týsdagur 5. november 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 6. november 2019 · Nr. 128
FERÐAST
Eitt Action House í Øravík
Vilmund Jacobsen
Arnbjørn í Smiðjuni ar
beiðir eisini við at eitt
sonevnt “action house”,
har fólk kunnu leiga seg
inn at kappast undir taki
við serligum byrsum og
plastkúlum.
- Hetta er ikki paint-
ball, men eitt annað slag,
sum eg haldi er nógv
meira
spennandi,
og
byrsurnar skjóta neyv
ari.
Hann sigur, at økið,
har spælt verður á, er
einar 700-750 fermetrar
stórt, og hetta verður
fantastiskt at spæla og
kappast á.
- Her verður skotið
við 6 mm. plastkúlum
og tey, ið kappast, brúka
trygdarútgerð. Ætlanin
er, at eini 10 fólk skulu
kunna kappast í senn,
sigur hann.
Eitt mannfólkaspæl
Arnbjørn í Smiðjuni sig
ur, at tú merkir plast
kúlurnar, tá tær raka,
men við trygdarútgerð
ini, sum hoyrir til hetta
spælið, er trygd fyri, at
eingin kemur til skaða.
- Tað er nokk eingin
ivi um, at hetta er meira
eitt mannfólkaspæl enn
nakað annað, og ætlanin
er við nýggju bókingar
skipanini, at fólk eisini
skulu kunna bóka seg
til slíkar kappingar her í
Øravík, sigur hann.
Ætlanirnar hjá Gist í Øravík røkka longur enn
bara til gisting, vakra náttúru og familjuferðir
Vilmund Jacobsen
Tað var í desember í fjør,
at fámjiningurin, Arn
bjørn í Smiðjuni, keypti
tað, sum áður varð rópt
Gistingarhúsið í Øravík,
og síðan keypið hevur
hann brúkt nógva tíð og
orku upp á at dagføra tey
16 kømrini í gistingar
húsinum.
- Tað er eingin veggur
fluttur, men kømrini, sum
øll hava wc og bað, eru nú
gjørd meira nútímans og
hugnalig, sigur hann.
Hjá Gist í Øravík, sum
nýggja navnið á gist
ingarhúsinum er, hava
fólk eisini atgongd er til
felagskøk.
- Kømrini kunnu leig
ast við at ringja á tlf.
212324, um Facebook-síðu
na Gist og um Airbnb,
sigur Arnbjørn í Smiðjuni.
54 sovipláss tilsamans
Øll 16 kømrini hjá Gist
eru
dupultkømur,
og
møguleikar eru harum
framt at fáa tvær eyka
uppreiðingar í seks av
kømrunum – og eina eyka
uppreiðing í hvørjum av
hinum 10 kømrunum.
Tað
merkir,
sigur
eigarin, at tilsamans 54
sovipláss í mesta lagi
kunnu vera í teimum 16
kømrunum í Øravík.
- Ætlanin var at hava
alt klárt tíðliga í summ
ar, men tað náddi eg ikki.
Tó at tað dró út, hevði
eg nakað av útleiging í
seinnu hálvu av summari
num og í heyst, sigur Arn
bjørn í Smiðjuni.
Bókingarskipan kemur
Arbeitt verður við at gera
eina heimasíðu og eina
bókingarskipan, har fólk
sjálvi kunnu fara inn á
netið og bóka seg inn til
kamar hjá Gist.
- Eg veit ikki akkurát
í løtuni, nær bókingar
skipanin
verður
klár.
Kanska til jólar, men í
seinasta lagi tíðliga í janu
ar.
Arnbjørn í Smiðjuni
vísir á, at umframt at
gista í Øravík, kunnu fólk
eisini fáa morgunmat, um
tey ynskja tað.
- Er talan um fleiri
fólk ella bólkar ætla vit
eisini, at tað skal bera til
hjá fólki at bíleggja sær
døgurðamat og nátturða
til fólk sum búgva hjá
Gist, tá sagt verður frá í
góðari tíð.
Hann sigur, at Gist
er væl egnað til gisting
bæði hjá einstaklingum
og bólkum.
- Hetta er í fyrsta lagi
ein familjufyritøka, sum
vit – eg, kona og børn –
koma at taka okkum av,
men verður brúk fyri
hjálp, sum tíðin gongur,
fara vit at biðja fólk til
tað, sigur Arnbjørn í
Smiðjuni.
Familjuvinarligt
Men, tankin hjá eigara
num av Gist í Øravík
røkkur longur enn bara
til gisting. Hetta skal í
fyrsta lagi gerast til eitt
familjuvinarligt stað og
umhvørvi.
Náttúran í Øravík er
vøkur, og her er eisini
áin, har familjur kunnu
hugna sær við at spæla í
ánni og fanga síl.
Gist fer eisini at hava
ein stóran og stationeran
hitapott,
umframt
at
tey hava keypt sær tveir
smærri flytbarar hita
pottar.
- Her verða eisini tvær
terassir og gassgrillir, og
eg vóni, at alt hetta kann
verða klárt tíðliga kom
andi summar, sigur Arn
bjørn í Smiðjuni.
GIST Í ØRAVÍK HEVUR
SPENNANDI ÆTLANIR
Umstøðurnar at leiga seg inn
til gisting í Øravík eru góðar,
og her eru tilsamans 54
sovipláss við eykauppreiðing