týsdagur 5. november 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Mikudagur 1. mai 2019 · Nr. 49
Mikudagur 6. november 2019 · Nr. 128
Bilrøkt er nýtt Kia
umboð í Føroyum
Bilrøkt verður
nýtt Kia umboð
í Føroyum frá
1. januar 2020.
Bilrøkt tekur
sostatt yvir alla
sølu og tænastu
hjá KIA í Føroy
um
– Vit hava leingi ynskt okk
um at fáa eitt bilmerki at um
boða, og tá hetta gjørdist ein
møguleiki, tóku vit sjálvandi
av. Tað vóru ikki bert vit,
men fleiri sum vístu áhuga
fyri Kia umboðinum. Men
vit hava verið í einari jaligari
tilgongd við Kia Danmark og
eru sera fegnir um at kunna
kalla okkum eitt góðkent Kia
umboð í Føroyum, sigur Ják
up á Borg stjóri á Bilrøkt.
Kia er eitt av størstu
merkjunum í heiminum. Teir
eru serliga kendir fyri flott
design, góðsku og ikki minst
at vera tann einasti bilfram
leiðarin, ið kann bjóða heili
sjey ára garanti til allar bilar
teirra.
– Hetta hóskar væl til
okkara virksemi, og tað sum
vit hava at bjóða framman
undan, sigur Jákup á Borg.
Hann sigur, tey eru sera
fegin um at gerast ein partur
av einum slíkum netverki, ið
røkkur um allan heimin.
– Vit hava tí valt at fara
hundrað prosent inn í hetta
samstarvið og byggja tí eina
nýggja flotta søluhøll til
hetta endamálið, sigur Jákup
á Borg.
– Tað vera vit á Bilrøkt,
ið koma at veita øllum Kia
kundum tænastu framyvir,
líkamikið um talan er um
ein nýggjan ella eldri Kia
bil. Vit fara sjálvandi eisini
framhaldandi at geva okk
ara núverandi og nýggju
kundum ta bestu tænastuna.
Vit hava sent fólk okkara til
tey skeið, ið kravd eru, so vit
eru klárir at geva bestu tæn
astuna, eisini innan el-bilar,
ið verður framtíðin, sigur
Jákup á Borg, sum leggur
afturat, at tað verða nógv
góð KIA tilboð, tá latið verð
ur upp leygardagin tann 4.
januar 2020.
– Øll eru hjartaliga væl
komin út á Stiðjagøtu 3 í
Tórshavn til eitt bilprát á Bil
røkt, sigur ein fegin Jákup á
Borg.
Nýggjasta modellið hjá Kia er Kia Xceed. Áður hevur Berg Motors verið Kia umboð í Føroyum
Millum nýggjastu bøkur
nar, sum Bókadeild Føroya
Lærarafelags hevur givið
út, eru upprunaføroyska
bókin 112 Fuglafjørður eftir
Elina á Rógvi og myndum
eftir Marjuna Reginsdóttur,
og
fjórða
myndprýdda
bókin um Harry Potter.
Urbanus ungi
Ein stuttlig smábarnabók
við støkkmyndum, sum
koma út úr bókini, tá
tú blaðar. Søgan er um
lítla Urbanus unga, sum
dámar at eta – tað er tí,
hann hevur so STÓRAR
føtur, so STÓRT nev og
so TJÚKKAN búk. Nick
Denchfield hevur skrivað,
og Ant Parker myndprýddi.
Bókin er ein pappbók, 14
síður og til tey umleið 0-1
ára gomlu.
Petra fer til frisør
Ein myndabók um fyrstu
ferðina hjá frisøri. Petra
sær ikki væl, tí okkurt
hongur fyri. Tað er hár
ið hjá Petru, sum er blivið
so øgiliga sítt. Mamm
an fær tíð hjá frisøri
num, og tað heldur Petra
vera
spennandi.
Anna-
Karin Garhamn skrivaði
og
myndprýddi.
Marna
Jacobsen týddi úr svensk
um. Bókin er innbundin, 28
síður og til tey umleið 2-4
ára gomlu.
112 Fuglafjørður
Í nýggju upprunaføroysku
bókini eftir Elina á Rógvi
hitta vit aftur persónar
nar úr bókini Og mamma!,
sum kom út í 2014. Marj
un
Reginsdóttir
hevur
myndprýtt bókina við lit
føgrum og lívligum myn
dum. Bókin snýr seg um
hanan Morgunfríða, sum
dugir at tosa, og abban,
sum aftur hesa ferð fær
stórar trupulleikar av tí
prátingarsama hananum.
Omman og abbin ætla sær
nevnliga til Fuglafjarðar -
ta mest fuglafantastisku
bygdina í Føroyum – uttan
at bjóða Morgunfríða við.
Bókin er pakkað við spenn
ingi, høgari ferð og skemti
í fleiri løgum, sum fangar
bæði børn og vaksin. Bókin
er innbundin, 46 síður og til
tey umleið 5-7 ára gomlu.
Svans á
listasavninum
Hetta er triðja bókin eftir
Gunvor Reynberg um tey
í 3. A. Ein skemtilig bóka
røð við nógvum myndum
um løgnar og stuttligar
hendingar í gerandisdeg
num hjá Foxy, Mikkjali
og hinum í flokkinum. Tá
ið listasavnið í Svipstrup
skrivar út eina listakapp
ing, verða tey í 3. A øgiliga
spent. Foxy og Mikkjal
varnast, at onkur snýtir,
og tí leggja tey eina snilda
ætlan um at bróta inn á
savnið. Tað kann sjálvandi
bara ganga galið – og tað
ger tað í ólukkumáta. Niels
Roland myndprýddi, og
Elsa Birgitta P. Petersen
týddi úr donskum. Bókin
er heft, 144 síður og til tey
umleið 8-10 ára gomlu.
Harry Potter og
eldbikarið
Nú er fjórða myndprýdda
bókin
í
um
heimsins
kendasta gandakall endi
liga
komin.
Í
teimum
myndprýddu Harry Pott
er-bókunum
gandar
listamaðurin
Jim
Kay
alla ta undurfullu gand
averðina fram við sín
um vøkru og fangandi
myndum. Vit síggja allar
okkara
yndishendingar
og yndispersónar í bók
ini. Fjórða árið hjá Harry
og vinfólkunum verður
nakað heilt serligt. Trígg
ir
gandaskúlar
skulu
nevnliga stríðast fyri at
vinna steypið í tí vanda
miklu og avbjóðandi trí
gandakappingini. Eldbik
arið velur Harry at umboða
Hogwarts. J. K. Rowling
skrivaði, og Malan Háberg
týddi úr enskum. Bókin er
innbundin, 454 síður og til
stór børn og ung.
Nýggjar bøkur
til børn og ung
Høgni Eysturoy og Jákup á Borg, stjóri, uttan fyri nýggju Kia-høllina, sum í løtuni verður bygd í Stiðjagøtu í Havn