðu at gevast Men tað var tó ikki heilt so óhugsandi. Fyrra hálv- leik høvdu tær á heima- liðnum annars gott tak á, og hóast hvørki Alina Olaru ella Joan M. Djor- djevic vóru við hesaferð, so tóktist hetta ikki skula nerva nakað stórvegis. Uttan áður nevndu stuðulsleikarar, so fór tó spakuliga at tynnast hjá Stjørnuni. Tær megnaðu ikki á vanliga háttin at halda eini støðugari leik- ferð gjøgnum allan dyst- in, og tá tær kanska sam- stundis fóru at taka nakað lætt upp á uppgávuna, gjørdist seinni hálvleikur nakað væl meira spenn- andi, enn ætlanin mundi vera. Serstakliga stóð nógv á seinastu knøppu tíggju minuttirnar. Kanska helt Stjørnan nú, at sigurin var heima, men StÍF vildi ikki geva skarvin yvir. Við trimum málum á rað minkaðu tær munin niður í eitt mál, og tó at Stjørn- an svaraði hesum aftur einaferð, so fingu gestir- nir aftur strítt seg á 24-23 bert lítlan minutt fyri leik- lok. Heimaliðið átti tó sítt time-out eftir, og nú varð hetta eisini tikið, so kalt vatn kundi sláast í blóðið. Tað eydnaðist eisini at koyra eitt trygt álop fram til avgerandi skoringina, og so var ikki meira, sum StÍF kundi gera. Enn einaferð høvdu tær verið heilt nær við at koppa Stjørnuni, men enn eina- ferð var staðfestingin, at eitt meistaralið ikki altíð er tað, sum spælir best. Men tað er tað, sum vinnur mest! Stjørnan-StÍF 25-23 (16-11): Tungt hjá Stjørnuni Stjørnan-StÍF 25-23 (16-11) Málskjúttar Stjørnan: Annika Ljósstein 8(7), Katarina Stepanov 7, Anna Kristina Samson 4, Una Olsen 3, Bára S. Klakstein 2, Louisa Andreasen 1 StÍF: Poula D. Olsen 8, Rebekka Justinussen 6(1), Sunfríð B. Jacobsen 5(1), Malan Petersen 2, Paula B. Høgnesen 2 Brotskøst: Stjørnan 7, StÍF 6 Útvísingar: StÍF 1 Dómarar: Sámal Hansen & Dánjal Samuelsen FAKTA UM DYSTIN Stjørnan-VÍF 27-24 (18-11): Greiddu aftur skylduna Stjørnan-VÍF 27-24 (18-11) Málskjúttar Stjørnan: Annika Ljósstein 7(6), Katarina Stepanov 6, Beinta Joensen 5, Una Olsen 3, Anna Kristina Samson 2, Bára S. Klakstein 2, Louisa Andreasen 2 VÍF: Ioana Rápa 12(2), Alis Høghamar 6, Kirstin Helgadóttir 2, Linda Johannesen 1, Finngerð Joensen 1, Eyðritt Andreasen 1 Brotskøst: Stjørnan 8, VÍF 2 Útvísingar: Stjørnan 6, VÍF 5 Diskvalifikatión: Stjørnan 1 (3X2 minuttir) FAKTA UM DYSTIN