týsdagur 5. november 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. november 2019 · Nr. 128
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Til minnis um móðir okkara,
Kathrinu inni í Brekkum
Fríggjadagin 11 okt. andaðist Anna
Kathrina Sofia Jensen av Toftum,
vanliga nevnd Kathrina inni í Brekkum.
Kathrina, sum gjørdist 96 ára gomul,
var tað seinasta av børnunum hjá
Onnu og Theodor Poulsen inni í
Brekkum, so við henni er enn eitt
ættarlið í okkara slekt farið undir mold.
Hini systkini vóru Hanna, Hendrik,
Maggi og Palli. Hanna doyði í 1952,
Hendrik í 2008, Maggi í 2002 og Palli í
1990.
Kathrina, sum var fødd 8. mars í 1923,
var bert eitt ára gomul, tá ið hon
gjørdist faðirleys. Í apríl mánað í 1924
fór sluppin Anna av Toftum á land í
Íslandi, og øll manningin sjólætst.
Theodor Poulsen, sum átti og førdi
hetta
skipið,
var
faðir
Kathrinu.
Mamman, Anna, sum var ættað úr
Leigustovuni á Toftum, gjørdist nú
einkja á øðrum sinni, bert 40 ára gomul.
Fyrri maður hennara, Jóhan Hendrik
Højgaard, doyði á ungum árum í 1909,
tey høvdu bert verið gift nøkur fá ár.
Anna og Jóhan Hendrik áttu eina
dóttir, sum nevndist Hanna. Anna
giftist uppaftur við Theodor, sum var
ættaður innan av Heyggi á Toftum, í
1915. Børnini í seinni giftu vóru sum
nevnt
omanfyri:
Jóhan
Hendrik
(Hendrik), Magnus Emil (Maggi), Jens
Pauli (Palli) og Kathrina.
Hjá okkum, sum liva í dag, er tað ikki
lætt at seta seg inn í støðuna hjá
teimum sum eftir sótu, tá faðir og
forsyrgjari fall frá. Vanlukkan í Íslandi,
tá ið sluppin Anna fórst, rakti meint,
ikki
bara
á
Toftum,
men
eisini
aðrastaðni við. Bara á Toftum gjørdust
fleiri enn 20 børn, okkurt av teimum
enn
í
móðurlívi,
faðirleys
hesa
feigdarnátt millum 4 og 5. apríl í 1924.
Tá vóru ongar almennar veitingar ella
stuðulsskipanir sum nú á døgum, so
tey sum eftir sótu, vóru noydd at klára
seg sjálvi í mestan mun. Langabbi
okkara, Magnus Poulsen, hevði eina
trøð inni í Nesi, og hetta gjørdi, at tey
kundu hava eina kúgv, velta epli o.s.fr.
Børnini, sum vóru ávikavist 12, 7, 5, 3 og
eitt ára gomul, tá tey mistu pápan, vóru
sett at hjálpa til við hesum arbeiðinum,
so skjótt tey megnaðu tað. Anna hevði
lært at seyma sum ung genta. Hon fór
nú eisini at seyma fyri fólk. Ein onnur
av arbeiðsuppgávum hennara var t.d.
at vaska og stíva prestakragar fyri
prestin á Nesi. Arbeiðið við seyming
o.ø var sum oftast gjørt um kvøldið og
um náttina, tá vanliga dagsverkið var
avgreitt, og børnini vóru farin til
songar. Anna gjørdist ikki gomul, hon
doyði sum 58 ára gomul í 1941,
Kathrina var 17 ára gomul, tá
mamman doyði. Hetta var undir øðrum
heimsbardaga, og beiggjarnir, sum allir
vóru sjómenn, sigldu mesta partin av
tíðini. Tá eldra systurin Hanna flutti til
Norðskálar í 1942, var Kathrina noydd
at taka húsliga arbeiðið upp á seg.
Hóast sín unga aldur, so megnaði hon
eisini hetta við góðari hjálp frá
beiggjunum, tá teir vóru heima millum
túrar.
Kathrina
giftist
við
Elisander
Jensen, sum var ættaður úr Garðsenni
í Hvalba, í 1948. Tey búðu fyrstu árini í
barnaheiminum
hjá
henni
inni
í
Brekkum, men fluttu síðan í nýggj hús
heimi á Heyggi í 1954, og gjørdist hetta
barnaheimið hjá okkum. Vit eru sjey
systkin: Anna, Janus, Hanna Mereta,
Tróndur, Ólavur, Jóhan Hendrik og
Jóhan Ingvard.
Pápi var sjómaður og var til skips
stóran part av tíðini, tá ið vit vóru
børn.
Mamma var so tann, sum tók sær av
arbeiðinum heima við hús, tá ið hann
var
burtur.
Aftrat
vanliga
húsarhaldinum skipaði hon eisini fyri
arbeiðinum við hoygging, eplavelting
o.s.fr. Vit høvdu sum oftast eina kúgv
umframt nakrar seyðir, so her var nokk
at gera, men røsk sum hon altíð hevur
verið, so stóð ikki á hjá henni bæði at
passa hús og børn umframt at gera alt
annað.
Pápi okkara gavst við sjólívinum í
1972. Hann sigldi úti eitt skifti sum
ungur, men størsta partin av sínum
sjólívi
var
hann
við
skonnartini
Kongshavn av Toftum, heili 25 ár út í
eitt, nógv tey flestu árini til fiskiskap
við bátum í Grønlandi. Stutt eftir at
hann legðist uppi, gjørdist hann sjúkur
og doyði um heystið í 1975, bert 63 ára
gamal. Teir yngstu beiggjarnir vóru tá
ávikavist 11, 13 og 16 ára gamlir, so húsið
var tungt, men henni so líkt, so fall
mamma ikki í fátt. Nøkur fá ár
frammanundan, hevði pápi bygt sær
eina lítla sølubúð á kaiøkinum við
Toftagjógv,
ivaleyst
hevur
hann
hugsað at fáa sær eitt lættari arbeiði,
nú hann eldist, men so skuldi ikki vera.
Tó
–
sølubúðin
gjørdist
so
arbeiðsplássið hjá mammu fram til
pensiónsaldur.
Mamma var 52 ár, tá pápi doyði. Hon
hevði sostatt verið einkja í 44 ár, nú
hon sjálv legði árarnar inn sum 96 ára
gomul. Hon hevði góða heilsu og
stákaðist framvegis við tí húsliga
heima hjá sær sjálvum, sum hon altíð
hevði gjørt, líka til hon var farin uppum
tey níti árini. Hon hevði sera gott
minni, fylgdi væl við í øllum og visti at
siga frá mongum, so tað var altíð
forvitnisligt at støkka inn á gólvið hjá
henni til eitt prát.
Men tíverri broyttist hendan støðan
brádliga, tá hon fekk eina álvarsliga
heilabløðing sum 91 ára gomul. Hetta
hevði við sær, at hon ikki kundi koma
heim aftur til sín sjálvs at búgva.
Seinastu 5 árini búði mamma á Røktar-
og Ellisheiminum í Runavík. Hon fall
væl til á Ellisheiminum og hevði tað
gott har. Hon gleddist um hvørja vitjan,
hon fekk. Serliga fegin var hon um
vitjanirnar
hjá
ommu-
og
langommubørnunum. Hon var sjónliga
glað og errin, tá hon fekk vitjan av 2 ára
gomlu
langommudóttrini,
sum
er
uppkallað eftir langommuni.
Tó – seinasta árið versnaði heilsan
so við og við, til hon stillisliga legði frá
sær fríggjamorgunin 11. okt., eitt langt
og virkisfult lív var komið at enda.
Góða mamma, vit ynskja tær eina
vælsignaða hvíld og takka fyri alt, tú
vart fyri okkum øll.
Børnini
Minnist til Geytan 2020
Melda tín film til
filmskvøldið áðrenn
2. desember 2019.
Norðurlandahúsið skipar aftur fyri
Geytanum leygarkvøldið 15. februar
2020, tá nýggjastu føroysku stuttfilm
arnir verða sýndir og tvær filmsvirðis
lønir, Geytin og Áskoðaravirðislønin,
verða handaðar.
Nú stendur øllum filmsframleiðarum
í boði at ríka um spírandi føroyska
filmsskattin við at senda filmar inn til
ársins filmstiltak, Geytin 2020.
Tykkara filmar verða tilmeldaðir við
at senda teldupost til film@nlh.fo við
kunning um heiti og longd á filmi, slag
av filmi, navn á filmsframleiðara, teldu
postadressu og telefonnummari hjá
kontaktpersóni.
Freistin at melda filmin til Films
kvøldið 2020 er tann 2. desember 2019.
Krøvini til stuttfilmin, sum skal send
ast Norðurlandahúsinum í seinasta
lagi 2. januar 2019, eru hesi:
1) Stuttfilmurin skal í mesta lagi vera
30 minuttir. Tó kann filmsnevndin í
serligum førum gera undantøk, tá um
longd ræður.
2) Heitið stuttfilmur hevur í hesum
føri breiða merking og fevnir um
spælifilm, listafilm, tónleikafilm, heimild
arfilm v.m.
3) Stuttfilmurin skal ikki hava verið
sýndur áður á Filmskvøldunum í
Norðurlandahúsinum.
4) Stuttfilmurin kann hava verið
sýndur alment áður, men ikki longri
síðani enn 23. februar 2019.
5) Nevndin tilskilar sær rætt at gera
eitt úrval av tilmeldaðu filmunum.
Nevndin metir tilmeldaðu filmarnar
eftir hesum virðum: søgu, søgusnildi
og handverk.
6) Filmarnir skulu vera í einum av
hesum formatunum: DCP, Blu-ray,
ProRes ella DnxHD.
Í filmsnevndini sita Birgir Kruse,
form.,Gunn Hernes, Jan B. Jørgensen,
Ivan Niclasen, Ingibjørg Odmarsdóttir
Petersen og Marjun Niclasen.