Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. november 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 6. november 2019 · Nr. 128 FERÐAST Norrøna ger ein urta­ garðs­túr Vilmund Jacobsen Á urtagarðstúrinum verður farið úr Før­oy­ um hóskvøldið 4. juni klokkan 21, og komið verður heim aftur sunnu­kvøldið 14. juni. Martin Dam Joen­ sen, søluleiðari hjá Smyri Line í Føroyum, sigur, at hetta er ein túr­ur, sum tey gera í sam­starvi við eina kenda urtagarðsáhuga konu á Strondum, Evu Ander­sen. Hon hevur áður gjørt slíkar túrar, men ikki við Norrønu, sum roynt verður hesaferð. Á hesi ferðini kemur Norrøna til Hirtshals leygar­morgun og farið verður heim aftur úr Hirts­hals leygardagin eftir. Martin Dam Joen­ sen sigur, at teir fyrstu dagarnir á ferðini verða í Svøríki, hagar farið verður við bussi so skjótt, sum Norrøna kemur til Hirtshals. Farið verður í bussi úr Hirtshals til Frederikshavn og haða­ni til Gøteborg. - Urtagarðsáhugaða ferða­lagið verður nú í Svøríki til týsdag, tá tey fara aftur til Dan­ markar. Síðan verður restina av tíðini ferðast í Norðurjútlandi, sigur Martin Dam Joensen. Ymiskar vitjanir Bæði í Svøríki og í Norður­jút­landi verður vitjað á ymiskum urta­ gørð­um. Urtagarðsferðin er fyrireikað niður í minstu smálutir, bæði við koyring, gisting og vitja­num, og føroyskur bussur verður við á allari ferðini, eisini upp til Svøríkis. Í døgunum, 4.-14. juni, ger Norrøna eisini ein urtagarðstúr, sum er ein busstúrur í Danmark og Svøríki, og hetta er fyrstu ferð, at ein slíkur túrur verður gjørdur kunnu ferðast, meðan Norrøna liggur. Martin Dam Joensen vísir á, at tað helst verða eini 800 fólk við á jóla­ túrinum, og væntandi er, at skipið verður umleið hálv­fult av bilum. - Hetta er ein túrur, sum vit eftirhondini hava gjørt í nógv ár, og tað eru mong, sum á hvørjum ári gleða seg til jólatúrurin. Undirhald og matur Á jólatúrinum verður nógv gjørt burtur úr undir­haldi og mati um­ borð. Her verða fleiri góðir tónleikarar við, eitt nú Eyðun Nolsøe, Kim Han­sen, Terji Rasmussen, Janus Trygvason, Dánial Gomez, og her verður DJ. - Umborð verður eisini undirhald fyri børnum, og soleiðis verður eitt nú jóla­teknikapping, eins og jólamaður kemur at vitja. Martin Dam Joensen sigur, at buffét’in umborð verður størri enn vanligt, tí umframt alt tað vanliga og góða, verður eisini dunna og ymiskt annað, sum hoyrir jólunum til. - Tað verður serliga Norrøna Buffét’in, sum verður merkt av jólamati, men tað fer eisini at síggj­ ast aftur í kafeteria, at hetta er jólatúrurin, sigur hann.