týsdagur 14. desember 2004síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 239 - 14. desember 2004
19
StÍF-Neistin 28-31 (17-15):
So bragdaði hjá Neistanum
Damir Oros var stóri
spælarin – og bara
spælari – tá tað
sunnudagin aftur
eydnaðist Neistanum
at fáa stig
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað tykist hava gjørt góðan
mun hjá Neistanum, at teir í
vikuni framdu broytingar í
stabinum kring besta mans-
liðið. Her hevur Damir Or-
os higartil í ár verið spæl-
andi venjari, men tað hevur
verið sjónligt, at hetta ikki
er ein leilutur, sum hann
hevur trivist nakað serliga
væl í.
Sunnudagin var tað so
aftur sum spælari – og einki
annað - at Damir skuldi
royna seg, og tað tók hon-
um heldur ikki langa tíð at
staðfesta, at hetta fór at
verða nakað heilt annað.
Saman við einum væl
spælandi Ólavi Brimnes
syrgdu Oros at kalla einsa-
mallur fyri, at Neistin helt
stutt tjóður á StÍF, og
spakuliga kom nakað, sum
líktist einum vinnarahug-
burði fram á liðnum.
StÍF hevði tó leiðlsuna, tá
farið varð til hálvleiks, men
størsta partin av seinna
hálvleiki var munurin mill-
um lítil og eingin. Seinastu
seks-sjey minuttirnar eydn-
aðist tó gestunum at sleppa
avstað.
Heimamenninir
royndu at svara aftur, men
tað stóð púra fast, og so
kundu teir bláu fyri bara
triðju ferð í ár fegnast um
ein sigur.
Og soleiðis sum kapping-
in er skipað, so er als ikki
víst, at teir bláu fara at
standa tómhentir, tá árið
endar. Eftir at stigini eru
hálverað, eru tað nevnliga
bara tvey stig upp til H71 á
bronsuplássinum.
Tann
munurin er eisini tann sami
hjá StÍF, so hóast teir í ár
hava meldað greitt út, at nú
verður talan ikki um at
styrkja liðið við útlendsk-
um kanónum, so er funda-
mentið at byggja víðari á
sera gott.
StÍF-Neistin 28-31 (17-15)
Málskjúttar
StÍF: Alexandur Johansen 13(4), Leivur Justinussen
4, Sveinur Justinussen 4, Borgar Danielsen 4, Bent
Djurhuus 2, Bárður Danielsen 2
Neistin: Damir Oros 13(2), Ólavur Brimnes 6, Áki
Mørk 4, Dann Thorleifsson 4, Jón Ludvig 3, Rani
Slættanes 1
Brotskøst: StÍF 4, Neistin 2
Útvísingar: StÍF 2, Neistin 2
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen
FAKTA UM DYSTIN
Hesaferð fekk rum-
enska snarljósið 17
mál, tá Tjaldur varð
sent heim við ongum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Sunnudagin vitjaði Tjaldur
í høllini á Giljanesi, og her
staðfesti Søljan enn eina-
ferð, at tær veruliga stíla
høgt í ár.
Ikki minst hevur tað
higartil ligið sera væl fyri
hjá kviku Nicoletu R. Han-
sen, og aftur hesa ferð var
hon leikarin, sum gjørdi
størsta hálið.
Kviki rumenin skeyt ikki
færri enn 17 mál í dystin-
um, og tað vil siga, at hon
fyri triðju ferð í ár setti seg
á listan yvir leikarar, sum
hava skotið 15 mál ella
fleiri í sama dysti. Í útidyst-
inum móti Tjaldri skeyt hon
somuleiðis 17 mál, og móti
Kyndli á útivølli varð talan
um ikki færri enn 18 mál.
Og sum vera man, so var
talan um lítlan og ongan
spenning í dystinum. Sær
sjálvum so líkt, so legði
Søljan stóran dent á verju-
partin, fyri síðani at senda
kvik mótálop avstað, og
hesum hevði Tjaldur einki
vápn ímóti.
Sum dysturin leið, so var
spurningurin bert, hvussu
nógv mál skuldu vera á
muni, og hvussu nógv av
hesum
Nicoleta
skuldi
standa fyri. Svarið gjørdist
í báðum førum 17.
FM-liðkappingin - 5. umfar
Úrslit og støður
1. deild
Klaksvík
Havnin
1,5-2,5
Eyðun Nolsøe
Martin Poulsen
0-1
Ólavur Simonsen
Olaf Berg
0-1
Finnbjørn Vang
Bogi Ziska
1-0
Rani Nolsøe
Herluf Hansen
0,5-0,5
Toftir
Kollafjørður
0,5-3,5
Wensil Højgaard
Hans Kristian Simonsen
0-1
Helgi Joensen
Torbjørn Thomsen
0,5-0,5
Jústinus Hansen
Eyðálvur Johannesen
0-1
Oddmar Andreasen
Christoffer Dam
0-1
Vestmanna
Hvalvík
1,5-2,5
Carl Eli N. Samuelsen
Rógvi W. Rasmussen 0,5-0,5
Jákup á Rógvi Andreasen Finnbj. Zachariassen 0,5-0,5
Samson Højgaard
Martin Brekká
0-1
John Jacobsen
Gunnar Joensen
0,5-0,5
Støðan
1. Klaksvík
14,5
2. Havnin
13,0
3. Hvalvík
10,5
4. Kollafjørður
9,5
5. Vestmanna
9,0
6. Toftir
2,5
2. deild
Vestmanna
Havnin b
3-1
Mogens Nielsen
Súni Jacobsen
0,5-0,5
Sjúrður Thorsteinsson
Johan E. Hansen
0,5-0,5
Martin Jóanesarson
Jákup A. av Túvuvølli
1-0
Rógvi Hansen
Frants J. Eliassen
1-0
Klaksvík
Kollajørður
3,5-0,5
T. M. Anthoniussen
Karl Louis Johansen
1-0
Ingolf Gaard
Hans Petur Joensen
0,5-0,5
Rani Baldursson
Virgar Fagraklett
1-0
Esbern Christiansen
Hávarður Jensen
1-0
Havnin a
Sandavágur
2,5-1,5
Jóhan Gaard
Torkil Nielsen
0,5-0,5
Andrias Ziska
Bernh. Augustinussen 0,5-0,5
Jógvan Næs
Jónfinn Thomsen
1-0
Óli Joensen
Gutti Petersen
0,5-0,5
Støðan
1. Klaksvík
16,0
2. Havnin a
13,0
3. Sandavágur
13,0
4. Vestmanna
6,5
5. Havnin b
6,0
6. Kollafjørður
4,5
3. deild - 6. umfar
VT b
ST
2-2
HT b
TT
4-0
GT b
Rókur
1,5-2,5
ET
HT a
0,5-3,5
VT a
KTF
3,5-0,5
Støðan
1. VTa
18,5
2. GTa
17,5
3. HTb
17,0
4. Rókur
15,0
5. HTa
13,5
6. ST
11,0
7. KTF
9,5
8. VTb
5,0
9. ET
4,5
10. TT
4,0
11. GTb
3,5
Søljan-Tjaldur 35-18 (18-9):
Nicoleta var munurin
Flest mál í einum dysti
18 mál
Ár
Leikari
Lið
Dystur
2004/05
Ioana Rápa
VÍF
Kyndil-VÍF
2004/05
Nicoleta Radu Hansen Søljan
Kyndil-Søljan
17 mál
2004/05
Nicoleta Radu Hansen Søljan Søljan-Tjaldur
2004/05
Nicoleta Radu Hansen Søljan Tjaldur-Søljan
2002/03
Áki Mørk
Neistin
KÍF-Neistin
1999/00
Áki Olsen
Neistin Neistin-Tjaldur
16 mál
2003/04
Simona Petersen
Neistin
Neistin-VÍF
2001/02
Gabrielle Fekete
VB
StÍF-VB
2001/02
Simona Petersen
Søljan Søljan-Stjørnan
2001/02
Heini Hanusarson
Neistin
Neistin-H71
15 mál
2002/03
Áki Olsen
VÍF
VÍF-Neistin
2001/02
Bjarni Wardum
H71
StÍF-H71
2001/02
Heini Hanusarson
Neistin
VÍF-Neistin
2001/02
Asta Petrauskiene
Søljan
Søljan-Kyndil
2001/02
Ioana Rápa
VÍF
Søljan-VÍF
2000/01
Gurið Mortensen
VB
Tjaldur-VB
1999/00
John Petersen
StÍF
VÍF-StÍF
Hóast kappingin enn ikki er hálvrunnin, so tykist Nicoleta R.
Hansen væl ávegis til eina endastøðu sum besti málskjúttin í
landinum í ár
Søljan-Tjaldur 35-18 (18-9)
Málskjúttar
Søljan: Nicoleta Radu Hansen 17(1), Heidi Maria
Akselsen 8, Lina Andriulyte 6(3), Hertha Jónsdóttir
Simonsen 2, Fía Selma Nielsen 1, Kristianna
Petersen 1
Tjaldur: Vesna Tomajek 7(2), Heidi Heinesen 3,
Anna Hansen 3, Mona Langgaard 2, Anni Højgaard
1, Kirstin Jacobsen 1, Kristine Ellingsgaard 1
Brotskøst: Søljan 5, Tjaldur 5
Útvísingar: Søljan 2, Tjaldur 3
Dómarar: Birgir Sondum & Gunnar Gregoriussen
FAKTA UM DYSTIN