týsdagur 5. november 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. november 2019 · Nr. 128
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FERÐAST
Vilmund Jacobsen
Í fjør skipaðu Loftiferðir
fyrstu ferð fyri túri til
Ísraels í samband við
Jerusalem Marathon.
Hetta gjørdist ein sera
væleydnað ferð við ikki
færri enn 41 luttakarum
úr Føroyum, og tað var
væl meira, enn fyriskip
ararnir høvdu roknað við.
Ein gevandi ferð
- Eg haldi, at hetta var ein
ótrúliga góð og gevandi
ferð, har vit øll vóru nógv
saman og eisini høvdu
tað bæði gott og stuttligt
saman í heilar fimm dag
ar.
Tað sigur Maigun Sol
munde hjá Loftiferðum.
Hon vísir á, at sjálvt
marathon-tiltakið í ár
verður
hin
20.
mars,
men høvi verður eisini
at renna bæði fimm ella
tíggju kilometrar um
framt tað hálva og tað
heila, sum er 42,2 kilo
metrar.
Setir málið høgt
Í fjør rann Maigun Sol
munde sjálv 10 kilometr
ar, men hesaferð hevur
hon sett sær hægri mál.
- Eg ætli mær at renna
hálvt marathon, 21,1 kilo
metrar, sigur hon bros
andi.
Farið verður úr Føroy
um hin 16. mars, og komið
verður heim aftur hin 22.
mars.
- Á ferðini í Ísrael verð
ur eisini høvi at vitja
søgulig støð, og mill
um hesi kunnu nevn
ast Getsemane, Golgata,
Oljufjallið,
Holucaust
savnið,
Yad
Vashem,
Grátimúrin, Masada og
Deyðahavið, sigur Mai
gun Solmunde.
Neyvari kunning
Tey, sum kundu hugsað
sær at vitað meira um
Jerusalem
Marathon
2020 og sum møguliga
kundu hugsað sær at
verið við á ferðini í Ísrael,
kunnu hyggja inn á www.
lofti.fo – ella venda sær til
Maigun Solmunde á tlf.
219141.
- Í fjør rann eg 10 kilometrar, men málið hjá
mær hesaferð er at renna hálvt marathon, 21,1
kilometrar, sigur Maigun Solmunde, sum eisini
skipar fyri ferð til tiltakið í Ísrael í mars
HØVIÐ
VERÐUR AT
LUTTAKA Í
JERUSALEM
MARATHON